hósdagur 12. januar 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
3
Løgfrøðingar til Heilsu- og innlendismálaráðið
HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir
tveimum løgfrøðingum til setan skjótast
gjørligt. Ert tú løgfrøðingur, og hevur tú
hug at arbeiða við lógarsmíði, ráðgeving
og málsviðgerð í landsins fyrisiting, so
eru hesi størv kanska nakað fyri teg.
Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisit-
ing hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og
inn lendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna
um at ráðgeva landsstýriskvinnu og
leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi
samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið
hoyra stjórn ar ráðnum til.
Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú
hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og
innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at
arbeiða við at menna og dagføra økini.
Tú skalt duga væl at orða teg á før oysk-
um, bæði í skrift og í talu, og er tað ein
fyri munur, um tú hevur politiskt tev og
áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum
heild.
Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálv-
støð ugt. Høvuðsuppgávurnar verða løg-
frøðilig ráðgeving, lógar- og kunn gerð-
ar smíð, máls viðgerð, gera hoyringssvar,
um framt at umboða stjórnarráðið í
arbeiðsbólkum og samstarvsfora.
Talan er um eitt fast starv og eitt av loys-
arastarv í ½ ár. Arbeiðsøkið í fasta starvi-
num fevnir serliga um náttúru-, og um-
hvørvismál umframt byggi-, lendis- og
býarskipanarøkið, meðan avloysara starv-
ið fevnir serliga um kommunumál.
Størvini eru mennandi og við skiftandi
og fjølbroyttum uppgávum. Hóast størv-
ini eru sjálvstøðug og ábyrgdin stór, so
verða uppgávurnar loystar í toymum og
í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráð-
num.
Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar-
og løgfrøðingafelagið. Setanirnar fevna
um Heilsu- og innlendismálaráðið og
stovnar undir tí, umframt Løgmans skriv-
stovuna og onnur stjórnarráð.
Umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal
sendast til:
Heilsu- og innlendismálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
ella umvegis teldupost á himr@himr.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í
seinasta lagi 30. januar 2017, kl. 12:00.
Nærri fæst at vita um starvið við at
venda sær til Hilmar Høgenni,
deildarstjóra, tlf. 304050 ella umvegis
teldupost til hilmarh@himr.fo.
Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.
Arbeiðsleiðari til TG-Seafood
Framleiðsluvirkið TG-Seafood í Hvalba tørvar
ein arbeiðsleiðara.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsleiðarin starvast undir
framleiðsluleiðaranum og í tøttum samstarvi
við søluleiðaran.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a:
• Setan av starvsfólki.
• Leggja framleiðsluna til rættis.
• Standa fyri dagligu framleiðsluni.
• Optimera úrtøkur og effektiviseringar,
soleiðis at vit fáa best møguligu virðisøking
úr hvørjum framleiddum kilo.
• Upplæring av nýggjum starvsfólkum.
• Dagligar framleiðslu uppgerðir.
• Tú kemur eisini at verða ein partur av
innaneftirlitinum á virkjunum, og sostatt
verða við til at tryggja, at framleiðslan lýkur
øll heilsufrøðilig krøv eins og trygdarkrøv.
• Framleiða eftir kundakrøvum.
• Tú skalt verða partur av framtíðarmenning
av framleiðsluni í felagnum.
Førleikakrøv
Fiskivinnutøkningar eru vælegnaði at søkja
hetta starv, tó eru onnur eisini vælkomin at
søkja. Neyðugt er við telduførleika.
Sum persónur ert tú væl skipað/-ur, tekur við
ábyrgd og megnar at arbeiða bæði
sjálvstøðugt og í toymum. Eisini hevur tú ein
positivan hugburð til uppgávurnar.
Setanarviðurskifti
Lønin verður at avtalað við leiðsluna.
Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og
viðkomandi skjølum verður send til:
magnus@deltaseafood.fo
ella til:
TG-Seafood c/o Delta Seafood,
Havnarlagið 25,
Postrúm 84,
800 Tvøroyri,
Viðmerk: Umsókn arbeiðsleiðari TG-Seafood.
Umsóknarfreist 01 Februar 2017.
Allar umsónkir verða viðgjørdar í trúnaði.
Meira at vita?
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin
at seta teg í samband við Magnus Jespersen,
tlf. 778801 ella magnus@deltaseafood.fo
TG-Seafood c/o Delta Seafood,
Havnarlagið 25,
Postrúm 84,
800 Tvøroyri,
P/F TG-Seafood í Hvalba søkir eftir tekniskum
leiðara.
Tekniski leiðarin
Tekniskileiðarin hevur ábyrgdina av rakstri og
viðlíkahaldi av bygningum og framleiðslu-
útbúnaði,herundir Baader flakamaskinum,
øðrum maskinur, el-skipanum, frysti/
køli út búnaði, reinsiskipanum, hitaskipanum,
trukkum og eykaðlutagoymsluni.
Starvsfólkini á deildini eru maskinmenn og
maskinsmiðir.
Arbeiðsuppgávurnar
Tekniski leiðarin fær fakligu, umsitingarligu og
fíggjarligu ábyrgdina av teknisku deildini.
Tekniski leiðarin skal leiða arbeiði á deildini,
herundir tryggja starvsfólkunum fakliga
menning og persónligan trivnað.
Tekniski leiðarin skal eisini, í tøttum samstarvi
við serliga framleiðslu- og góðskuleiðaran,
luttaka í m.a. optimering av framleiðsluni og
tryggja, at TG-Seafood støðugt livir upp til
innan- og uttanhýsis góðsku- og
framleiðslukrøv, herundir skjalprógvan.
Førleikakrøv
Til starvið krevst viðkomandi hægri faklig
útbúgving sum t.d. maskinmeistari ,elektrikari
ella samsvarandi, hollar royndir frá líknandi
avbjóðingum. Tekniski leiðarin skal harum-
framt vera málsliga stinnur í føroyskum,
donskum/skandinaviskum og enskum, hava
hollan telduførleika, vera røkin og málsøkin,
og kunna arbeiða bæði sjálvstøðugt og í
tøttum samstarvi við onnur.
Væntað verður, at tekniski leiðarin vísir fakligt
dugnasemi og ein mennandi persónligan
leiðslustíl.
Arbeiðstaðurin
Arbeiðsstaðurin er virkið hjá TG-Seafood í
Hvalba.
Starvsbyrjan
Miðað verður eftir, at tekniski leiðarin kann
byrja í starvinum skjótast gjørligt, men
TG-Seafood er eisini sinnað at bíða nakað
longri eftir rætta umsøkjaranum.
Løn- og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti annars verða ásett
eftir nærri avtalu við leiðsluna.
Umsóknarfreist
Umsókn við útbúgvingar- og førleikaprógvum,
umframt møguligum viðmælum, skal sendast
sum teldupostur til magnus@deltaseafood.fo
sum vanligt bræv til: P/F TG-Seafood c/o Delta
Seafood, Havnalagið 25, Postbox 84 FO-800
Tvøroyri. Frámerk: Umsókn Teknisikur Leiðari.
Umsóknarfreistin er í seinasta lagi 01 februar
2017.
Tekniskur leiðari til P/F TG-Seafood