Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 19 NØVN Hugleiðingar til minnis um John – tann sáttliga, fróða og vitborna tvørámannin Ein góðan summarmorgun í 1963 varð tíðliga purrað út. Veð­ur var at skjóta. Vit, John, Brynj­olf­ur og pápi (Hans), løgdu frá landi á Villi­ ams­brúgv í tí fim­manna­far­in­um. Tvær byrsur og nógv skot. Komnir út um Skarvatanga, sigldu vit spaku­liga norðureftir. Móti Lítlu Dím­un og vestur áaftur. Spakuliga norð­ur­eftir. Slætt var í sjónum og slav­toka. Men lítið av fugli sat á sjónum. Og lomvigagarðarnir vóru fáir. – Okkurt er galið við fuglinum, høvdu teir gomlu á orði. Her er eing­in fuglur. Bakkastið við fugl­ in­um var farið at merkjast. Men nakr­ar svartfuglar fingu vit. Slætt var, so vit sluppu at royna okkum við byrsuni. Sum leið út á dagin, var einki at síggja, so vit sigldu innaftur. Í fjarða­munnanum mælti onkur til at leggja inn á Tjaldavíkshólm at eta mat­pakkan. Sum sagt so gjørt. Tá dag­aði sólin undan og vit høvdu eina hugnaliga løtu á hólminum. Báturin og neystið var karm­ ur­in. Við árum, motori ella við segl­um. Neystið lá beint niðan fyri havagarðin við trøðum, runn­ um og blómum. Umhvørvið var hugna­ligt. Mangir vóru túrarnir við fjarðasnøri. Í Ørðavík, í Holma­ sundi, við Flesina, á Lavnanum, suð­ur fram við landinum ella í fjarða­munnanum. Men henda dagin høvdu vit so eisini roynt at skjóta. Fyri fyrstu­ ferð. Kanska var tað ein mann­ dóms­roynd. Nakrar vikur seinri fór John í øllum førum av landinum. Nú skuldi hann mestsum standa á egn­um beinum – skuldi til Dan­ mark­ar á studentaskúla. Dagurin í 1963 er frískur í minn­ in­um. Men síðani eru bæði lestrarár og eitt heilt arbeiðslív lagt afturum. Næst­an, uttan at vit hava gáað um tað. Og mánadagin tann 22. februar í fjør drap ein stór mannfjøld høv­ ur, tá hesin vitborni og vinsæli, frynt­ligi og fróði, spakføri og sátt­ ligi tvørámaðurin varð borin til grav­ar úti undir Akurgerði. Í fríska og kalda vestanlotinum henda dagin leit eg ímóti Tjalda­ víks­hólmi. Munur á døgum. Tann fyrri á gáttini til lívið – og hesin í nív­andi sorg. Virkin útisetaár Eftir studentaskúlaárini í Rung­sted legði John leiðina til Keyp­manna­ havnar at lesa – búskap og sam­fe­ lags­frøði. Útisetalívið í Keypmannahavn var ríkt – Studentafelagið, Før­ oy­inga­fe­lagið og Neystið og vóru karm­ar­nir. Studentafelagið skipaði fyri pisuveitslum, upplýsandi fund­ um og kjakfundum. Harafturat var stud­enta­kabarettin hjá felagnum fast­ur táttur á ólavsøku. Álit vístu tey John, tí skjótt varð hann vald­ur at standa á odda í tí søguríka fe­lag­ num. Minnist, hvussu nógva orku hann legði í at fyriskipa stud­enta­ kaba­rettina tað fyrsta for­mans­árið. Seinra helvt í seksti-árunum var ein sonn rembingartíð. Fólk fóru at mæla ímóti kjarnorkuvápnum. Fleiri og fleiri vendu sær ímóti vit­ leysu amerikonsku krígsførsluni í Vietnam. Eisini hollir stuðlar hjá NATO-samgong­uni. Mótstøðan