hósdagur 12. januar 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
13. januar 2017
Álit og trúvirði er so grundleggj
andi hjá Taks
Ongar ætlanir eru um at geva øðrum innlit
í niðurstøðuna hjá Taks í sambandi við
skattamálið hjá Eik Banka, enn bankanum
sjálvum. Sostatt er tað upp til nevndina í
Eik at gera av, aðrir partar í málinum – og
almenningurin, fær innlit í málið ella ikki.
Tað kann kanska tykjast so tilforlátiligt,
at Eik Banki sum juridiskur persónur er ein
skattgjaldari júst sum vit øll onnur. Men er
tað nú so einfalt kortini?
Eik Banki er ikki hvør sum helst juridisk
ur persónur. Tað er ein stovnur, sum hevur
stóran týdning og stóra ávirkan á samfelag
ið. Tað er heldur ikki hissini upphædd, sum
talan er um, tí vit tosa um ein skattalætta
upp á góðar 90 milliónir krónur.
Vit skulu ikki á hesum stað taka støðu
til, um nakað óregluligt er gjørt ella ikki.
Men er talan um eitt mistak, sum er gjørt
hjá Taks, so hevur tað sannilga almennan
áhuga. Hví tók Taks málið til nýggja
viðgerð? Og hví tekur tað so langa tíð hjá
Eik Banka at viðmerkja nýggju niðurstøð
una hjá Taks?
Um talan var um somu niðurstøðu eina
ferð enn, at Eik Banki hevur allan rættin
á sínari síðu, so hevði ikki verið so nógv
at tosað um. So var bara talan um eitt av
greiðslumál.
Taks er ein stovnur, sum allir føroyingar
skulu hava álit á, tí hevur tað stóran týdn
ing, at Taks spælir við opnum kortum. Tað
er ikki í lagi, at ein svipsari verður gjørdur,
sum kanska kostar landskassanum góðar
90 milliónir krónur. Og er eingin svipsari
hendur hjá Taks, so er tað sera umráðandi,
at fólkið fær tað at vita, so leysasøgur ikki
skaða trúvirði hjá Taks.
Tað hevur eisini almennan áhuga at vita,
um tað ber til hava sama skattafrádrátt
í Føroyum og í Danmark. Ber tað til, so
eru kanska eisini vanligir borgarar – og
vinnuvirki, ið hava virksemi í Føroyum og í
Danmark, sum kundu hugsað sær at gjørt
tað sama.
Opinleiki hevur so stóran týdning. Ikki
minst hjá Taks, sum byggir alt sítt virksemi
á álit og trúvirði. Tí má
niðurstøðan al
mannakunngerast
– fyri at verja Eik
Banka og fyri at
verja føroyska
skattgjaldaran.
– Ein tøkk til tilbúgvingina!
Soleiðis sigur reiðaríið Thor í Hósvík í
fráboðan:
»Í samband við bjargingina av manningini
á Vesturland ynskir reiðaríðið at takka øllum
pørtum, sum vóru við í hesum arbeiðinum.
Bjargingin var framúr professionell.
Hetta vísur, at bjargingartyrlan hjá Atlantic
klárar eina uppgáva sum hesa, og er hetta eitt
staðfest dømi um trygdina hjá sjómonnunum í
føroyskum sjógvi.
Vit takka tyrlumanningini fyri teirra bragd
og eisini ein tøkk
til MRCC, Vørn og
Arktisk kommando og
brandmonnunum á
Skála.«
Skattur, álit og opinleiki
Takkar tilbúgving
reiðaríið Thor
Les eisini blaðið
á telefonini
Carl Johan kemur
aftur í Danmark
Siðsøga
síða 26-27
Pínadoyðs
logikkur
Høgni Djurhuus
Baksíðan
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Visti tú?
– at 13 prosent fleiri
børn vórðu fødd í
Føroyum í fjør í mun
til fyrraárið
Kennist nakar við hesar?
Hendan myndin er helst tikin í Kollafirði fyri 85 til 90 árum síðani. Maud Jacobsen, sum er
ættað úr Kollafirði og býr í Havn, eigur myndina. Um onkur kennist við onkran á myndini,
so frættir hon fegin á telefon 314116
Á fólkatingsvalinum 18. juni
í 2015 var Høgni Hoydal (1.477
atkvøður) valdur á Fólkating
at umboða Tjóðveldi. Men av
tí, at hann var løgtingsmaður
– og tí at Tjóðveldi hevði lovað,
at fólkatingsumboð floksins
ikki fór at hava sæti á tingi,
tók Magni Arge (1.082) sum
nummar tvey á listanum við
starvinum á Christiansborg.
Á
løgitngsvalinum
1.
september í 2105 var Magni
Arge
valdur
á
løgting.
Men har kundi hann ikki
sita, meðan hann sat á
Fólkatingi. Men seinastu
tríggjar mánaðirnar hevur
tó sitið á Løgtingi, og hesa
tíðina
hevur
Tórbjørn
Jacobsen sum nummar seks
við 331 atkvøðum.
Men nú er aftur rokada,
tí nú skal Magni verja borg
Tjóðveldis á Flatlondum,
Tobbi vera borgarstjóri í
Runavík, og Ingolf S. Olsen
sleppur aftur á Løgting.
Umloypandi tjóðveldismenn