Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-10, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Øllum tykkum, sum sýndu samkenslu og hjálptu okkum við deyða og jarðarferð góðu systur okkara Jonnu Dahl Funningi takka vit hjartaliga. Sonja og Petur Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum á ymsan hátt vístu samkenslu, tá maður mín, pápi, verpápi og abbi okkara John Mortensen f. 10.05.1947 d. 19.02.16 andaðist. Vit vilja serliga takka familju og vinum fyri stuðul og hjálpsemi. Ein hjartans tøkk til starvsfólkini á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri tykkara umsorgan fyri John og okkum avvarðandi ta seinastu tíðina. Takk til tykkum øll, sum vóru og fylgdu John. Takk til kirkjutænarar, sangarar og ikki minst Jens Mortan Mortensen fyri vøkru og sigandi orðini undir jarðarferðini. At enda takk til Onnu Kirstin og Seglloftið fyri at fyrireika sera hugnaliga ervið. Vit ynskja tykkum øllum somlum eitt gott nýggjar. Óluva, Bjarni og Elin við familju Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara høgt elskaða kona, mamma, vermamma og omma Sólmá Fríðgerð Hermansen f. 18.07.1952. d. 01.12.2016 andaðist og varð jarðað. Takk til starvsfólkið á B6 og heimasjúkrasystrarnar, fyri góða røkt seinastu tíðina. Takk til Sverra Kass, fyri góð og troystarrík orð á kapellinim. Takk til Símun P. Jakobsen, fyri heimavitjan, meðan sjúkan herjaði, og góða prædiku til jarðarferðina. Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk til bindiklubban, familju og vinir, fyri alla hjálp í sambandi við jarðarferðina og ervið. Takk fyri alla sýnda samkenslu, bæði við vitjanum, uppringingum, bakstri og gávum. Takk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Við ynskjum um eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Finnbjørn, Anita, Trygvi, Áki og Unn, við familjum Tøkk Hjartaliga takka vit fyri gávur, blómur, vitjanir, uppringingar og heilsanir á 80 ára føðingardøgum okkara. Øllum verður ynskt eitt gott og eitt av Harranum signað nýggjár. Karin og Manne Tøkk Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæri bróðir Alek Bech f. 24.03.1949 d. 20.11.2016 andaðist og fór til gravar. Vegna familjuna Niels, Sigurd og Poul Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu meg á 100 ára føðingardegnum 10. oktober og gjørdu mær dagin ógloymandi. Tøkk fyri gávur, blómur og heilsanir. Heilsan Alfred Haraldsen Sethús til sølu í Vestmanna Um hóskandi bođ fæst, verđa hesi húsini á Niđaravegi 79, Vestmanna, seld. Prísuppskot 800.000 kr. Nærri fæst at vita, viđ at ringja tlf. 269037 Kunning um prísbroytingar Galdandi frá 1. februar 2017 verður prísurin broyttur á tænastuni nummarkall (118) Prísbroyting v/mvg: Verandi prísir: mán.-leyg. 08-18 Aðrar tíðir Uppringingargjald 10,00 kr. min. 15,00 kr. min. 7,50 kr. Nýggir prísir: mán.-leyg. 08-18 Aðrar tíðir Uppringingargjald 15,95 kr. min. 19,95 kr. min. 9,95 kr. i Ring 80 80 80 Vit vegleiða teg fegin