gjørd­ist ein fólka­rørsla við nógv­ um og stór­um mótmælisgongum. Og so tók studentauppreisturin seg upp í Fraklandi og í Týsklandi. Upp­reistrarandin breiddi seg skjótt norðureftir, og gjørdist ein uppreistur hjá ungdómi móti goml­ um siðvenjum. Hann setti til viks sið­ir og valdsbygnað. Kravið var ávirk­an, meðavgerðarrætt og fólka­ ræði – á útbúgvingarstovnum og í sam­fe­lagnum annars. Hetta rák ávirkaðu tey flestu ungu. Eisini John. Hann var virkin, og var við í mongum av tí, sum fór fram hesa tíðina. Í orðaskiftum lá væl fyri at seta gongd­ina í eitt samfelagsligt høpi. Í huganum er summarið á Tvør­ oyri í 1969. Eftir fiskaarbeiði og goymslu­arbeiði og ein nátturðabita var tíðarinnar rák, serliga á vinstra­ veingi, á dagsskrá. Ofta í tímar. Og væl dámdi John at greina støðuna. Hann var var greinari, analytikari, sum fáur. – Diskuterið ikki altíð, minnist meg Monu onkutíð siga. Ikki sørt for­syndað. Vit diskutera ikki, vit dispu­tera, svaraði Brynjolfur. Og so helt prátið fram. Ein kaffi­ kopp­ur fyri og annar eftir rann nið­ur­um. Samstundis hópaðu kings- cecilstubbarnir seg upp í øsku­bik­arinum. Í kjalarvørrinum frá bilt­ing­ un­um hesi árini – síðst í seksti- ár­un­um og fyrst í sjeytiárunum, tá nógvir føroyingar eisini vóru virkn­ir ímóti donskum limaskapi í EEC – savnaðust nógv ung á vinstra­veingi. Í Keypmannahavn varð FS – Føroyskir Sosialistar – eitt virkið felag. Umframt at skipa fyri limatiltøkum og almennum fund­um, gav FS út blaðið Framan. Fram­in hevði greinir um føroysk og útlendsk viðurskifti, eitt nú um imp­eri­al­ismu og frælsistríð í goml­ um hjálondum. Ikki minst vaktu grein­ing­ar um føroysk vinnu­við­ ur­skifti ans. Í hesum arbeiði var John virkin. Eisini var hann ein av teim­um, sum tóku stig til føroysku ráð­gev­ingina í Keypmannahavn. Henda hevur síðani verið mongum lands­manni at gagni. Heim til leiðarastarv Í meldrinum í tí hugnaliga danska høv­uðsstaðnum funnu Óluva og John saman. Eitt sera fitt par, sum altíð vóru sera góð við hvønn ann­ an. Skjótt fingu tey Bjarna, og tá tey fluttu til Føroya í 1980, var Elin eis­ini komin. John tók við sum leið­ari á Suðuroyar HF-skeiði eftir Jó­annes Dalsgaard, og Óluva fekk starv í einum bókhaldsvirki, seinri í Tvøroyrar kommunu. John leiddi HF-skeiðið áttai-ár­ ini. Tá kreppan tók seg upp fyrst í níti-árunum, og nógv ung vórðu arb­eiðsleys, skipaðu tey har suðuri eis­ini fyri einum fiskivinnu- og hand­ilsskúla. John stóð á odda fyri nýggja miðnámsskúlanum og Ole Laursen tók yvir HF-skeiðið. John smíðaði helst orðið “miðnám”, sum nú er vanliga heitið fyri hetta út­ búgv­ingarstig. Sum fráleið fækk­ aðu næmingarnir, og tilboðið fall burt­ur. Umframt at leiða mið­náms­ skúlan, var John eisini lestr­ar­veg­ leið­ari. Í hesum starvi kom vinsæli veru­mátin og evnini at síggja loysn­ir honum til góða. Í krepputíðini var John eitt skifti formaður í Yrkisfelagnum – fak­felagnum