Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. januar 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Námsfrøðingur til Fuglafjarðar kommunu Søkt verður eftir: Námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv, at arbeiða 30 tíma viku, við fyribils starvsstaði á vøggustovu í Barnalund í Fuglafirði. Starvið er at byrja 01. febuar 2017 til 01. februar 2018. Vit sóknast eftir starvsfólki: • ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt, og eru før fyri at orða seg skrivliga • ið hava arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum • ið hava umsorgan fyri børnunum • ið eru eldhuga og jalig • ið hava góð samstarvsevnir • ið síggja møguleikar fram um mørk • ið kann arbeiða við ymiskleikum og sertørvið Vit kunnu bjóða tær: • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur • eitt starv, har tú kanst brúka tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan Setanartreytir: Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Um útbúgvin námsfrøðingur ikki søkir, kann starvið verða fyribils sett við hjálparfólki. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran í Barnalund í Fuglafirði Leilu H. Hansen, á tlf. 238031. Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum, skulu verða Býráðsskrivstovuni, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. januar 2017 kl. 10.00. Fuglafjarðar kommuna Ennivegur 38 FO-530 Fuglafjørður Ella info@fuglafjordur.fo Fuglafjarðar Kommuna Søkt verður eftir einum røktarstarvsfólki til útiøkið hjá Nánd Talan er um eitt farloyvisstarv frá 01.02.17 til 30.11.17. Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær, vit leita eftir. Søkt verður eftir • Einum heima-/ heilsuhjálpara ella heilsurøktara at arbeiða 32 tímar um vikuna í miðal, mest í dagvaktum.. Starvið verður at byrja 01. februar 2017 ella skjótast møguligt Dentur verður lagdur á • Førleika, hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum stuðul og hjálp til at megna sín gerandisdag • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrging og endurvenjing • Góð tvørfaklig samtarvsevni • Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum • Jaligheit og smidleika Vit kunnu bjóða • Eitt spennandi arbeiðspláss • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar • Gott samstarv við onnur fakfólk Starvsetan og løn Størvini verða sett sambært sáttmála við av varð- andi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Annu Jacobsen, deildarleiðara á Miðstøðini á tlf. 730212. Umsóknir Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. Jan. 2017 Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd - Kulibakki 8 - 520 Leirvík ella á teldupost: nand@eystur.fo Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd Heimatænastuna á www.eysturkommuna.fo/nand/ Leiðari til Frítíðarskúlan við Stórá Eitt farloyvisstarv sum leiðari á Frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík er leyst at søkja. Starvið er fulltíðarstarv og starvstíðin er frá 1. februar 2017 til 1. februar 2018. Ftítíðarskúlin veitir frítíðartilboð til forskúlabørn og børn úr 1. og 2. flokki. Í løtuni ganga 83 børn í frítíðarskúlanum. Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyri­ sitingarligu ábyrgdina av stovninum og skal: • leiða og skapa samstarv millum starvsfólk og við foreldur • virka fyri einum góðum og tryggum barnaumhvørvi • skapa dygd og námsfrøðiliga menning • stýra neyvt fíggjarliga • fyrisita væl á sínum ábyrgdarøkið • samstarva við kommunalu umsitingina, við aðrar leiðarar innan barnaansingina og við aðrar viðkomandi stovnar Førleikakrøv • Námsfrøðingur • Fyrimunur er um umsøkjarin hevur viðkomandi víðariútbúgving og royndir við starvsfólkaleiðslu • Góðan munnligan og skrivligan málførleika • Hollan telduførleika Persónligir eginleikar • Opin og fyrikomandi • Evni at eggja og ganga undan • Vera málsøkin og nýhugsandi Setanarviðurskifti sambært sáttmála millum við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvið verður lønt í stigunum 24--30. Starvið verður at seta 1. februar 2017, ella eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jákup Foldbo, leiðara á Sosialu deild á tlf. 237095 Umsókn, saman við prógvi, mynd og møguligum viðmælum, skal verða innkomin í seinasta lagi 20. januar 2017. Søk starvið umvegis leinkju á heimasíðu okkara www.runavik.fo/Leys størv Runavíkar kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO-600 Saltangará runavik@runavik.fo Lesið Sosialin - so eru tit við eblaðið sos.fo