Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Nógv hevur verið at hoyrt um avtaluna um, at tað skuldi verða ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, tá lánið varð afturgoldið. Hóast bæði høgur og lágur tosar um hesa avtalu, so hevur eingin enn prógvað upp á skrift, at talan veruliga er um eina avtalu. Tær seinastu, sum komu við kravi um, at avtalan verður hildin, eru tær báðar, Aimé Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu og Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu. Tær vísa í brævi á, at nú hildu vit umsíðir, at vit sóu ljósið í tunnilsmunnanum. – Men so komu tey køvandi boð, at Vágatunnilin skal gerast ein føst inntøkukelda hjá landskassanum. – Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru uttan iva millum bestu íløgur, landið hevur gjørt. Teir eiga ein týðandi leiklut í tí framtakssemi og virkisfýsni, sum er í landinum. – Vit hava síðstu tíðina hoyrt fleiri, sum onkursvegna vóru við í tilgongdini, tá farið var undir arbeiðið í Vágatunnlinum, siga, at politiska avtalan var, at tunnilin skuldi latast landinum, tá ið lánið var goldið, siga tær báðar. Síðani vísa tær á, at hetta er tað, sum tunnilsnevndin í samráð við Vinnumálaráðið hevur arbeitt fram ímóti. Og at tað er fatanin, øll vágafólk, norðoyingar og føroyingar yvirhøvur altíð hava havt um verkætlanina. Síðani vísa tær á, at Klæmint Weihe, fyrrverandi nevndarformaður í Vága- og Norðoyatunnilinum hevur sagt á Facebook, at »Avtalað varð, at partafelagið við 160 mio. kr. í partapeningi skuldi latast landinum aftur, tá ið lánið varð goldið, og tunnilsgjaldið skuldi avtakast. Tað var ongantíð borið upp á mál, at partapeningurin skuldi gjaldast aftur - men at partafelagið skuldi latast landinum aftur.« – Hann staðfestir eisini í somu útsøgn, at tað ber ivaleyst til at finna hetta fram aftur í fundarfrásøgn í Vinnumálaráðnum, siga tær og halda fram. – Avtalan má og skal haldast. Tað altavgerandi er ikki at sleppa undan at rinda nakrar krónur fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Tað avgerandi er, at ein gjørd avtala verður hildin, og at vágafólk – og norðoyingar – koyra á vegum landsins undir somu treytum sum allir aðrir føroyingar. – Tí vilja vit so staðiliga heita á landsins politisku myndugleikar og leiðslu, at avtalan ikki verður brotin, sum segði, at tá ið tunnilin er goldin, skal hann handast landinum fyri einki, og bummgjaldið fella burtur. Tað er tað einasta rætta at gera, siga tær. Hon er ikki serliga ítøkilig, avtalan um, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnlin, tá lánið er afturgoldið AVTALAN SUM ØLL TOSA UM MEN EINGIN KENNIR