hjá lærarunum á mið­ náms­skúlunum – sum hann hevði ver­ið at stovna. Hetta tíðarskeið vóru íløgurnar hjá landinum fá­ar, men felagið skoraði á, og mið­náms­ skúlin á Kambsdali varð bygdur. Hann var góður fyrisitari og góð­ur lærari. Tá vit fóru suður at fylgja, komu vit á tal við ein gaml­an næm­ing. Hesin gav John eitt gott skoðs­mál sum lærara í sam­fe­lags­ frøði. – Hann dugdi so ómetaliga væl at greiða frá, og skilti onkur ikki okkurt, ja, so tók hann tað upp á ein annan máta, so øll skiltu tað, helt hesin fyri. Eftir at hava verið knýttur aft­ ur­at miðnámsskúlanum, søkti og fekk John starv sum leiðari á Al­ manna­stovuni í Suðuroy. Í hes­um starvi kom sosiala tilvitanin og evn­ini at skipa fyri honum til góða. Eft­ir at hann gavst í Al­manna­verk­ in­um, undirvísti hann stund­um í mið­námsskúlanum í Hovi. Búsettust undir Heygnum Undir Heygnum á Tvøroyri búðu for­eldrini Mona og Brynjolfur í tí stóru, meira enn hundrað ára gomlu lonini. Tá húsini vóru um­ væld og lagað til tvær familjur, fluttu tey fýra inn sum tað fjórða ætt­ar­liðið í hesum húsum. Heimið hjá Monu og Brynjolfi var hugnaligt, og tey vóru tiltikin fyri gestablídni – hjartalig og góðs­ lig sum tey vóru. Har kom mangur á gátt og har sat mangur væl. Tann sami hugnin – gestablídnið og hjarta­lagið – eyðkendu heimið hjá Óluvu og John. Tá Brynjolfur fylti 60, segði John í talu síni – í fluttum týdningi – at sjónarringurin hjá pápanum rakk út um Høvdan, ja, langt út um. Hetta víðskygni eyðkendi tey øll og dróg onnur til. Prátið í heiminum var ikki tómt prát, ella steypareyp, men samtala við fynd í. Tað tykist sum um, at hesi húsini hava altíð verið eitt savningarstað. Pápi plagdi at siga, at har savnaðist all­ur garðurin, tá tey vóru ung. Vin­ fólk hjá John, Tórfinni, Maritu og Eyð­vør, savnaðust har. Og vinfólk hjá Bjarna og Elini høvdu eisini fast til­haldsstað undir Heygnum. John vaks upp í einum søgu­liga um­hvørvi. Fyrst í gamla býl­ing­ in­um á Kelduni í Sørvági, haðani mamm­an var ættað. Og seinri Undir Heyg­num á Tvøroyri. Umframt áhuga fyri tí samfelagsliga, hevði hann áhuga fyri tí vinnuliga og søgu­liga. Hann var í nevndini, sum fekk fornminnissavnið á Tvøroyri á føt­ur í gomlu Doktarahúsinum. Havi verið við fólki á savninum. Á sín spakføra hátt dugdi hann væl at siga frá fólki, søgu og hendingum. Væl dugdu hann at seta lutir og ann­að í bygdasøguligan sam­an­ hang. Ættin hjá John hevur ein týð­ andi lut í býarsøguni, og tí menn­ ing, sum plássinum var fyri – frá 1860-unum til í 1930-unum, tá bak­ køst­ini komu. Pápin, Brynjolfur, var sonur Maju og Johan Mortensen. Maja (Marin) var úr Havn, dóttur Pálinu og Hans Mohr, skipara, hon úr Ís­ landi og hann úr Hoyvík. Johan var son­ur Onnu Mariu, úr Búð í Hvalba, og Petur Mortensen, keypmann og reiðara, oddamann fyri A/S Mort­ en­sen Eft. í meira enn fjøruti ár. Mamm­an, Mona, var úr Sørvági. Dótt­ir Johannu og Dánjal Paula