týsdagur 10. januar 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. januar 2017 · Nr. 5
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Søkt verður eftir teknikara til FT Net í Suðuroy at byrja 1. mars 2017 ella eftir nærri avtalu.
FT Net umsitur rakstur og menning av nærum øllum útbúnaði á farskiftisøkinum í Suðuroynni.
Spennandi uppgávurnar hjá deildini umfata m.a. rakstur og menning av tøkni og anleggum
innan hesi øki:
• Breiðband (ADSL, VDSL og fipur)
• Fartelefon (GSM, 3G og LTE)
• Fastnettelefon (PSTN, ISDN og VoIP)
• Kaðalnet (Kopar og Fibur)
• Televarp (DVB-T)
• Kringvarp (FM og MB)
• Útvarp (FM og MB)
• Mastrar og antennur
Tú verður partur av einum vælvirkandi toymi, ið hevur ábyrgd av at røkja uppgávurnar á deildini,
og fært ein gerandisdag í einum spennandi umhvørvi, har avbjóðandi uppgávur eru, bæði
sjálvstøðugt og saman við dugnaligum starvsfeløgum.
Góðir møguleikar eru fyri at menna teg persónliga og fakliga.
Førleikar og royndir hjá umsøkjarum
Dentur verður lagdur á at viðkomandi, ið verður sett/ur, megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í
tøttum samanstarvi við onnur.
Umsøkjarin skal hava viðkomandi útbúgving sum elektrikari, radioteknikari/mekani-
kari, elektronikteknikari/mekanikari ella aðra viðkomandi útbúgving.
Umsøkjarin skal vera væl fyri til arbeiði á føllum og í mastrum.
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og
Starvsmannafelagið.
Umsókn
Umsókn við avrit av prógvum, lívsrensl og ummælum skulu vera Føroya Tele í hendi í
seinasta lagi mikudagin 18. januar 2017 kl. 12.00.
Umsóknin kann sendast við telduposti til Starvsfólkadeildina á umsokn@ft.fo
ella til
Føroya Tele
Att: Starvsfólkadeildin
Postsmoga 27
110 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjarna Johansen, Bólkaleiðara á tlf.
243624 ella á BJJO@ft.fo
Starvsfólk til FT Net
í Suðuroy
Hósdagur 12. januar:
Spareribs – Kókað neytakjøt – Knettir
Fríggjadagur 13. januar:
Svínakotilettir – Biksimatur – Lasanja
Leygardagur 14. januar:
FK búffur
Mánadagur 16. januar:
Fiskafrikadellur – Farsfat við grønmeti
Týsdagur 17. januar:
Royktur medistari – Rivjasteik
Mikudagur 18. januar:
Stoktur fiskur – Kjøtfrikadellur
MATSKRÁIN HESA VIKUNA