mánadagur 9. januar 2017síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 9. JANUAR 2017
20
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa & Vælvera
Tórshavnar
kommuna
hevur fleiri
heilsutilboð
Tórshavnar kommuna hevur fleiri heilsutilboð til borgarar 60+,
og her fara vit at hyggja eftir, hvørji nøkur av tilboðunum eru
Vilmund Jacobsen
Í
Badmintonhøllini er hvønn miku
morgun og fríggjamorgun møguleiki
at luttaka á einum stórum venj
ingarliði við umleið 60 luttakarum. Í
høllini er rúmsátt. Her er pláss er fyri
nógvum luttakarum og avbera góðir
møguleikar at røra seg, gera fimis
venjingar, renna og at spæla ymisk
spøl.
Í Fimi eru smærri venjingarlið við
umleið 15 luttakarum á hvørjum
liði. Her eru góðar umstøður til javn
vágsvenjing, tí her er møguleiki at
brúka ymiskar madrassur at ganga
á. Umstøðurnar at gera gólvvenj
ingar eru sera góðar, tí her er teppi
á gólvinum og rimar á vegginum,
sum ger tað lættari at reisa seg.
Her eru góðir møguleikar at venja
eitt nú vøddastyrki, fimisvenjingar,
kokubotnavenjingar og andadráttar
venjingar. Samstundis venur tann lut
takandi lættasta mátan at reisa seg
upp, um hann/hon skuldi veri áhaldsin
og dottið.
At stimbra og styrkja
Venjingartilboðini í Badmintonhøllini
og Fimi eru fyri pensiónistar, sum
ynskja at betra um heilsuna. Enda
málið við venjingunum er sum heild at
stimbra heilsuna við at betra javnvág,
vøddastyrki, fimi og konditión – at
styrkja likamið og harvið minka um
vandan fyri at detta.
Royndirnar,
síðan
Tórshavnar
kommuna í 2009 byrjaði at bjóða
hetta tilboð, eru sera positivar og
tey, sum hava gingið til venjingar, lata
sera væl at. Tað er eisini týðiligt, at
tey eru vorðin væl betri fyri. Sosial
samvera og hugnaligt prát er aftan á
venjingarnar.
Samdøgurendurvenjing
Tórshavnar kommuna bjóðar eisini
samdøgursendurvenjing á Boðanes
heiminum til borgarar í Tórshavnar
kommunu. Hetta tilboð er til fólk
eldri enn 60 ár, og sum ynskja at
vinna aftur mistar førleikar og hava
tørv á stuðli og vegleiðing frá einum
tvørfakligum starvsliði.
Tilboðið er til tann, sum hevur
mist likamligan ella sálarligan før
leika og hevur mist evni ella orku til
at varðveita ein góðan og fyndarríkan
gerandisdag. Hetta er eitt rehabili
teringstilboð í avmarkaða tíð, har lut
takandi gista á Boðanesheiminum.
Eftir loknað samdøgursrehabili
tering bjóðar Heilsu- og umsorganar
tænastan venjing á Boðanesheiminum
tvær ferðir um vikuna í 12 vikur.
Tilhaldið í Tórsgøtu
Í Tilhaldinum í Tórsgøtu er fimleikur
fyri kvinnur tveir dagar um vikuna, og
fimleikur er fyri menn tveir dagar um
vikuna.
Umframt hetta er eitt motiónshøli
við ymiskum venjingartólum, sum
altíð kann brúkast, tá Tilhaldið er
opið.
Á heimasíðuni www.torshavn.fo
undir Heilsu- og umsorganartæn
astuni fæst meiri at vita um ymisku
heilsu- og virkistilboðini í Tórshavnar
kommunu.
Føturnir
bera teg
alt lívið
Vilmund Jacobsen
Føturnir á menniskjum eru settir
saman av nógvum beinum, vødd
um og liðbondum, og føturnir
skulu bera okkum alt lívið.
Eini góð ráð eru at skola føt
urnar dagliga við lunkaðum vatni,
og brúkar tú sápu, eigur tú at hava
í huga, at sápa kann turka húðina.
Tí skal sápan skolast av aftur.
Tað er týdningarmikið, at føt
urnir verða turkaðir væl og serliga
millum tærnar. Um tað er trupult
at røkka fótunum, kanst tú eitt nú
brúka ein fønara at turka føturnar
við.
Tað er eitt gott hugskot at
røkta húðina á fótunum við góðum
kremi, tí húðin hevur lyndi til at
torna. Krem gevur húðini vætu, og
húðin verður smidligari og mót
støðuførari móti sjúkum.
Best er ikki at smyrja krem
millum tærnar, tí tað kann føra til
sopp.
Tá neglirnar á tærnum verða
kliptar, er best at klippa tær beint
tvørturum. Klippir tú neglinar niður
í síðuni, er vandi fyri, at tú kanst
fáa niðurgrónar negl, og tað kann
føra til bruna og geva nógva pínu.
Hørð húð og líktorn eru tekin
um skeiva og /ella eintáttaða
tynging.
Slíkt kann koma av skóm - ella
tí, tú stígur skeivt. Eru skógvarnir
orsøkin, er skilagott at finna røttu
skógvarnar ella rætta feilstøðu í
fótinum. Her kunnu innlegg hjálpa
og bøta um støðuna.
Tað styrkir vøddarnar í fótunum
og rørsluna at gera venjingar við
fótunum, og hetta er eisini gott
fyri blóðrenslið. Tú kanst t.d.
kreppa og spreiða tærnar sundur,
rukka eitt pappír við tónum og liða
føturnar upp og niður..
Tað er altíð gott at hava reinar
føtur og reinar sokkar ella hosur.
Sokkarnir ella hosurnar skulu
ikki liggja ov tætt at, tí tað kann
minka um blóðrenslið til føturnar.
Hosur úr náttúrutilfari eru
betri enn nylon, tí nylon og annað
ólívrunnið tilfar gevur ikki húðini
sama møguleika at anda, eins og
sveitti og fuktur vera verandi í
sokkunum/ hosunum.
Skilagott er eisini at skifta
skógvar, sum dagurin gongur.
Tú eigur at hava í huga, at
nýggir skógvar ongantíð skulu
gangast til. Teir skulu kennast
væl á fótunum longu sum nýggir.
Skógvarnir skulu passa til fótin -
og ikki øvut.
Her eru nøkur ráð um, hvussu
føturnir skulu viðfarast – og um, at
skógvar skulu passa frá fyrsta degi