hósdagur 12. januar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
4
PERSÓNSSØGA
- Eg ætli mær at liva av hondbóltinum. Tað er tað, ið eg brenni fyri, og er nokk tað,
ið allir hondbóltsleikarar veruliga vilja. Eg veit, at um eg gevi alt eg kann, so skal eg
nokk klára tað. Tað sigur Áki Egilsnes, ein av føroysku hondbóltshetjunum, ið hóast
mótgang ikki hevur slept dreyminum um at gerast professionellur hondbóltsleikari.
HM KANN GERA
DREYMIN TIL
VERULEIKA
HALLUR AV RANA
S
tørsta hendingin í føroysk
um hondbólti nakrantíð.
Ja, kanska í føroyskari
ítróttarsøgu í liðítrótti
yvirhøvur.
Orðini eigur Aksel V. Johanne
sen, Føroya løgmaður, ið ikki var
sparin við lýsingarorðunum, tá
hann mánadagin skipaði fyri
móttøku í Tinganesi fyri føroyska
U-21 hondbóltslandsliðnum hjá
monnum eftir, at U-21 landsliðið
heldur óvæntað vann sín undan
bólk í endaspælið til HM, ið varð
spælt á høllini á Hálsi um viku
skiftið.
Tað hevði hann nú heldur onga
orsøk til, tí úrslitini á Hálsi talaðu
fyri seg. U-21 landsliðið skal sum
fyrsta føroyska hondbóltslandslið
luttaka í einum HM-endaspæli, og
er løgmaður langt frá einsamallur
í at halda, at talan er um størsta
liðavrik í føroyskari ítróttarsøgu.
Fagnaðurin var eisini stórur á
høllini á Hálsi, tá tað gjørdist greitt,
at U-21 landsliðið megnaði at
tryggja sær pláss í HM-endaspæli
num í Algeria í summar. Undan
kappingin fer at standa sum ein
varði í føroyskari ítróttasøgu, og
fyri ungu menninar, er tað ein
dagur, ið teir neyvan gloyma í bræði.
Við móðurmjólkini
Ein teirra var evnaríki vestmenn
ingurin Áki Egilsnes. Fyri hann var
sigurin ein kærkomin glotti eftir
nakrar tungar mánaðir, har skaðar
hava hótt við at leggja bein fyri
framtíðar dreymunum hjá unga
vestmenninginum.
Søgan hjá Áka Egilsnes byrjaði
fyri 20 árum síðan, tá hann var
borin í heim í Vestmanna. Í bygdini
har hondbóltur er ítróttagreinin
yvir alla aðrar ítróttagreinar
var tað als ikki óvæntað, at Áki
Egilsnes fór at íðka hondbólt.
– Mamma var hondbóltsleikari,
so man kann siga, at eg fekk
hondbóltin inn við móðurmjólkini.
Tað var eisini heima, at eg so smátt
byrjaði at taka bóltin upp í hondina
og kasta við honum, sigur Áki
Egilsnes.
Sum fimm ára gamal byrjaði
hann sum so flest allir aðrir dreingir
í bygdina at spæla liðhondbólt
við lokala hondbóltsfelagnum
Vestmanna Ítróttarfelag.
– Frá byrjan av hevur okkara
árgangur verið framúrskarandi.
Vit vunnu FM trý ár á rað, og vóru
tað eisini nakrir okkara, ið vístu
serlig evnir, sigur Áki Egilsnes um
fyrstu árini á hondbóltsvøllinum.
Heim og prógvaði sítt virði
Tá Áki Egilsnes var liðugur við
9. flokk í fólkaskúlanum ynskti
hann at royna lívið á eftirskúla í
Danmark.
Tað gjørdist tó bara til tað eina
árið í Danmark, og heimafturkomin
varnaðist ungi vestmenningurin,
hvussu nógv hann hevði ment seg
tað árið, ið hann var burtur.
– Brádliga varnaðist eg, at eg
kundi brúkast í bestu mansdeildini
í Føroyum. Eg bleiv faktiskt bilsin
yvir hvussu væl tað gekk. So síðan
eg var seytjan ára gamal havi eg
spælt fyri VÍF í bestu deildini í
Føroyum, greiðir Áki Egilsnes frá.
Menningin steðgaði tó ikki har,
og stutt undan síðstu summarferiu
bórust tíðindini, at 19 ára gamli Áki
Egilsnes, ið fram til tá einans hevði
spælt við VíF, hevði skrivað undir
sáttmála við danska felagið TMS
Ringsted.
Fyri Áki Egilsnes var talan um
eitt stig á vegnum at røkka
dreyminum, ið hann hevði havt
síðan hann byrjaði at íðka hond
bólt, nevniliga at gerast pro
fessionellur hondbóltsleikari.
Marrubyrjan
Útlendska ævintýrið hjá Áka
Egilsnes fekk tó eina ringa
byrjan, tá hann í einum dysti í
føroyska hondbóltskappingini
fekk ein skaða áðrenn hann fór til
Danmarkar.
– Tá eg fór til Danmarkar hevði
eg ein skaða, ið eg hevði ringt at
sleppa av við. Eg hevði brotið fótin
í Føroyum, og var sjálvt brotið
voksið saman aftur, men eg hevði
enn pínu og aðrar trupulleikar,
greiðir Áki Egilsnes frá.
Skaðin darvaði unga hond
bóltsleikaran, ið ikki fekk tí byrjan
við sínum nýggju liðfelagum, ið
hann hevði vónað.
– At byrja við var tað øgiliga
tungt hjá mær, tí meðan øll hini
vandu í hondbóltshøllini, so vandi
eg fitness einsamallur ella var til
fysioterapi. So eg gjørdist slett
ikki ein partur av liðnum, greiðir
Áki Egilsnes frá um fyrstu tíðina í
TMS Ringsted.
Tikið verður mangan til, at
tíðin lekir øll sár, og tað var eisini
galdandi fyri Áka Egilsnes. Eftir
eina tíð kom hann fyri seg aftur og
byrjaði at venja saman við sínum
nýggju liðfelagum.
– Eg byrjaði so smátt at koma
inn á liðið, og øll vóru blíð og
positiv. Eg vil siga, at framtíðin
hjá mær í TMS Ringsted sá bjørt
út, greiðir Áki Egilsnes frá.
Heimaftur
Men heldur ikki hesaferð gekk sum
Áki Egilsnes vónaði. Hann var ikki
meira enn komin fyri seg eftir fyrra
skaðan, áðrenn ein nýggjur skaði
gjørdi seg galdandi. Brádliga var
vandi fyri, at útlendskir dreymurin
fór fyri bakka.
– Alt gekk skeiva vegin eftir, at
eg fekk næsta skaðan. Eg hevði
vant ov hart, og sum úrslit av tí,
so hevði eg overva liðbondini í
fótinum. So eg kom aldrin ordiliga
gongd í Danmark, tí skaðar blivu
við at darva meg, greiðir Áki
Egilsnes frá.
Eftir nýggja skaðan valdi
danska felagið at gera eina avtalu
við unga vestmenningin.
– Vit blivu samd um, at eg skuldi
fara aftur til Føroyar. Avtalan
Tað verður teir
síðstu dystirnir
hjá mær á U-21
landsliðnum.
At umboða sítt
land er altíð tað
størsta, ið man
kann gera, men
eftir eitt slíkt
bragd, so verður
tað eyka serligt
at lata seg í lands
liðstroyggjuna
Áki Egilsnes: