Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 7 Hagstovan tekur pulsin á føroyska samfelagnum og hevur hagfrøðiligu vitanina um fólk, samfelag, vinnu, búskap og umhvørvi í Føroyum. Hagtøl geva innlit og vitan til avgerðir, gransking og kjak, og eru ein týðandi lutur í einum og hvørjum framkomn um fólkaræðisligum samfelag. Hagstova Føroya er almenni hagtalsmyndugleikin í landinum. Stovnurin virkar sambært løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991. Á stovninum starvast 19 fólk. Sum stjóri á Hagstovuni skalt tú standa á odda fyri arbeiði num á stovninum við: • at raðfesta, hvussu stovnurin best møguligt nøktar tørvin á almennum hagtølum • at leiða og menna starvsfólkið á Hagstovuni • at savna inn datagrundtilfar, gera og almannakunngera hagtøl um samfelagsviðurskifti og gera hagfrøðiligar greiningar og forsagnir • at veita fyrisiting, kommunum, fyritøkum, feløgum o.ø. hagtalstænastur • at skipa fyri og gagnnýta hagskráir hjá almennum myndugleikum, ið verða nýttar í almennu fyrisitingini og í vinnuni, og sum kunnu nýtast til hagfrøðilig enda mál • at hava altjóða hagtalssamstarvið undir hond Førleikakrøv til stjóran á Hagstovuni • Hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni innan búskapar frøði, hagfrøði ella samfelagsfrøði • Leiðsluroyndir og/ella leiðsluútbúgving • Góð samstarvsevni og mennandi leiðslustíl • Royndir innan hagfrøðiliga virkisøkið eru ein fyri­ munur. Setanarviðurskifti Starvið er tænastumannalíknandi starv, flokkað í 38. lønarflokki hjá Felagi Tænastumanna Landsins. Eftir­ lønargjaldið er 15%. Setanarøkið fevnir um Fíggjarmála­ ráðið, stovnar undir ráðnum, Løgmansskrivstovuna og hini stjórnarráðini. Umsókn Umsóknir við útbúgvingarprógvum, lívsgongdarlýsing og møguligum viðmælum skulu stílast Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra í Fíggjarmálaráðnum, og sendar sum teldupost­ ur til: bab@fmr.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 3. februar 2017. Starvið verður sett frá 1. apríl 2017 ella eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bjarna A. Bjarnason, aðalstjóra, á telefon 352020 ella Sigurd Poulsen, fráfarandi stjóra, á telefon 352850. Sí eisini heimasíðuna hagstova.fo. Fíggjarmálaráðið, Tinganes Postrúm 2039 FO­100 Tórshavn Tlf: +298 35 20 20 fmr@fmr.fo www.fmr.fo Vilt tú standa á odda fyri og menna Hagstovu Føroya? STARVSLÝSING Stuðul av játtanini til útoyggjamenning HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar. Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglu- gerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 710 tús. kr. Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Um- sóknarblað og reglugerð kunnu heintast á heima- síðuni www.himr.fo Freistin at søkja um stuðul er 1. februar 2017. Umsóknir skulu sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn ella til himr@himr.fo Rigsombudsmanden på Færøerne Opmærksomheden henledes på, at fristen for ind send­ else af ansøgninger til Dansk­Færøsk Kulturfond er fastsat til den 1. marts 2017. Der kan gives støtte til formål indenfor teater, film, musik, kunst, bogudgivelser og visse studierejser m.m. Der gives normalt ikke støtte til nordiske konferencer, skolerejser og lign. samt egentlige uddannelsesformål. Dansk­Færøsk Kulturfond bestyrer også ”Dansk­Færøsk Samfunds studierejselegat”. Legatet består af to porti­ oner på 10.000,­ kr. Den ene portion til en studierejse til Færøerne, den anden til en studierejse til Danmark for personer mellem 18 og 30 år. Studierejsen skal have et formål, der falder inden for Dansk­Færøsk Kulturfonds formål. Ansøgningsskema skal udfyldes og indsendes sammen med en udførlig redegørelse for formålet til fondens sekretær ved Rigsombudsmanden på Færøerne, Post­ boks 12, FO­110 Tórshavn. Mail: ro@fo.stm.dk Ansøgningsskema og yderligere oplysninger om Dansk ­ Færøsk Kulturfond kan findes på Rigsombudsmandens hjemmeside www.rigsombudsmanden.fo ANSØGNINGER TIL DANSK­FÆRØSK KULTURFOND www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum