týsdagur 10. januar 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað er ikki uttan orsøk, at
júst hesir spælararnir eru
teir, ið skriva føroyska lið
søgu við at vinna seg víðari
til eitt HM endaspæl. Fleiri
teirra hava síðani teir vóru
ungir spælt saman. Eitt
tiltak, sum nøkur av for
eldrunum tók stig til, tá
landsliðsarbeiði hjá hond
bóltssambandinum
var
í
minna lagi.
Millum forledrini eru Ingi
Olsen, Gunnar Djurhuus og
Pole J. Hansen, ið hava verið
til at menna eitt samstarv
millum feløgini, ið høvdu góð
lið í 1995 og 1996 árganginum.
Vit fara í hesi grein at lýsa
spælararnar á U21 lands
liðnum, sum skulu til HM
endaspælið í Algeria í seinna
hálvu av juli.
Málverjar:
Niklas Simonsen, Skjern
Håndbold (Danmark), 20 ár
Er uppvaksin í VÍF, har hann
eisini var ein stórur partur
av liðnum, sum endiliga fekk
gullið aftur til vestmannar.
Hann hevur síðani skift til
danskan hondbólt, har hann
spælir við Skjern. Stóð seg
væl í HM undankappingini.
Var fyrsti málverji, men fekk
harða kapping upp plássið.
Hørður Trygvason, SG
Flensburg-Handewitt
(Týskland), 17 ár
Er ein av teimum ungum
spælarum,
ið
spæla
við
týska SG Flensburg-Hande
witt, samstundis sum teir
taka studentsprógv í Aaben
raa í suðurpartinum av
Danmark. Fekk sítt heilt
stóra gjøgnumbrot í triðja
og seinasta dystinum í HM
undankappingini, tá hann
vísti stórspæl. Hevur úttalað
seg um, at hann ynskir at
røkka langt sum hondbólts
málverji.
Spælskiparar:
Jónas Gunnarson Djurhuus,
H71, 20 ár
Mál: 9
Er ein av spælarunum, sum
hevur verið við allan vegin
í menningin av U21 lands
liðnum. Er spælskiparin á
liðnum og ein av teimum,
sum veruliga tekur ábyrgd,
tá mest stendur á. Umframt
góðu evnini at skipa spælið,
so hevur hann eisini góða
gjøgnumbrotsstyrki og eitt
gott skot. Tað hevur hann
eisini prógvað á H71 liðnum,
har hann millum berandi
kreftirnar.
Hevði eina framúr HM
undankapping á Hálsi.
Teis Horn Rasmussen,
Neistin, 20 ár
Mál: 2
Hevur eisini verið partur
av tilgongdini til hetta U21
landsliðið. Er til dagligt spæl
skipari á einum óstøðugum
Neistaliðið. Tað sæst onkun
tíð aftur í avrikunum, har
venjararnar
heldur
velja
Jónas Djurhhus í álopsstøðu,
meðan Teis Horn Rasmussen
fyri tað mesta spælir í verju
støðu, har hann fleiri ferðir
vísti sína styrki. Er eitt
sindur
“klassens
frække
dreng”.
Pætur Johansen, StÍF, 20 ár
Mál: 0
Er í holt við sítt gjøgnumbrot
í bestu deildini í Føroyum,
har hann er millum lykla
spælararnar
hjá
StÍF.
Fekk ikki nógva spælitíð í
undankappingini, men held
ur hann fram at leiða StÍF og
menna seg, so er hann ein
spennandi spælari, sum er
kvikur á fótum, hevur eitt
gott avsett og torir at skjóta.
Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal,
H71, 20 ár
Mál: 15
Liðskipari, undangongumað
ur og toppskjútti. Hoyvík
ingurin hevur upp á tríggjar
dagar vunnið seg i hjørtini
á føroyska fólkinum. Hann
gevur alt hann eigur og kens
lurnar hanga uttaná troygg
juni. Var óiva besti føroyski
spælarin í undankappingini
og skoraði heili 15 mál.
Hevur stríðst eitt sindur
við skaða hetta kappingar
árið, og hevur ikki sett seg
eins væl ígjøgnum í føroysk
um hondbólti, sum hann
gjørdi til undankappingina.
Hann
er
leiðarin
á
føroyska liðnum, sum altíð
er til reiðar at taka dystin
upp móti størri og sterkari
mótstøðu. Hevur verið við U21
landsliðsárganginum øll árini.
Er úttikin til A-landsliðið.
Pætur Mikkjalsson,
Neistin, 19 ár
Mál: 0
Er eitt lutfalsliga nýtt navn
í føroyskum hondbólti, har
hann spælir við Neistanum.
Stóð í skugganum av Helga
H. Hoydal, men loysti til tíðir
væl av í verjustøðu. Verður
mettur sum ein spennandi
spælari, sum er í menning,
men
hevur
ikki
somu
royndirnar, sum onkrir av
hinum í altjóða dystum.
Bakkar:
Áki Egilsnes, VÍF(TMS
Ringsted), 20 ár
Mál: 10
Er stóra stjørna á føroyska
liðnum. Vinstrahandi bakk
urin úr Vestmanna er tann
spælarin, sum hini liðini velja
burturúr at mansverja, um
teir skulu velja ein. Hevur
verið skaddur í eitt hálvt ár,
men bleiv akkurát klárur
til HM undankappingina.
Hóast torførar umstøður, so
skoraði hann 10 mál.
Teir skrivaðu føroyska søgu, tá teir sunnudagin vunnu triðja dystin upp í slag í HM
undankappingini fyri U21 landslið í hondbólti. Púra óvæntað hava vunnu seg víðari til HM
endaspælið, sum verður í Algeria í summar. Hesir eru ungu menninir, ið framdu bragdi
HESIR ERU U21
LANDSLIÐS
SPÆLARARNIR
Brandur Halgirsson, sum til dagligt spælir í Týsklandi
Tony Weyhe, Fríði Weyhe og Rógvi Weyhe