Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5 Sosialurin Eirikur Lindenskov Tað varð staðfest av hægsa stað fyri gott og væl trimm­ um árum síðani, at vágafólk og aðrir bilførarar í Føroyum ikki sleppa at koyra ókeypis ígjøgnum Vágatunnilin, fyrr enn bæði lánsupphæddin og parta­peningurin hjá landi­ num í tunnilsfelagnum eru aftur­goldin. Tí tá staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í svari til fyrispurning frá Poul Michelsen, løg­tings­man­ni, at soleiðis skal lógin tulk­ast. Í svarinum til Poul Michel­sen gjørdi løg­maður greitt, at ætlanin ikki er at broyta lógir­nar um tun­lar­ nar, og at sambært lóg­ini skal útveganar­kost­nað­urin gjaldast aftur – bæði tann part­urin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann part­urin, sum er fíggjaður við láni. Poul Michelsen spurdi eisini løgmann, hvat ætlanin er at brúka eginpeningin upp á 395 milliónir krónur til. Til tað sigur løgmaður, at sum er verður partapeningurin nýtt­ur til lutvísa fígging av íløgu­út­reiðslunum av Vága­ tunli­num og Norðoya­tunli­ num. – Tá peningurin soleiðis er bundin í partabrøv, kann hann ikki brúkast til onnur enda­mál, uttan at hann fyrst verður loystur. Landið kann loysa peningin við at avhenda partabrøvini. Til tess krevst lógarbroyting, men ongar slíkar ætlanir eru, segði løgmaður í svarinum til Poul Michelsen. Løgmaður segði eisini, at tunnilsfeløgini kunnu eisini rinda landskassanum vinnings­býti ella útluting, inntil upphæddin av inn­ skot­na partapeninginum er rokk­in. Sostætt var niðurstøðan hjá løgmanni púra greið. Landið skal hava parta­pen­ ing­in aftur, sum settur varð í tunnilsfeløgini. Eirikur Lindenskov Tað finst eingin semja um, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vága­ tunnl­in, tá lánsgjøldini eru gold­in. Í øllum førum er eingin lógarheimild fyri tí. Tá hava bæði Kaj Leo Holm Johannesen og Aksel V. Johannsen sum løg­menn stað­fest og greitt Løg­tingi­ num frá. Eftir at Kaj Leo Holm Johannsen fyri góðum trim­um árum síðani boðaði frá hesum, boðaði Jørgen Nicla­sen frá, at hann fór at koma við einum uppskoti um at presisera lógina, so tað greitt fór at standa í lóg­ini,at tað skuldi vera ókeypis at koyra ígjøgnum tunnilin, tá bara lánini eru aftur­goldin, ikki íløgan hjá landi­num upp á 160 millión­ ir krónur. Í svari til Jørgen Nicla­ sen beint fyri jól segði løgmaður, at sum støð­ an er nú, metir løg­maður ikki, at tað er grundar­ lag fyri at koyra ókeypis í Vágatunlinum, tá ið tulkingin av lógar­grund­ ar­lagnum so greitt vísir, at uppruna ætlanin við lógaruppskotunum var, at allur út­veganar­kost­nað­ urin skuldi gjaldast aftur. Tí bleiv tað ikki ókeypis at koyra í Vágatunlinum 11. des­ember 2016. Løgmaður eisini, at nevndin fyri undir­sjóvar­ tunnlin hevur tulkað lóg­ ina og er komin til somu niðurstøðu, sum undan­ farni løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen, kom til í svari upp á skrivligan fyri­ spurning í september 2013 frá Poul Michelsen. – Sambært tulkingini er tunnilin fult aftur­goldin, tá ið samlaði út­veganar­ kost­naðurin er goldin. Við útveganarkostnaðin mein­ ast allur byggikostnaðurin og harvið bæði lánið og partapeningurin. Løg­frøði­ liga tulkingin hjá undir­ ritaða er hin sama, sum hjá undan­farna løgmanni og henni á ársaðalfundinum hjá tunnilsfelagnum 7. apríl 2016, sigur løgmaður. Hann sigur eisini, at tíðliga í 2013 heitti P/f Vágatunnilin á sak­førara um at tulka lógar­grund­ arlagið við atliti at, nær­ ið verandi undir­sjóvar­tunl­ ar kunnu metast at vera útgoldnir. – Niðurstøðan var, at tað eru teir, tá ið øll íløgan ella útveganarkostnaðurin, t.v.s. bæði láns- og parta­ pen­ingurin, er afturgoldin. Og so vísir løgmaður á lyftið hjá Jørgeni Niclasen frá 2014 um at koma við lógar­uppskoti í tingið. Jørgen Niclasen segði sum landsstýrismaður í svari til fyrispurning frá Eivin Jacobsen, løg­tings­ manni, soleiðis: »..at landsstýrismaðurin ætlar sær í Løgtingið við nágreining av lógini, fyri at sláa fast, at einki bumm­ gjald skal vera, eftir at lán­ tøkan er afturgoldin...«. Uppskotið frá Jørgen Niclasen kom ongntíð í Løg­tingið. AKSEL OG KAJ LEO ER SAMDIR: Frítt at koyra tá tunnilin er goldin Jørgen Niclasen lovaði sum landsstýrismaður at koma við lógaruppskoti, sum nágreinaði, at tað skal vera ókeypis at koyra, tá lánini eru goldin. Men uppskotið kom ongantíð KAJ LEO STAÐFESTI TAÐ: Ókeypis tá lán og partapeningurin er afturgoldin