týsdagur 10. januar 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FAKFELAGSRISI
OG 20 FAKBÓLKAR
KOM OG GER MUN FYRI 2.000 LIMIR
BJÓÐAR AV…
Til nevndina í Starvsmannafelagnum, ið telur 5 limir, skulu á næsta aðal
fundi veljast 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir.
Sambært §9 í lógum felagsins verður boðað til uppstilling til nevnd arval
í Starvsmannafelagnum.
Veljast skulu 2 nevndarlimir og 2 tiltakslimir.
Nevndarlimirnir verða valdir fyri 3 ár og tiltakslimirnir fyri 1 ár á aðal fundi
fel agsins, 4. mars 2017. Uppstillingin skal vera liðug inn an 1. februar 2017.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skriv
liga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella lim ir ynskja
at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir ann an lim upp enn
seg sjálvan, skal samtykki valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini.
Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal vera skrivstovu felagsins í
hendi ikki seinni enn 1. februar 2017. Í frásøgnini skal vera tilskilað navn
og bústaður hjá valevninum, og hvar valevnið arbeiðir.
Aðalfundurin velur nevndarlimirnar beinleiðis við vanligum meiri luta.
Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um,
hvørji stilla upp til nevndarval og verða at velja ímillum á aðal fundinum.
Víst verður annars sum heild til § 9 í felagslógini.
Send fráboðanir um uppstilling til
Starvsmannafelagið
J.H. Schrøters gøta 9
Postboks 165
110 Tórshavn
Fiskimálaráðið
Ábyrgdarøki
Samskiparin skal, vegna landsstýris
mannin í tilbúgvingarmálum, tryggja eina
samvirkandi tilbúgving fyri alt landið og
veita myndugleikum, kommunum og
fyritøkum ráðgeving.
Høvuðsuppgávur
• At tryggja, at ein lýsing av allari
tilbúgvingini altíð er tøk, ment og
dagførd. Lýsingin staðfestir ábyrgd
og uppgávur hjá myndugleikum og
øðrum, ið eru partar av tilbúgvingini.
• At gera greiningar av ábyrgdarbýti,
samskipan, váða, dimensionering,
viðbrekni o.a.
• At veita myndugleikum, kommunum,
fyritøkum og feløgum ráðgeving, eins
og at umsita ymsar eftirlitsuppgávur
innan tilbúgving.
• At umboða landsstýrismannin í
tilbúgvingarmálum í síni heild, eitt nú
sum formaður í Tilbúgvingarráðnum
og í ymsum arbeiðsbólkum, tað veri
seg í Føroyum og í norðurlendskum
samstarvi.
• At standa fyri lógar og kunngerðasmíði
og at orða nýggjar reglugerðir og
leiðbeiningar.
• At umsita alla málsviðgerð innan økið,
harundir stuðul til bjargingarfeløg.
Almenn førleikakrøv
• Viðkomandi útbúgving.
• Starvsroyndir innan virkisøkið ella
royndir, ið kunnu setast í samband við
økið.
• Tað er av týdningi, at samskiparin hevur
góð evni at síggja virkisøkið í síni heild,
men eisini evni at fara í smálutir, tá
ávísar arbeiðsuppgávur krevja tað.
• Fyrimunur er at hava góð evni at
samskifta við eitt nú heimligar og
útlendskar myndugleikar og umboð fyri
yrkisbólkar, virki og feløg.
• Góð evni at gera greiningar eins og
evni at miðla fløktar spurningar á ein
greiðan hátt.
Setanartreytir
Starvið verður lønt eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um
Fiskimálaráðið og stovnar undir tí,
umframt hini stjórnarráðini.
Umsókn
Umsókn, saman við upplýsingum um
prógv, royndir og møgulig viðmæli,
verður send til Fiskimálaráðið, postrúm
347, FO110 Tórshavn, ella við telduposti
til fisk@fisk.fo í seinasta lagi 28. januar
2017.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá
Hera Joensen, deildarleiðara, á tlf. 55 32 12,
ella Rógva Reinert, aðalstjóra,
á tlf. 55 32 11.
Samskipari í tilbúgvingarmálum
Søkt verður eftir samskipara í tilbúgvingarmálum til Fiskimálaráðið.
Fiskimálaráðið er eitt av átta Stjórnarráðum í Landsfyrisitingini, ið veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í Fiskimálaráðnum starvast 15 starvsfólk.
Umsitingarøkið fevnir um fiskivinnumál, fiskiveiðieftirlit, fiskirannsóknir og –gransking, inntøkutrygd fiskimanna, hvalamál, búnaðarmál, bjarging, tilbúgving og trygd.