Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevur hetta kapp­ingar­árið spælt við TMS Ringsted, men er nú aftur í VÍF. Hevur verið við í tilgongdini øll árini. Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne (Danmark), 20 ár Mál: 9 Er uppvaksin í StÍF, men hevur til hetta kappingarárið skift til danskan hondbólt. Er eins og Áki Egilsnes vinstra­handur. Er bakkur, men spældi ein stóran part á vonginum. Tað riggaði avbera væl, tí hann var trygg­ur úr spískum. Tykist vera mentur nakað síðani hann fór av landinum at spæla. Vónin er, at hann kemur fyri seg í donskum hond­bólti. Er ein av teimum, sum hevur verið við øll árini. Fríði Weyhe, KÍF, 20 ár Mál: 9 Er yngstur av trimum hond­ bólts­beiggjum, sum allir hava slitið sínar skógvar í KÍF. Meðan Rógvi og Tony eru kend nøvn í føroyskum hond­bólti, so er Fríði Weyhe veru­liga í holt við fáa sítt egna gjøgnumbrot. Er sterkur í verjustøðu, men vísti serliga móti Sveis og í avgerandi løtunum móti Finnlandi, at hann eisini kann skjóta mál. Ein av teimum stinnastu til HM undankappingina og ein spælari, sum heilt víst kem­ ur at seta sín dám á KÍF kom­ andi árini. Hilmar Leon Jakobsen, H71, 19 ár Mál: 5 Er kropsliga ótrúliga væl fyri, tá talan er um ferð og avsett. Tað vísti hann eisini í løtum til HM undankappingina. Er ein týdningarmikil spælari fyri H71, men vísti í løtum eisini, at hann er ein spælari í menning. Meðan tú ikki kann kjakast um kropsligu egin­leikarnar, so vóru onkrar avgerðir, sum kastaðu teknisk­ar feilir av sær. Hevur valt hondbóltin framum fótbóltin, og tað verða tey í H71 fegin um í framtíðini – ongin ivi um tað. Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt (Týskland), 17 ár Mál: 0 Verjukempan er sonur Halgir Dahl Olesen, sum í nógv ár var millum bestu spælararnar í føroyskum hondbólti. Tað sæst aftur á bara 17 ára gamla Brandi, sum til dagligt spælir í Týsk­landi. Hann er væl yngri enn flestu av liðfeløgunum, men alíkavæl millum størstu og sterk­astu á liðnum. Kom í fleiri førum inn í verju­partinum og gjørdi tað væl. Eins og Hørður Trygva­ son, so lesur hann í Aabenraa og spældir hondbólt í Týsk­ landi, har málið er at røkka langt. Torkil Hentze, Neistin, 19 ár Mál: 1 Er ein av spælarunum, sum stendur í menning, men sum ikki fekk nógva spælitíð. Hann kemur javnan inn fyri Neistan, men manglar enn at fáa sítt gjøgnumbrot. Vísti tó, at hann ætlar sær nakað, tá hann bleiv skiftur inn, tí hann meddaði bóltin í málið. Neistin hevur fleiri ungar spælarar í løtuni og ynskir at menna teir. Tað kemur Torkil at njóta gott av. Vengur: Rói Berg Hansen, Neistin, 20 ár Mál: 13 Næst toppskjútti og ein av undangongumonnunum á liðnum. Hevur fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum hond­bólti. Hevur verið uttan­fyri landoddarnar og roynt seg, men enn er tað ikki blivið áfast millum hann og eitt felag uttanlands. Stóð seg væl í HM undan­ kappingini, har hann tók sær av brotskøstunum. Tað kom hann væl frá. Tað er ikki óhugsandi, at vit síggja hann spæla yrkishondbólt einaferð. Pætur Thomsen, H71, 20 ár Mál: 6 Spælir til dagligt við H71, har hann er fastur maður á vonginum. Stóð aftan­ fyri Kjartan Johansen í rað­ fylgjuni á høgrabakki, men tók av so skjótt hann kom á vøllin. Er ein týpiskur vong­ ur við nógvari ferð og snild­ um avsluttningum. Skoraði nøkur avbera týdn­ingarmikil mál. Millum annað móti Sveis. Sjúrður Olsen, VÍF, 19 ár Mál: 9 Er sonur Inga Olsen og spælir til dagligt á vinstra vongi hjá VÍF. Var annað val á vinstra vongi, men tók eisin av, tá hann fekk møguleikan. Manglar enn at fáa sítt gjøgnumbrot í Føroyum, men vísti stóran tryggleika í HM undankappingini, har hann serliga móti Sveis gjærdi alt rætt frammanfyri málinum, Tóktist bara veksa við uppgávuni. Spælararnir, sum eru í hvítum og grønum troyggjum, eru hesir: Standandi frá vinstru: Jónas Gunnarsson Djurhuus, Teis Horn Rasmussen, Hilmar Leon Jakobsen, Brandur Halgirsson, Kjartan Johansen, Fríði Weyhe, Áki Egilsnes og Helgi Hildarson Hoydal. Húkandi frá vinstru: Pætur Thomsen, Torkil Mørk Hentze, Sjúrður Olsen, Niklas Simonsen, Hørður Trygvason, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen og Pætur Johansen. Jónas Gunnarsson Djurhuus í dystinum móti Ísrael Áki Egilsnes bleiv væl dekkaður í flestu av dystunum