hósdagur 12. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
6
PERSÓNSSØGA
inniber, at eg kann spæla við VÍF í
seinni hálvu av landskappingini, og
skal brúka hesa tíðina at koma fyri
meg aftur, greiðir Áki Egilsnes frá.
Avtalan staðfestir tó, at tað ikki
bara er likamliga, at hondbólts
leikarin skal styrkjast.
– Sjálvsálitið fór í botn meðan
eg var í Danmark, so tað skal saman
við fótinum styrkjast aftur, sigur
Áki Egilsnes, ið hevur regluligt
samband við danska felagið, ið
fylgir gongdini hjá føroyinginum.
Deiligt men tó
Áki Egilsnes dylur ikki fyri, at
tað ikki reiðiliga var ætlanin hjá
honum at venda aftur til føroyska
deildina, men kortini gleðir hann
seg at spæla fyri barndómsfelagið
aftur.
– Tað er altíð deiligt at koma
heimaftur at spæla við VÍF, men eg
hevði kortini ynskt, at eg var
frískur og vandi við danska
felagnum í staðin. Eg vil vísa
teimum hvat eg kann. Men sjálv
sagt gleði eg meg at lata meg í gulu
blusuna og spæla í høllini í Vest
manna aftur, sigur Áki Egilsnes.
At hondbóltur hevur eitt heilt
serligt status í Vestmanna hevur
hann veruliga merkt seinastu
dagarnar. Eftir at hann og aðrir
vestmenningar vóru við til at
vinna føroysku tjóðini eitt pláss í
HM-endaspælinum í Algeria, hevur
tað verið heldur øðrvísi at ganga
runt í bygdini.
– Vestmanna er ein hondbólt
sbygd. Tað er tað, ið fólk ganga
mest upp í. Sjálvt um vit eisini hava
kappróður, talv og annað, so hevur
einki sama status um hondbóltur,
sigur Áki Egilsnes og heldur fram.
– Tað havi vit vestmenningar, ið
vóru við U-21 landsliðnum, merkt
seinastu dagarnar. Tað er eingin
túrur har bilar ikki steðgar og
ynskja okkum til lukku. Vit verða
eisini róstir upp um skýggja av
øllum. Sjálvandi er tað stuttligt,
men vit vistu eisini av hesum
áðrenn kappingina. Vit vistu, at øll
bygdin stuðlaði okkum, sigur Áki
Egilsnes.
Hóast VÍF og hondbóltsbygdin
Vestmanna hava eitt serligt stað í
hjartanum hjá Áka Egilsnes, so er
hann avgjørdur um, at steðgurin í
Føroyum ikki verður drúgvur.
– Eg ætli mær at liva av hond
bóltinum. Tað er tað, ið eg brenni
fyri, og er nokk tað, ið allir hond
bóltsleikarar veruliga vilja. Eg veit,
at um eg gevi alt eg kann, so skal
eg nokk klára tað. Hjá mær snýr tað
seg um at fáa sjálvsálitið upp, og
koma í bestu venjing, sigur Áki
Egilsnes.
Aftur við einum braki
Eftir at havt trupulleikar við
tveimum drúgvum skaðum
seinasta hálva árið, umframt
einum sjálvsáliti, ið var í botn,
vóru útlitini ikki júst tey bestu fyri
unga vestmenningin við ársbyrjan,
men HM-undankappingin um
vikuskiftið var júst tað, ið honum
tørvaði at lyfta seg aftur.
– Mítt sjálvsálit er í topp eftir, at
vit skrivaðu søgu við føroyska U-21
landsliðnum. Men fóturin hjá mær
er enn eitt sindur tungur og hevur
tað ikki so væl, sigur Áki Egilsnes.
Vestmenningurin spældi nevni
liga kappingina hóast fóturin ikki
er heilt frískur enn, men nú er
ætlanin at taka ein steðg, so fóturin
fær neyðuga hvíldina.
– Seinastu vikurnar hava eg
bara hugsað um at vinna undan
kappingina. Nú er sjálvsálitið aftur,
so næsta stigið er fóturin, sigur Áki
Egilsnes, ið tó leggur afturat, at tað
nokk tekur longri tíð.
– Tá tað gekk so væl, sum tað
gjørdi til undankappingina, so
skuldi ikki so nógv til fyri at fáa
sjálvsálitið í rættlag aftur, men tað
skal nokk meira til fyri at fóturin
fær tað gott aftur, sigur Áki
Egilsnes.
Danska felagið hevur eisini latið
hoyrt frá sær eftir óvæntaðu
úrslitini um vikuskiftið.
