mikudagur 29. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
14
Nr. 186 - 30. september 2004
Skeiðstovan Kvæsir
hevur í nøkur ár skip-
að fyri skeiðum av
ymsum slagi. Tað
hevur verið alt frá KT
trygd til sølu og
management. Nú fer
skeiðstovan undir eina
nýggja herferð, har
skeiðini verða skipað
undir heitinum
Trivnaður og um-
hvørvi á arbeiðspláss-
inum
SKEIÐ
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Í døgunum 8. til 12. no-
vember skipar skeiðstovan
Kvasir fyri fimm ymiskum
skeiðum undir felagsheit-
inum Trivnaður og um-
hvørvi á arbeiðsplássinum.
Tey fimm skeiðini eru:
Sjúkrafrávera – spill av
góðum
arbeiðskreftum,
Ergonomiskt og psykiskt
arbeiðsumhvørvi, Psykiskt
arbeiðsumhvørvi
og
organistiónsmenning og At
skilja og loysa konfliktir.
Umframt hetta verður ein
temadagur, har ljós verður
varpað á Heilsubetran á
arbeiðsplássinum.
– Vit trúgva uppá, at øll
menniskju hava tørv á at
menna seg á ein ella annan
hátt á onkrum støði, og er
tað málið hjá okkum at
nøkta tann tørvin, sigur
Sam Jakobsen, dagligur
leiðari á Kvasir.
Hesi skeiðini venda sær
til ávísar málbólkar, tað
veri seg leiðarar, stjórar ella
fólk, ið til dømis arbeiða
innan sjúkrafráveru og so
framvegis.
Sam Jakobsen heldur, at
tilvitanin hjá fólki um góða
heilsu er og hevur verið á
veg upp eftir í eina tíð.
Eisini vísir hann á, at al-
manna- og heilsumálaráð-
harrin hevur sett fokus á
heilsuna við millum annað
renningini, sum var herfyri.
Tí heldur hann, at hesi
skeiðini eru løgd til rætta
tíð og fara at raka væl.
– Eg trúgvi, at tann før-
oyski lønmóttakarin fram-
yvir ikki bara fer at hugsa
um pengar, tá hann skal
finna sær eitt arbeiði.
Trivnaðurin man eisini
hava nógv at siga, sigur
Sam og heldur fram, at tað
helst verður tað sama við
stjórum. At teir fara at rað-
festa trivnaðin høgt fyri at
halda upp á starvsfólkini
Byrjaði við
koyrikortinum
Kvasir sá dagsins ljós í
2000. Sam Jakobsen, dag-
ligi leiðarin, var við til at
byrja hesa skeiðstovuna,
sum er ein sjálvstøðug eind
undir Faroe Dane.
Hann greiðir frá, at tá
sølan av teldum fekk luft
undir veingirnar fyri nøkr-
um árum síðani, vaks tørv-
urin á at kunna menna seg
innan teldunýtslu samsvar-
andi.
– Hetta gjørdi, at vit
millum annað byrjaðu við
teldukoyrikortinum, sum
var okkara fyrsta skeið,
greiðir Sam frá.
Síðani tað hevur Kvasir
skipað fyri einum ótali av
skeiðum. Við bæði før-
oyskum
og
donskum
skeiðsluttakarum.
Á skeiðstovuni Kvasir
arbeiða trý fólk fast, og so
eru nógvir free-lance undir-
vísarar knýttir at stovuni
eisini.
Øll hava tørv á at menna seg
Sam Jakobsen, dagligur
leiðari, var við til at starta
skeiðstovuna Kvasir upp
fyri umleið fýra árum
síðani
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
14
Toyota Corolla er nú
komin við eini "face-
lift" við t.d. nýggjum
kølaragittari, forlykt-
um og kúfangarum.
Eisini innan eru fleiri
broytingar, og bilurin
er betur ljóðdoyvdur
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Kappingin um kundarnar er
hørð í sokallaða Golf-
klassanum, og allir bilfram-
leiðararnir mugu fylgja við
í menningini av nýggjum
útgávum.
