Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 5 Framhald á síðu 6 Serlig evnir sum skjútti – Áki Egilsnes hevur heilt frá ungum árum víst, at hann hevur nøkur serlig evnir sum skjútti. Sum hondbóltsleikari var hann eisini í øgiliga góðari menning, men so bleiv hann skaddur, og hevur tað seinkað menningina hjá honum. Tað sigur Kári Nielsen, venjari hjá føroyska U-21 landsliðnum. Til undanfarnu kapping varð hædd eisini tikið fyri, at Áki Egilsnes hevur verið illa darvaður av skaðum seinasta hálva árið, upplýsir Kári Nielsen. – Hóast skaðan, so var hann ein styrkur hjá okkara U-21 lands­liðið, tí hansara skot eru so góð. Men tað, at hann hevur verið skaddur, gjørdi at førleikarnir ikki vóru teir somu til kappingina. Fyrr hevur hann sjálvur megna at skapt vandamiklar støður, tí hann er skjótur og klára at sleppa framvið mótstøðufólki, men til kappingina var neyðugt, at aðrir skaptu pláss til hansara, greiðir Kári Nielsen frá og leggur afturat. – Vit vóru eisini varnir við at brúka hann ov nógv, tí vit vóru bangnir fyri at gera skaðan verri. Tí hevur hann eisini fingið frí frá A-landsliðnum, ið skal spæla nú, sigur Kári Nielsen. Landsliðsvenjarin metir, at tað týdningarmesta fyri Áka Egilsnes nú er at koma fyri seg aftur, tí evnini eru til staðar. – Tað týdningarmesta hjá honum er at blíva frískur aftur, so hann kann venja seg aftur í form. Eg veit ikki, um vit hava havt ein slíkan skjútta áður. Hann er ikki so høgur, men flytur seg skjótt og fer gjøgnum eld fyri at sleppa framat kjansum. Harumframt hevur hann eitt gott eyga fyri spælinum og ger sínar liðfelagar betri. Tá hann er frískur, er hann eisini ein sera góður verjuleikari, sigur Kári Nielsen.