– Tey hava ynskt mær hjartaliga
til lukku við úrslitinum, og eru
bilsin yvir, at tað hevur gingist
mær so væl, tí eg havi ikki spælt
hondbólt í hálvanannan mánað. At
eg megnaði at spæla kappingina
við skaðanum er eisini meira, enn
kundi væntast, sigur Áki Egilsnes.
Dreymurin er enn á lívi
Hóast fyrst hálva árið í donskum
hondbólti ikki hevur verið
nakað at reypa av hjá Áka Egils
nes, so er dreymurin um at liva
av hondbóltinum ikki deyður.
Tvørturímóti, so væntar ungi
vestmenningurin, at HM-kapp
ingini í summar kann vera eitt gott
høvi at vísa síni evnir.
– Ætlanin er at koma í toppform
aftur til í summar, so eg kann spæla
upp til mítt besta til HM. Tá vera
nokk eisini fleiri talentleitarar har,
so um man er heppin, so kann tað
vera, at man fær eitt gott tilboð frá
onkrum felagi, sigur Áki Egilsnes,
ið vísir á, at hann hevur nógvum
takka fyri, at tað higartil hevur
gingist honum so mikið væl.
– Vinalagið hjá okkum í VÍF og
á U-21 landsliðnum hevur verið
fyrimyndarliga gott, og so havi eg
eisini nógv at takka venjarum og
mínum foreldrum fyri, at tey hava
stuðla tær ígjøgnum alt, sigur Áki
Egilsnes.
Dreymurin hjá unga vestmenn
inginum er at sleppa at spæla í
týsku ella fronsku hondbólts
deildini.
– Bundesligain er tann besta
deildin í verðini, og er tað ein
dreymur at spæla har, men PSG
hevði eisini verið stórt, sigur Áki
Egilsnes.
Stórt at umboða Føroyar
Hóast ein sterkan vilja til at vilja
klára seg uttanlands og prógva sítt
virði í eini HM-kapping, so er tað
ikki tað, ið verður fremst í huga, tá
Áki Egilsnes saman við føroyska
liðnum luttekur í HM-kappingini
í summar.
– Tað verður teir síðstu dystirnir
hjá mær á U-21 landsliðnum. At
umboða sítt land er altíð tað
størsta, ið man kann gera, men eftir
eitt slíkt bragd, so verður tað eyka
serligt at lata seg í landsliðs
troyggjuna, sigur Áki Egilsnes.
Vónirnar hjá unga vestmenn
inginum eru eisini góðar til sjálva
kappingina.
– Í løtuni hava allir nokk torført
at trúgva, at vit skulu til eina HM-
endakapping. At vit hava klárað
tað, ið eingin hevur megnað fyrr.
Tað er ótrúligt, men skjótt venda
vit fokus móti HM-endaspælinum
og at fáa nøkur góð úrslit har, sigur
Áki Egilsnes, og leggur afturat.
– Vit komu víðari úr evropeiska
bólkinum, og vit vita, at londini
aðrastaðni frá eru verri enn
tey evropeisku. So um vit eru í
toppvenjing, og allir spæla sum til
hesa kappingina, so skulu vit nokk
aftur megna at taka nøkur fólk á
bóli, sigur Áki Egilsnes. .
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Tá tað gekk so
væl, sum tað
gjørdi til undan
kappingina, so
skuldi ikki so
nógv til fyri at
fáa sjálvsálitið
í rættlag aftur,
men tað skal
nokk meira til
fyri at fóturin
fær tað gott
aftur.
Tað er altíð
deiligt at koma
heimaftur at
spæla við VÍF,
men eg hevði
kortini ynskt, at
eg var frískur og
vandi við danska
felagnum í
staðin. Eg vil vísa
teimum hvat eg
kann.
– Áki hevur nógv power
Áki Egilsnes er ein øgiliga góður bak spælari. Hann vísti sítt
veruliga virði móti Sveis, har hann var ein støðug hóttan
við sínum góða skot armi. Hansara skot armur er øgiliga
góður. Hann hevur nógv power og so hevur hann eisini
nógvar variantar.
Tað sigur Julian Johansen, hondbóltsviðmerkjari, ið um
vikuskiftið fylgdi HM-undankappingini sum viðmerkjari
hjá Rás2.
Eins og landsliðsvenjarin, so metir Julian Johansen, at
Áki Egilsnes ikki bara góður frameftir, men eisini kann
nýtast sum verjuleikari.
– Áki er eisini ein góður verjuleikari, sjálvt um hann
til hesa kappingina mest dekkaði sum vongur ella fór út
í verjuni. Hettar er helst tí at hann hevur havt skaðar at
dragast við í síðstuni og tí ikki er í sínum besta formi.