týsdagur 10. januar 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Flogmekanikaralærlingur
til Atlantic Airways í Føroyum
Hevur tú gott høvd, góðar hendur og góðan
hug til framkomnan mekanikk? Dámar tær
væl at hava skil í tingunum og arbeiða eftir
forskriftum? Ynskir tú at vera partur av einum
toymi, sum tryggjar, at okkara flogfør og tyrlur
eru til reiðar at fara á flog? So er tað møguliga
tær vit leita eftir.
Okkara lærlingar fáa eina holla og umfatandi
innleiðslu í og vitan um viðlíkahald og
umvæling av flogførum og tyrlum
- bæði innan mekanikk, pneumatikk,
hydraulikk og elektronikk.
Alt hetta er neyðugt fyri, at vit framhaldandi
kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag,
har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera
Føroyar atkomuligar.
Vit leita nú eftir lærlingi við røttu eginleikunum
og rætta hugburðinum, sum kann gerast
partur av felagnum.
Tínir eginleikar
Tú skalt hava hug til at arbeiða bæði við
pappíri og teldu - og serliga hava gávur og
handalag at arbeiða við amboðum, tøkni og
mekanikki. Tú hevur vanligan kunnleika í
enskum máli, dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert
ágrýtin og hevur góð samstarvsevni.
Lærutíðin
Lærutíðin er á leið fýra og eitt hálvt ár. Hand-
verksfrálæran fer fram í Føroyum og møguliga
á útistøðunum hjá felagnum og á øðrum
viðkomandi verkstøðum. Skúlaskeiðini fara
fram á TEC-skúlanum í Hvidovre í Danmark.
Í lærutíðini er lønin ásett smbrt. sáttmála
millum Atlantic Airways og avvarðandi
fakfelag.
Umsøkjarar, ið hava grundskeið í flog-
mekanikki, 10. flokk og støddfrøði á C støði,
hava fyrimun.
Umsóknir
Hevur tú hug at koma í læru sum
flogmekanikari, so vinarliga sendi okkum eina
skrivliga umsókn saman við CV, mynd,
prógvum og viðmælum til starv@atlantic.fo
Umsóknarfreistin er tann 31. januar 2017.
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi,
úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var
501 milliónir krónur í 2015. Atlantic Airways hevur tvey Airbus 319 flogfør, eitt Airbus 320 flogfar og tvær AW139 tyrlur í flotanum. Flogførini
røkja rutusambandið úr Føroyum til Danmarkar, Edinburgh, Reykjavík og Bergen alt árið – og Barcelona, Mallorca, Kreta, Lissabon um
summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.
Flogternur og -tænarar
til freelancestørv hjá Atlantic Airways
Sum freelanceflogterna/flogtænari sleppur tú
at royna teg í einum avbjóðandi starvi.
Tú skalt kunna starvast fulla tíð í summar-
mánaðunum juni, juli og august 2017.
Tú mást búgva og kunna røkja starvið úr antin
Føroyum ella Keypmannahavn og hava lætt
við at møta upp á fløgvøllinum til skiftandi
arbeiðstíðir.
Tín uppgáva er fyrst og fremst at syrgja fyri
trygdini hjá ferðafólkunum. Samstundis ert tú
við til at seta viðskiftafólk okkara í miðdepilin
og vísa, at Atlantic Airways er eitt flogfelag við
fyrsta floks tænastu.
Tínir eginleikar
Tú ert ábyrgdarfull/ur og tænastusinnað/ur
- tú dugir og ert tilvitað/ur um at gera ferðina
hjá viðskiftafólki okkara so góða og smidliga
sum gjørligt.
Tú kanst arbeiða undir trýsti, trívist við at
starvast tætt saman við øðrum og kanst gera
mun fyri viðskiftafólk og starvsfelagar. Tað er
ein fyrimunur, um tú hevur miðnámsprógv og
royndir frá tænastuarbeiði.
Krøv
Tú ert minst 21 ár, tosar føroyskt, dugir at
samskifta á minst einum skandinaviskum máli
og dugir væl enskt, hevur góða heilsu, vanliga
sjón, megnar at svimja minst 200 metrar og
kanst verða heilsugóðkend/ur til at fáa
flúgviloyvi.
Byrjan
Setanarsamrøður verða í februar 2017, og
verður tú sett/ur í starv, skalt tú á heildags-
skeið í 2-3 vikur í apríl 2017, áðrenn tú byrjar.
Løn verður ikki goldin í sambandi við skeiðið.
Starvsvenjing umborð á flogførunum verður í
apríl, mai og juni. Fulltíðarflúgvingin byrjar í
endanum av juni og heldur fram allan juli til
fyrru hálvu í august.
Arbeiðstíðir og -staður
Tá tú hevur tikið skeiðið, staðið kabinu-
starvsroyndina og fingið heilsugóðkenning,
skalt tú, eftir nærri avtalu, vera tøk/ur til
neyðugu starvsvenjingina umborð á okkara
flogførum, soleiðis at tú ert endaliga til reiðar
at arbeiða fulla tíð í juni, juli og august.
Møguleiki er eisini fyri, at tú kemur at arbeiða í
seinnu hálvu av august og partar av
september. Tú skalt vera tøk/ur allar dagar frá
seinnu hálvu í apríl til fyrst í september 2017.
Vit taka sjálvsagt hædd fyri neyðugu lógar-
ásettu hvílitíðini. Vit vænta, at tú ert lagalig/ur
og tøk/ur til flest møguligar flogtímar.
Starvið er við støð í Føroyum ella Keypmanna-
havn. Løn og dagpeningur sambært galdandi
reglum.
Umsóknir
Hevur tú hug at søkja starv sum freelance
flogterna ella -tænari, vinarliga sendi okkum
eina skrivliga umsókn saman við CV, mynd,
prógvum og viðmælum til starv@atlantic.fo
Umsóknarfreistin er tann 31. januar 2017.
Atlantic Airways
Georg Suðurgarð
Director, Human Resources
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi,
úrslit og góð starvsfólkaviðurskifti. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var
501 milliónir krónur í 2015. Atlantic Airways hevur tvey Airbus 319 flogfør, eitt Airbus 320 flogfar og tvær AW139 tyrlur í flotanum. Flogførini
røkja rutusambandið úr Føroyum til Danmarkar, Edinburgh, Reykjavík og Bergen alt árið – og Barcelona, Mallorca, Kreta, Lissabon um
summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.