týsdagur 10. januar 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Freelance-pilotar
til Atlantic Airways
- við støð í Keypmannahavn
Okkum tørvar nakrar freelance-pilotar
at flúgva okkara Airbus 319/320,
um høgtíðirnar og í summartíðarskeiðinum,
tá ið tað er nógv ferðsla.
Sum freelance-pilotur fært tú møguleikan at
royna teg í einum avbjóðandi starvi. Tú skal
kunna arbeiða fulla tíð í summar-mánaðunum
juni, juli og august 2017. Tað er ein fyrimunur
fyri okkum og vónandi eisini fyri teg, um tú eftir
hetta eisini kanst vera tøk/ur, tá tørvur er á tí í
høgtíðunum, og tá nógv er at gera.
Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr
Keypmannahavn og hava lætt við at møta
upp á flogvøllinum til skiftandi arbeiðstíðir.
Tín uppgáva verður, saman við okkara vandu
flogskiparum, sum eru í føstum starvi, at hjálpa
til á ein professionellan hátt og at halda tey
høgu krøv, tænastu og væntanir, sum verða
sett til Atlantic Airways.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og arbeiðir málrættað
og professionelt. Tú skalt vera broytilig/ur
(fleksibul) – her verður eisini hugsað um tað
praktiska í sambandi við arbeiðstíð og -stað.
Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at
starvast tætt saman við øðrum og kanst gera
mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar.
Tú skalt kenna til føroysk viðurskifti og hava
loyvi at búgva og arbeiða í Norðurlondum og
EU.
Krøv
Umsøkjarar skulu hava eitt av hesum
certifikatum:
• ATPL(A)
• MPL(A)
• CPL(A), við ATPL teori og MCC prógvi.
Í øllum trimum førum skalt tú hava eitt
galdandi IR(A)ME, eitt General Flight
Radiotelephone Operator Certificate (GEN)
og ICAO Language proficiency við level 4
í enskum.
Tímakrav: Í minsta lagi 200 tímar í flogfari
(ikki FTD/STD).
Byrjan
Byrjarnarsamrøður verða hildnar skjótast til
ber, og endaliga valið av freelance-pilotum
verður í februar 2017.
Arbeiðstíðir og -staður
Verður tú vald/ur, skalt tú umskúlast til at
kunna flúgva okkara Airbus 319/320.
Umskúlingin fer fram í Toulouse í februar, mars
og apríl 2017.
Atlantic Airways rindar fyri umskúlingina, ferð,
uppihald og dagpening. Løn verður ikki goldin
í sambandi við umskúlingina.
Eftir umskúlingina verður avtala gjørd um
Line-venjingina, sum tekur umleið ein mánað.
Løn og dagpeningur verður goldin undir
Line-venjingini.
Eftir hetta skalt tú skjótast tilber arbeiða fulla
tíð í juni, juli og august, við møguleika fyri
arbeiði í september eisini. Seinni skalt tú, eftir
tørvi, vera tøkur í høgtíðunum og tá nógv er at
gera.
Starvið er við støð í Kastrup Lufthavn. Løn og
dagpeningur eru sambært galdandi reglum
hjá okkara freelance-pilotum.
Tá byrjanarsamrøðurnar og valið av
freelance-pilotum hava verið, skulu tey valdu
ígjøgnum eina roynd, sum snýr seg um
týdningin at arbeiða gjølla, skjótt og neyvt.
Eisini verður ein persónsgreining gjørd av
viðkomandi, har fatanarstigið verður mett.
Við støði í hesum, saman við byrjanar-
samrøðunum, verður tað okkara
setanarnevnd – møguliga við fleiri starvs-
samrøðum – sum fer at velja út og gera
tilmæli til leiðsluna um skikkaðar umsøkjarar.
Í setanarnevndini sita HR-leiðarin, flogovastin,
flogstjórin, veningar- leiðarin og eitt umboð fyri
flogskipararnar.
Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starv sum freelance
pilotur, vinarliga sendi okkum eina skrivliga
umsókn saman við CV, mynd, prógvum og
viðmælum til starv@atlantic.fo
Umsóknarfreistin er tann 31. januar 2017.
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi,
úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var
501 milliónir krónur í 2015. Atlantic Airways hevur tvey Airbus 319 flogfør, eitt Airbus 320 flogfar og tvær AW139 tyrlur í flotanum. Flogførini røkja
rutusambandið úr Føroyum til Danmarkar, Edinburgh, Reykjavík og Bergen alt árið – og Barcelona, Mallorca, Kreta, Lissabon um summarið.
Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.