Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-09, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2017síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 2 • 9. JANUAR 2017 22 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Heilsa & Vælvera Á Klaksvíkar Fysioterapi við ella uttan læknaváttan – Umframt drúgvu royndirnar hjá Jóngerð Biskopstø og mína lutfalsliga nýggju útbúgving og royndirnar, eg havi gjørt mær hesi árini, hava vit góða útgerð í okkara arbeiði, sigur Rannvá Lava Olsen Vilmund Jacobsen T að er Jóngerð Biskopstø, sum hevur átt og rikið Klaksvíkar Fysioterapi í fleiri ár. Aftrat sær í starvi sum fysioterapeut hevur hon Rannvá Lava Olsen. Umframt tær báðar, sum veita fysioterapeutiskar við­gerðir, er eisini Súsanna Dahl Jacob­sen í starvi sum skrivstovufólk. Hon tekur sær av móttøku og tí prakt­ iska annars. Útbúgving og roydir Rannvá Lava Olsen, sum er ættað úr Leirvík, gjørdist útlærd sum fysio­ terapeutur í januar 2015, og í februar í ár hevur hon starvast í tvey ár hjá Klaksvíkar Fysioterapi. – Eg hevði ein dreym um at sleppa at arbeiða hjá onkrum privatum, tá eg gjørdist útlærd. Eg snakkaði við Jóngerð Biskopstø, tó at hon ikki hevði søkt eftir fólki, og tað endaði við, at eg fekk starv hjá henni. Eg byrjaði við trimum døgum um vikuna, síðan fýra døgum, og nú eri eg fulla tíð hjá Klaksvíkar Fysioterapi og havi fingið mær íbúð í Klaksvík. Rannvá Lava Olsen sigur, at henni dámar ógvuliga væl í starvinum í Klaksvík, og Jóngerð Biskopstø hevur við sínum áralongu royndum verið holl í ráðum í tí praktiska. – Tá tú kemur úr skúlanum, hevur tú eina stóra vitan um alt tað teo­ret­ iska, og praktisku royndirnar hjá Jón­ gerð hava verið mær góðar, sigur hon. Ávísingar og sjálvboðið Ein stórur partur av teimum, sum koma á Klaksvíkar Fysioterapi at søkja sær hjálp, koma við ávísing frá komm­unulæknum, og síðan kemur ein partur av viðskiftaskaranum inn av gøtuni – og uttan ávísing og lækna­ váttan – um vit so kunnu siga. – Ein og hvør, sum tørvar hjálp og sum kanska ikki tímir ella hevur tol til at bíða eftir einari læknaávísing, er hjartaliga vælkomin. Tað kann vera onkur, sum følir, at tey ganga við einum akuttum trupulleika, sum tey vilja hava hjálp fyri beinanvegin. Rannvá Lava Olsen sigur, at tey hava nógv góð amboð til hjálpar á Klaksvíkar Fysioterapi. – Umframt drúgvu royndirnar hjá Jóngerð Biskopstø og mína lutfalsliga nýggju útbúgving og royndirnar, eg havi gjørt mær hesi árini, hava vit góða útgerð í okkara arbeiði. Nýggjur ultraskannari Á Klaksvíkar Fysioterapi er eitt nú lasari, kortbylgja, ultraljóð og onnur tól, sum tey brúka í samband við fysio­terapeutiskar viðgerðir. – Vit hava eisini nýliga keypt okk­ um ein ultraskannara, sum er ógvu­ liga góður í arbeiðnum at hjálpa sjúk­ lingum til besta úrslitið. Í fyrsty syfti er tað eg, sum eri undir útbúgvin at brúka nýggja skannaran, og síðan verður tað Jóngerð, sum fer í gongd. Skannarin hevur longu víst, at hann er eitt ógvuliga hent amboð. Rannvá Lava Olsen vísir á, at nýggi skannarin líka sum vísir tey bleytu tingini í kroppinum, eitt nú vevnað, lið­bond og vøddar. – Her er eingin bíðitíð at sleppa í skannaran. Hetta er eitt sera hent amboð, sum vit eru ógvuliga glaðar fyri, og sum eg longu nú brúki nógv. Bólkavenjingar Umframt tey vanligu tilboðini innan fysioterapi, sum viðgerðarstovan í Klaks­vík bjóðar, skipar Klaksvíkar Fysio­terapi eisini fyri bólkavenjingum. – Tað er umleið eitt ár síðan, at vit fóru undir venjingar fyri sjúklingar við parkinson. Vit settu okkum í samband við Parkinsonfelagið fyri at vita, um áhugi var. Her hevur verið skipað fyri bólka­venjingum umleið triðja hvønn mán­aða, og á hvørjum skeiði hava verið 15 venjingar. Síðan ganga ein ella tveir mánaðir, og so verður skipað fyri nýggjum skeiði. Hesar venjingar hava verið fyriskipaðar í samstarv við Parkin­ son­felagið, sigur Rannvá Lava Olsen. Hevur stóran týdning at íðka Vilmund Jacobsen T að kann vera ein fyritøka hjá summum at fara út at renna ella venja. Men, hvørjar umberingar kanst tú brúka, tá tú helst vilt sleppa undan? Hjá okkum øllum kunnu vera dagar, har vit ikki rættiliga tíma ella orka at venja - og heldur vilja liggja og slappa av á sofuni. Á donsku heimasíðuni - www.iform.dk - kanst tú leita fram nakrar umberingar fyri ikki at íðka. Hesar umberingar eru eitt nú, at - * tú hevur ov lítla konditión og noyðist at byrja við smáum fetum * tú hevur akkurát etið, og tí ert tú ikki upplagdur at fara út at renna * tú ert ovurviðkvæmur fyri grasi og gerst trongur í frísku luftini * tú hevur mist títt limakort burtur, og tí kanst tú ikki fara í høllina * venjingarklæðini liggja vát í vaskimaskinuni * eg bíði heldur til í morgin Stóran týdning Eitt er, at tú ert dovin av og á - roynir at finna tær umberingar og ikki ert upplagd/-ur at fara út at venja - men týdningurin av at íðka er stórur. Tað hevur eisini stóran týdning, at tú sum tilkomin ella eldri ert virkin og íðkar. Balansan viknar við aldrinum, um tú ikki heldur teg í sving, og balansan hevur stóran týdning fyri, at tú kanst gera tað, tú gjarna vilt gera í tí dagliga. Eldri fólk, sum eru aktiv, eru í nógv minni vanda fyri at detta og bróta seg sundur. Hvør ár upplivir ein av trimum, sum er 65 ár og eldri, at tey detta, harav fleiri fáa álvarsligan skaða. Keldur: www.iform.dk/ www.helse.dk Eldri fólk, sum eru aktiv, eru í nógv minni vanda fyri at detta og bróta seg sundur enn fólk, sum ikki tíma at vera virkin Tað er skjótt at finna umberingar fyri ikki at vera virkin, men virkni hevur stóran týdning - ikki minst, tá tú eldist – Ein og hvør, sum tørvar hjálp og sum kanska ikki tímir ella hevur tol til at bíða eftir einari læknaávísing, er hjartaliga vælkomin, sigur Rannvá Lava Olsen. Á Klaksvíkar Fysioterapi hava tey veitt fysioterapetiskar viðgerðir í fleiri ár