Toyota Corolla er nú
komin við eini "facelift",
har størsta broytingin at
síggja til er, at hann nú
líkjast
nýggja
Corolla
Verso framman. Bilurin
hevur fingið nýtt kølara-
gittar, forlyktir og kúfang-
arar.
Innan eru eisini fleiri
broytingar, sum t.d. at rattið
nú er "multijusterbart", hiti
er í setrunum og nýggj
optitron-instrumentir. Eis-
ini er bilurin betur ljóð-
doyvdur í kabinuni.
Trygdin er eisini betri,
t.d. er ESP, ella VSC sum
Toyota nevna skipanina, nú
standard. Skipanin rættar
bilin upp, um hann t.d.
glíður út í svingum. Nakka-
stútturnar eru aktivar og
antispinn
og
bremsu-
assistentur eru standard.
Tríggir bensin og tveir
dieselmotorar eru at velja
ímillum. Bensinmotorarnir
eru:
1,4 VVT-i við 97 hk, 1,6
VVT-i við 110 hk, og 1,8
VVT-i T-Sport við 192 hk.
Dieselmotorarnir eru: 1,4
D-4D við 90 hk, og 2,0 D-
4D við 116 hk.
Corolla fæst í útgavunum
Linea Terra, Linea Luna og
Linea Sol. Linea Terra er
standard útgávan. Í útgáv-
uni, Linea Luna, er bilurin
útgjørdur við t.d. tokulykt-
um, stilling av radio v.m. í
rattinum, leður girknøtti og
kolfipur-styling í kabinuni.
Í luksusútgávuni, Linea
Sol, hevur hann t.d. leður-
ratt, automatiskt aircon-
dition, regnsensorar og alu-
styling í kabinuni.
Prísirnir
byrja
við
196.600 fyri ein 1,4 Linea
Terra við trimum hurðum.
Nr. 186 • hósdagur • 30. september 2004 • 78. árg.
Toyota Corolla 1,6 VVT-i:
Nýggjur komfortabul Corolla
Toyota Corolla 1,6 VVT-i
Motorurin:
1,6 litur VVT-i bensin við 110 hk
0-100 km/t:
10,2 sek
Bensinnýtsla: 13,9 km/l
Dekkstødd:
195/60-15
Stødd og vekt
Longd
418,0 cm
Breidd
171,5 cm
Hædd
147,5 cm
Eginvekt
1.125 kg
Viðførisrúm
310 litrar
Prísur:
kr. 207.600 (Linea Terra 1,6 5/h)
Søluumboð
Reyni Service
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel 353040
www.reyniservice.fo
Sjey nýggir
Hyundai
Suðurkoreansku Hyun-
dai koma á marknaðin
við ikki minni enn sjey
nýggjum
modellum
næstu tvey árini. Fleiri
av
nýggjheitunum
koma eisini til Evropa.
Kelda: Motor Magasinet
Daewoo
blíva til
Chevrolet
Tíðindini um at Dae-
woo
bilarnir
skifta
navn til Chevrolet 1.
januar 2005 komu ikki
óvart á altjóða motor-
pressuna. General Mo-
tors eiga flestu parta-
brøvini í Suðurkore-
ansku verksmiðjuni, og
fleiri londum eita Dae-
woo bilarnir longu nú
Chevrolet
Kelda: Motor Magasinet
Honda við
fótgangara-
airbag
Honda Motor Co. Ltd.
gera nógv fyri at verja
fótgangar í ferðsluni.
Seinasta nýggja er, at
teir hava gjørt ein
motorhjálm
sum
"poppar-upp",
um
bilurin rakar ein fót-
gangara,
ið
verður
slongdur upp á hjálm-
in, hetta fyri at verja
høvdið
Kelda: Motor Magasinet
Toyota Corolla líkjast
nú Corolla Verso
framman við t.d.
nýggjum kølaragittari,
kúfangara og lyktum
Mynd: Jens Kristian Vang
Corolla fæst í
útgavunum Linea
Terra, Luna og Sol
Mynd: Jens Kristian Vang
Innan eru eisini fleiri broytingar við t.d. nýggjum optitron-
instrumentum. Eisini er bilurin betur ljóðdoyvdur í kabinuni.
Mynd: Jens Kristian Vang