mánadagur 9. januar 2017síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 2 • 9. JANUAR 2017
19
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Heilsa & Vælvera
Gómagott frá sjógæti
Minst til tann góða føroyska laksin, tá ið tú matger
Sí heimasíðuna yndi.fo
Tilmelding á 311311
SIRKUL-FIT
Ein effektivur tími har allur kroppurin verður
strammaður upp. Intensiteturin er høgur og
trenað verður í fleiri umførum har ymiskir
postar eru í hvørjum umfari. Øll kunnu vera við,
av tí at intensiteturin er stýrdur av hvørjum
einkulta. Ein sera góður og harður tími vid
hørðum tónleiki og er hann júst til tín, ið ikki er
bangin fyri at sveitta.
TABATA/SÚKKLING
Tímin er uppbygdur í tveimum, fyrsta venjingin
er í dansisalinum har sýruvenjing og úthaldandi
venjing fer fram í intervallum, sum eitur
Tabata. Tabata er venjing, har venjingin fyri
hvønn vøddabólk er 8 ferðir 20 sekund, pausa
er í 10 sekund ímillum hvørt sett. Síðani verður
farið í súkklingsalin. Súkkling er gott fyri hjarta,
lungu og blóðrensl og eisini sera gott fyri
konditiónina. Her verður eisini súkklað í Tabata
intervallum.
KICKBOKSING
Fyrst í venjingini savna vit okkum um teknikk
í sparki og slag. Seinasti partur av venjingini
verður harðari konditiónsvenjing og styrki.
Instruktørurin eitur Amanda, og hon hevur vant
Taekwondo í átta ár og hevur 2. dan (svart
belti). Umframt hettar venur Amanda brasilskt
jiu jitsu.
ZUMBA
Zumba er ein stuttligur og effektivur tími
við góðum og blandaðum tónleiki. Inspirerað
av latínamerikanskum salsa-, samba- og
merengue tónleiki og nýggjum kendum tónleiki
frá t.d. Shakiru og Chris Brown. Forbrenningin
er í topp ígjøgnum allan tíman og er hetta
ein tími til øll, ið dáma væl at sláa seg leysan
vid latínamerikonskum rýtmum og lekrum
dansitrinum. Tú fært sveittan og smílið fram.
SÚKKLING
Súkkling er innandura-súkkling, ið er góð fyri
hjartað, lungu og blóðrensl og eisini sera góð
fyri konditiónina. Fólk við veikum ryggi og liðum
kunnu eisini vera við. Øll sita á hvør síni súkklu,
meðan undirvíst verður afturvið góðum musikki.
Fyrst verður hitað upp, síðan súkkla vit sitandi
og standandi og enda við strekkingum.
ORKA*
Orka er holdvenjing fyri øll tey, ið vilja fáa nakað
burturúr hvørja ferð. Við einum toymi av fýra
útlærdum persónligum venjarum við fleiri ára
royndum kunnu tit koma tríggjar dagar um
vikuna at venja styrki og kondi. Trygd og rættir
venjingarhættir eru í hásæti. Tað vera trý hold
við 15 luttakarum í mesta lagi í hvørjum, ið
venja saman. Hvørt hold hevur ein útlærdan
persónligan venjara, ið lærir tykkum at gera
hvørja venjing hvørja ferð. Vit syrgja fyri. at tit
fáa betri kondi, verða sterkari, missa nøkur kilo
og sjálvandi fáa meira orku. *Luttøka í Orka
krevur tilmelding og gjald fyri Orkaskeið.
PILATES
Pilates styrkir kjarnuvøddarnar í kroppinum
og beinagrindini. Venjingin byggir á nakrar
meginreglur, har vit m.a. leggja dent á rættan
kropsburð og avslappan í kroppinum. Vit
styrkja og strekkja vøddarnar út samstundis.
Hetta ger Pilates til ein sera effektivan
venjingarhátt, har vit tillaga venjingarnar eftir tí
einstaka luttakarinum. Soleiðis fært tú sveittan
fram, ímeðan tú styrkir kroppin og samstundis
minkar um vandan fyri skaðum. Pilatesvenjing
kann soleiðis styrkja teg til gerandisrørslu
umframt aðrar ítróttargreinar.
LATIN DANCE FITNESS
Helena úr Ekvador kemur at undirvísa í Latin
dance fitness. Dansirnir eru ein samanrenning
millum salsa, merengue, reggaeton, sum
fylgir rútmunum hjá teimun populerastu
latínbólkinum. Komi í Yndi og royni ein festligan
tíma.
BODY-FIT
Her verður dentur lagdur á allan kroppin;
armar, herðar, bringa, bein, búk og rygg. Í
body-fit styrkir og strammar tú kroppin upp.
Byrjað verður altíð vid einari upphiting vid
løttum aerobic trinum, so tú fært pulsin upp.
Reiðskap verða nýtt s.s. hondvektir, bodybar
og elastikk. Hesin tímin er altíð væl vitjaður og
dámar tær væl syrutrening, er hetta tímin til
tín. Body-fit er nýggja navnið fyri trimmara.
DANSISALUR
TÍÐARSKEIÐ: 02. JANUAR TIL 08. APRÍL 2017
MÁNADAG
TÝSDAG
MIKUDAG
HÓSDAG
FRÍGGJADAG
LEYGARDAG
kl. 05.45
kl. 5.50
kl. 5.50
kl. 10.10
Orka*
Orka*
Orka*
Zumba
Silja
60 min
60 min
60 min
55 min
kl. 16.15
kl. 17.00
Pilates
Zumba
Poulina
Silja
55 min
55 min
kl. 18.00
kl. 18.00
Body-fit
Tabata/Súkkling
Tórhalla
Mirjam
55 min
45 min+30 min
kl. 19.15
kl. 19.00
kl. 19.00
Latin Dans fit
Sirkulvenjing
Kickboksing
Helena
Mirjam
Amanda
55 min
55 min
115 min
SÚKKLING
kl. 06.10
kl. 06.10
kl. 09.05
Súkkling
Súkkling
Súkkling
Ann
Ann
Ymisk
55 min
55 min
55 min
kl. 17.15
kl. 18.45
kl. 18.00
Súkkling
Tabata/Súkkling
Súkkling
Óluva
Mirjam
Tórhalla
55 min
30 min+75 min
55 min