Jo­ en­sen, Mikinesmaðurin nevndur. Dreingjaárini búðu tey í Sør­ vági, men eftir at omma, Maja, var deyð í 1957, og Bryjnolfi stóð í boði arbeiði á Tvøroyri, fluttu tey suð­ur. Har var hann virkisleiðari á flakavirki, sum handils- og reið­ ara­virkið N.J. Mortensen fór at reka um hetta mundið, eftir at aðr­ir frammanundan høvdu gjørt tær fyrstu royndirnar at skera flak burtur úr tí nógva út­róðr­ar­fisk­in­ um, sum kom upp á land. Familjan fall væl til. John fekk góð­ar vinir, spældi borðtennis í TBF, var skóti, og kláraði seg væl í skúl­an­um. Ein veturin skipaði Út­ varp­ið fyri spurnarkapping millum realskúlarnar kring landið. John var á liðnum. Vit sótu í spenningi og lurtaðu. So kom ein spurningur, sum hevði samband við eitt rok í ein­um amerikanskum stati, tí ein litt­ur lesandi varð rikin burtur frá ein­um lærdum háskúla. Jú, John minsti navnið studentinum James Mary­did, og greiddi spakførur frá hend­ing­unum. Hesi árini – síðst í fimti- og fyrst í sekstiárunum – vóru sum heild ein spennandi, men krevjandi tíð. Nógv­ur útróðrarfiskur kom á land. Silda­skipini vóru fleiri og nógv silda­arbeiði var um summari og á heysti. Línuskipini løgdu upp ís- og saltfisk og eitt skifti reiddi NJM út trolaran Leiv Øssursson. Harafturt komu avskipingar, olju- og agnsøla. Miðdepil í hesum rokanum var Brynjolfur og húsini Undir Heyg­ num. Har varð bankað upp á tíðliga og seint. Eitt áhugavert og rokasligt um­hvørvi at vaksa upp í. Fevndi víða John fevndi víða. Læs nógv og førn­ ing­urin var stórur. Hann fylgdi væl við, burturi og heima, og dugdi væl at seta gongd og støðu í eitt sam­fe­ lags­ligt og politiskt høpi. Onk­un­tíð varð hann biðin at greina politiskar hend­ingar í útvarpinum. Høvdu vit ikki hesa geografisku fjarstøðuna, hevði tað óivað verið oftari. Tá vit fyri góðum ári síðani nutu eina løtu í køkinum Undir Heyg­ num, prátaðu vit eisini um hesa støð­una á lívsleiðini at vera givin at arbeiða. Tað var ikki so galið, skilti eg. Tíðin á arbeiðsmarknaðinum styttist. Hugsaði, at kanska verð­ur høvi og tíð – saman við syskyna­ barn­inum – at rigga gamla seglbátin hjá lang­abbanum til aftur. Men so varð ikki. Mátturin var av álvara far­in at fjarða. Brynjolfur endurgav onkuntíð pápa fyri at siga, at “mínir brøður eru mínir vinir”. Hugsaði um hesi orð­ini, tá dagarnir hjá John fækk­ aðu, og systkynini eisini vóru um hann. John var familjukærur og savn­andi. Systkynini vóru honum sera nær. Fegin var hann um at hava fingið barna­børn. Harmiligt var, at hann, sam­an við Óluvu, ikki fekk høvi at njóta tey meira, og geva teimum nak­að av tí vinsæla verumátanum og tí stóra og vitborna førningini, hann hevði. Enn lýsir glæman út millum spross­arnar í teirri hugnaligu tjøru­ bræddu lonini Undir Heygnum. Men maðurin, sum so ofta stakk høvdið út um døkku grønu hurðina at festa sær í, er fluttur longur út á fjørðin. Ærað verður minnið um systkynabarnið John. Jóhann