týsdagur 10. januar 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
BMI stendur fyri Body Mass Index
og er eitt mát fyri, hvussu nógv fiti
er í kroppinum, mett eftir hædd og
vekt. Hetta mát er bara galdandi
fyri vaksin, bæði kvinnur og menn.
Um BMI er oman fyri 25, vigar
tú, sambært altjóða mátum, ov
nógv. Tað merkir kortini ikki neyð
turviliga, at tú hevur ov nógv feitt í
kroppinum. Fólk við stórum vødd
um ella tungari beinagrind kunnu
hava høgt BMI - uttan at vera ov
feit.
Men, oftast er talan um ov nógv
feitt í kroppinum, um BMI er oman
fyri 25.
Nýggjari kanningar benda kort
ini á, at hesi tøl kundu verið sett
hægri, tí fólk við einum BMI í ovara
endanum av markinum – “vektin er
í lagi” – liva longur, men enn hava
heilsumyndugleikarnir ikki alment
broytt teirra viðmælið.
Tað kann nevniliga vera heilsu
skaðiligt at viga ov lítið, og í tílíkum
føri er týdningarmikið at økja vekt
ina við sunnum kosti og rørslu.
Avleiðingar av fiti
Vigar tú ov nógv, økist váðin fyri
sjúku, eitt nú sukursjúku, ov høgum
blóðtrýsti og hjartasjúkum. Er títt
BMI oman fyri 30, er tað serliga
týdningarmikið, at tú gert nakað
við støðuna.
Fleiri, sum viga ov nógv, fáa
trupulleikar við ryggi og knøum,
og mong fáa kensluna av vantandi
sjálvsáliti.
Okkara
likam
hevur
feitt
goymslur, sum eru neyðugar fyri,
at likamið kann virka, sum tað skal.
Eru hesar feittgoymslur ov stórar,
er persónurin ov feitur.
Feittgoymslurnar gerast ov stór
ar, um tú tekur meira orku inn, enn
tú brennur.
Ella sagt við øðrum orðum, at
feitur verður tann, ið etur ov nógv
– og/ ella rørur seg ov lítið.
Ovurfiti kann arvast, men lívs
hátturin er kortini sera avgerandi
fyri, um tú gerst feit/ur.
Hvat kann gerast?
Tú kanst sjálv/-ur bæði fyribyrgja
og viðgera fiti. Tað, sum ræður um,
er, at orkan, sum fæst gjøgnum mat
og drekka, ikki er størri enn tann
orka, sum verður brúkt til rørslu.
Minni orka gjøgnum mat og
drekka og meira orka til rørslu ger,
at tú lætnar.
Hetta ljóðar so sera einfalt, men
fyri fleiri er kortini ógvuliga torført
at klænka seg. Neyðugt er at broyta
lívshátt, um tú ert ov feit/- ur og vil
fáa røttu vektina.
Tað, sum ger mun, er at fara í
gongd, tí lata vit bara standa til,
hendir einki, og alt verður, sum tað
hevur verið.
Nøkur góð ráð
Ráðini um, hvussu tú kanst lætna,
eru mong. Í fyrsta lagi eigur tú at
avmarka feittið í matinum. Her er
serliga talan um ost, smør, marg
arin, feitan kjøtviðskera og feitar
kjøtrættir.
Tær nýtist tó ikki heilt at lata
vera við at eta slíkan mat, men tað,
sum ræður um, er at eta minni. Í
staðin kanst tú eta frukt, grønmeti
og kornúrdráttir.
Eitt gott mál er at brenna eitt
sindur av orku hvønn dag. Tú kanst
eitt nú ganga til og úr arbeiði ella
skúlanum, og tú kanst ganga túrar
í frítíðini.
Tað hevur týdning, at tú etir
minni av sukri og góðgæti, og drekk
ikki nógv sodavatn og rúsdrekka.
Tey geva nógva orku, men metta ikki.
Ætlar tú at tapa teg, skalt tú ikki
svølta teg, tí í longdini er tað ikki
nøkur gongd leið.
Neyðugt er at ganga, renna ella
røra seg í minsta lagi ein hálvan
tíma um dagin.
Vilmund Jacobsen
Danin, Bjørn Richelsen, sum er
doktara í føðslu og serfrøðingur
í fiti, sigur, at broytingar í kosti
og motión kunnu brúkast fyri at
vinna á einari lítlari yvirvekt.
– Men, tá vit tosa um yvirvekt á
eini 15 til 20 kilo ov meira, er talan
um eina meira kroniska støðu, enn
tey flestu geva sær far um. Fólk
missa kanska ein part av yvirvekt
ini, men oftast taka tey kilo’ini upp
á aftur.
Tí er fyribyrging av ovurvekt
eftir hansara tykki ein nógv betri
íløga í mun til at berjast fyri at fáa
yvirvektina burtur aftur.
– Men, tað eru nógvir heilsuligir
fyrimunir við at eta sunt og moti
onera, sjálvt um fólk ikki sleppa av
við tey nógvu kilo’ini.
Peter Frunch-Jensen, doktari í
kirugiskari gastroenterlogi, sum
er ein teirra, ið hevur gjørt flestar
“gastric bypass” viðgerðir í Dan
mark, stuðlar úttalilsunum hjá
Bjørn Richelsen.
– Tað eru umleið fimm prosent,
sum eru før fyri at tapa seg og síðan
halda fast um vektina – bert við at
halda seg til klænkikurin. Kroppur
in vil altíð royna at taka upp á aft
ur í vekt, og henda effektin varar í
fleiri ár.
Peter Frunch-Jensen heldur, at
fólk, sum hava vekttrupulleikar,
kortini eiga at royna at tapa í vekt
við lívstílbroytingum.
– Ert tú millum tey fimm pros
entini, sum hava eydnuna við sær,
eru ongar avleiðingar ella vand
ar knýttir at hesum, leggur Peter
Frunch-Jensen, doktari í kirugisk
ari gastroenterlogi, aftrat.
Kelda: www.helse.dk
Tað kann vera heilsuskaðiligt at viga ov lítið, og vigar tú ov nógv, økist váðin fyri sjúku, eitt nú sukursjúku, høgum
blóðtrýsti og hjartasjúkum. Er títt BMI oman fyri 30, er tað serliga týdningarmikið, at tú gert nakað við støðuna
Tú skalt ikki viga ov nógv
- men heldur ikki ov lítið
HEILSA
Tað eru umleið fimm prosent, sum eru før fyri at tapa seg og síðan halda fast um vektina – bert við at halda
seg til klænkikurin. Kroppurin vil altíð royna at taka upp á aftur í vekt, og henda effektin varar í fleiri ár
Tey fæstu klára at halda vektina
BMI-talið verður roknað soleiðis, sum henda talvan vísir
Peter Frunch-Jensen er doktari
í kirugiskari gastroenterlogi
Tað, sum ger mun, er at fara í gongd, tí lata vit bara standa til, hendir einki, og alt verður, sum tað hevur verið