mikudagur 29. september 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 185 - 29. september 2004
17
Komandi vikuskiftið
verður FM fyri feløg í
bridge leikt í Bridge-
húsinum í Vági
BRIDGE
Bogi Simonsen
Kappingin
hevur
verið
spæld í Vági tey seinastu
árini, har hon hevur verið
framúr væl fyriskipað.
Kappingin er soleiðis
háttað, at hvørt bridgefelag,
ið er limur í Føroya Bridge
Samband, kann senda eitt
lið til kappingina. Spælt
verður ein dystur móti
hvørjum liði.
Tað
er
Eysturoyar
Bridgefelag,
sum
áður
hevur verið rættiliga domi-
nerandi, ið hevur vunnið
kappingina
oftast. Teir
vunnu eisini kappingina í
fjør, og tí mugu teir helst
metast sum favorittar til
kappingina hesaferð.
Tá Eysturoyar Bridge-
felag eisini vann steypin til
ognar í fjør, hevur P/F
NORMEK
maskinverk-
staður latið eitt nýtt steyp
til kappingina.
Feløgini, ið taka lut í
kappingini,
eru
annars
Bridgedeild
Kaggans,
Havnar
Bridgefelag,
Nýggja Bridgefelag, Eyst-
uroyar Bridgefelag, Vágs
Bridgefelag,
Klaksvíkar
Bridgefelag og Tvøroyar
Bridgefelag.
Bridge í Hetlandi
Saman við Smyrli Line
verður skipað fyri einum
bridgetúrið til Hetlands.
Fari verður hóskvøldi 14.
oktober 2004 og fráferð úr
Lerwick sunnudagin um
fimmtíðina. Gist verður á
Hotel Shetland. Kostnaður
fyri túrin er 1400 kr. á
fýramanskamari incl. tvær
gistingar á Hotel Shetland
við morgunmati.
Spælt verður móti het-
lendingum bæði fríggja-
kvøld og leygarkvøld. Tal-
an er um avmarkaða lut-
tøku, og tí mugu áhugaðir
spælarar siga frá skjótast
gjørligt hjá Boga Simonsen
á tlf. 222756.
FM fyri
Feløg
í Vági
Eysturoyingar vunnu
kappingina í Vági í
fjør, og teir mugu
helst eisini metast
sum favorittar í ár
Skytte brúkti ov
nógvar spælarar
Frank Skytte, sum hevur
verið venjari hjá fleiri fe-
løgum í Føroyum, hevði í
einum donskum 2. deildar-
dysti um vikuskiftið 12
mans á vøllinum sam-
stundis, hóast tað bert er
loyvt at spæla við 11
monnum.
Hetta var móti endanum
av dystinum. Ein spælari
hjá Kalundborg, sum Frank
Skytte er venjari hjá, fekk
skaða nakrar minuttir áð-
renn leiklok og noyddist út
til viðgerðar. Frank Skytte
gjørdi skjótt av og sendi
ein annan spælara á vøllin
fyri at verja 2-1 leiðsluna.
Tá ið tann skaddi spælar-
in kom fyri seg aftur, visti
hann ikki av, at hann var
skiftur, vildi aftur á vøllin,
og dómarin bæð hann kom
inn aftur.
Tað gingu tveir minuttir,
áðrenn
dómarin
varð
gjørdur varugur við mis-
takið, og hesa løtuna vardi
Kalundborg við 12 monn-
um.
Dysturin endaði tó 2-2, tí
tá Kalundborg aftur spældi
við 11 monnum, eydnaðist
tað B1913 at javna.
-ek
17
Nr. 185 • mikudagur • 29. september 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tað er óvissa um
Jákup Mikkelsen fer
at verða førur fyri at
fara við landsliðnum,
og av føroysku spæl-
arunum í Fremad
Amager er tað bara
Andrew av Fløtum,
sum hevur fingið boð
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Heðin á Lakjuni hevur ver-
ið rættuliga eyðsýndur á
HB liðnum, sum langt
síðani hevur tryggjað sær
meistaraheitið. Tað fær
Heðin nú eitt herðaklapp
fyri frá landsliðsvenjaran-
um. Henrik Larsen hevur
givið Heðini á Lakjuni boð
um at koma við landslið-
num, sum týsdagin í næstu
viku fer av landinum við
kós móti Kypros og síðani
Írlandi.
Heðin á Lakjuni, ið er
skrásettur fyri tíggju lands-
dystir, hevur ikki verið í
landsliðshitanum í meiri
enn eitt ár. Heðin spældi
síðsta landsdystin móti
Kasakstan 27. apríl í fjør.
Føroyar vunnu 3-2, og tá
skoraði Heðin fyri fyrstu
ferð á landsliðnum. So var
hann á beinkinum í Íslandi
og móti Týsklandi á Tórs-
vølli, og síðani hevur hann
ikki fingið landsliðsboð.
Tað fekk hann so aftur í
gjár.
Saman við Heðini hava
sekstan og ikki seytjan
aðrir fingið boð. Tað er iva-
samt, um tað fer at bera
Jákupi Mikkelsen til at fara
avstað við landsliðnum um
eina lítla viku. Jákup er
framvegis so mikið vødda-
skaddur í lærinum, at hann
ikki hevur fingið vant sam-
an við hinum í KÍ. Venjarin
hevur gjørt av at bíða eitt
sindur fyri at vita, um
Jákup fer at koma fyri seg.
Um tað ikki verður so-
leiðis, so skal ein annar
málverji finnast, sum skal
kappast við Jens Martin
Knudsen.
Í úttøkuni hesa ferð tykist
Henrik Larsen hava tikið til
eftirtektar, at Jann Ingi
Petersen og Hjalgrím Elttør
tær seinastu vikurnar ikki
hava verið á besta liðnum
hjá Fremad Amager. Teir
hava ikki fingið landsliðs-
boð. Einasti spælarin í
Fremad Amager, sum er
boðsendur, er Andrew av
Fløtum.
Teir seytjan, sum í gjár
fingu landsliðsboð, eru
hesir: Jens Martin Knud-
sen, NSÍ, Óli Johannesen,
TB, Atli Danielsen, KÍ,
Súni Olsen, GÍ, Jónhard
Frederiksberg, Skála, Pól
Thorsteinsson, B36, John
Petersen, B36, Kári Niel-
sen, HB, Heðin á Lakjuni,
HB, Rógvi Jacobsen, HB,
Jákup á Borg, HB, Fróði
Benjaminsen, Fram, Julian
Johnsson, ÍA, Andrew av
Fløtum, Fremad Amager,
Jón Rói Jacobsen, Frem,
Johan Byrial Hansen, Hor-
sens og Claus Bech Jørgen-
sen, Coventry.
Landsliðið fer úr Vágum
fyrrapartin týsdagin. Týs-
kvøldið verður flogið úr
Keypmannahavn
og
til
London, og mikumorgunin
verður farið úr Luton og
suður á Kypros, har dystur
verður annað leygarkvøld.
Mikudagin í aðru viku
skulu Føroyar spæla í
Dublin.
Heðin aftur á landsliðnum
Heðin á Lakjuni hevur ikki verið á landsliðnum í eitt ár, men
hann er aftur í hitanum, nú landsliðið skal á seinastu ferðina
á árinum
C
M
Y
K
16