Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 9. JANUAR 2017 18 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa & Vælvera Yndi Fitness pláss fyri øllum – Vit bjóða fólki ókeypis royndartíma, har tey kunnu hyggja seg um og taka støðu til, um hetta er nakað fyri tey. Fólk læra ikki alt um maskinur og venjingar upp á ein tíma, men royndartímin kann verða ein byrjan, har fólk fáa eina hóming av teimum mongu møguleikum, sum Yndi Fitness bjóðar, sigur Jákup Jacobsen Vilmund Jacobsen V ið Sundsvegin 6 í Havn og beint yvir av rennibreytini hús­ ast Yndi Fitness í stórum og góðum hølum á 1200 fermetrar og við bestu parkeringsmøguleikum. Her hevur venjingarmiðstøðin húsast í eini seks ár, og limatalið í dag liggur millum 1500 og 1600. Tað er Jákup Jacobsen, sum eigur og rekur støðina, og aftrat sær hevur hann dugnalig fólk við útbúgvingum, førleikum og drúgvum royndum. Jákup vandi sjálvur nógv í sínari tíð, og hann byrjaði eisini at arbeiða á venjingarmiðstøðini, sum hann so keypti í 2007. Tað vóru eisini Jákup Jacobsen og Regin Vágadal, sum byrjaðu tiltakið – Føroya sterkasti maður – í 1995, og sjálvur luttók hann í kappingini, bæði í 1998 og 1999. – Yndi Fitness er ein fult nútímans venjingarmiðstøð við einum hópi av ymiskum konditiónsmaskinum, eitt nú rennibondum, cross-trainer, súkklum, rógvimaskinum og steppmaskinum. Haraftrat er ein hópur av maskinum til vøddavenjing, leysar vektir og mangt annað. Vit hava eisini fleiri sjónvørp og útvarpsrásir, sum fólk kunnu síggja og hoyra, meðan vant verður. Jákup Jacobsen vísir á, at hølini hjá Yndi Fitness eru útgjørd við skifti­ rúmum, og her eru stór rúm til kondi­ tiónsvenjing, vøddavenjing, súkkling og aerobic við meira. – Vit bjóða øllum vælkomnum, ungum sum gomlum. Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit leggja dent á tørvin hjá hvørjum einstøkum. Ætlar tú tær at klænka teg, styrkja teg ella bara at bøta um tína konditión, eru okkara fólk til hjálpar við góðum ráðum og vegleiðingum. Okkara lutur er at veita viðskiftafólki bestu umstøður, og vit eru altíð til reiðar at hjálpa fólki, sum við venjingum ynskja at bøta um sína vælveru, lívsgóðsku og harvið eisini heilsustøðu, sigur hann. Flestu langtíðarlimir Tað er ikki neyðugt hjá fólki, sum ætla sær at venja, at spandera tað hvíta út úr eygunum fyri at sleppa framat. – Vit hava tað, vit rópa fasthalds­ gjald við prísum heilt niður í 280 krón­ ur um mánaðin, og tá kanst tú altíð koma, tá vit hava opið – ella einar 100 tímar um vikuna, um tú vilt. Tú kanst koma hvønn dag og vera allan dagin. Vit hava eisini bólkatímar næstan hvønn dag, har instruktørar vísa venj­ ingar av øllum møguligum slag, og her kanst tú eisini luttaka. Jákup Jacobsen vísir á, at Yndi Fit­ness eisini bjóðar fólki ókeypis royndar­tíma, har vitjandi kunnu hyggja inn og soleiðis hava høvi at taka støðu til, um hetta er nakað fyri tey. – Sjálvandi læra fólk ikki alt um maskinur og venjingar upp á ein tíma, men hetta kann verða ein byrjan, har tú fært eina hóming av teimum mongu møguleikum, sum vit bjóða. Fólk kunnu altíð venda sær til okkara og biðja um ein royndartíma uttan gjald. Hann sigur, at ymiskt er, hvussu langa tíð um dagin fólk venja, men nokso vanligt er, at vant verður einar tvær til fimm ferðir um vikuna, millum 50 og 90 minuttir hvørja ferð. – Tey flestu, sum hava vant leingi, passa seg sjálvi, og tey koma og fara júst, sum tað passar teimum. Jákup Jacobsen sigur, at tað eru so nógv ymisk sløg av fólki, sum koma í Yndi Fitness, og tørvirnir eru eisini so ymiskir. – Nøkur koma fyri at klænka seg, nøkur fyri at bøta um konditiónina, og so eru tað onnur, sum koma, tí tey kanska dragast við onkran skaða. Nógv koma, tí tey kenna størri vælveru og ynskja sær eina betri heilsu við venj­ingum, og so eru tað eisini tey sum beinleiðis styrkivenja. Skaði og venjing Fólk, sum koma í Yndi Fitness, tí tey dragast við onkran skaða, hava altíð møguleikan at fáa holla ráðgeving um, hvussu tey best kunnu venja fyri at styrkja rundan um skaðan. – Venjingarnar hjálpa ofta. Nógv fáa tað nógv betri, og tað eru eisini nøkur, sum gerast frísk. Jákup Jacobsen leggur aftrat, at Yndi Fitness eisini hevur møguleikar at veita fólki persónligar instruktørar til ymiskar venjingar. – Tað eru heilt nógv fólk, sum fáa sær persónligar venjarar, og vit hava fleiri venjarar við góðum útbúgvingum og nógvum royndum. Ynskir tú per­ són­ligan venjara, finnur tú tann, sum tú einaferð hóskar best saman við, sigur hann. Tey, sum kundu hugsað sær at spurt seg fyri hjá Yndi Fitness, kunnu ringja á tlf. 311311. Venjingarmiðstøðin er á Facebook og hevur eisini heimasíðuna www.yndi.fo Tey flestu, sum hava vant leingi, passa seg sjálvi, men øll, sum ynskja tað, fáa vegleiðing