hósdagur 12. januar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
8
BARBARA HOLM
T
að eru nú 350 dagar síð
ani, at Taks valdi at taka
skattamálið hjá Eik til
viðgerðar fyri aðru ferð.
Frammanundan hevði Taks havt
sama skattamál á borðinum og
eftir tvey ára viðgerð varð komið
fram til, at Eik kundi bóka tær
500 milliónirnar sum goodwill, og
trekkja 18 prosent av 500 milliónum
av yvir 10 ár. Í alt játtaði Taks tá ein
skattafrádrátt á 90 milliónir krón
ur.
Men um ársskifti 2015-2016 kom
kludur í ætlanirnar hjá Eik banka,
tá ið fleiri ymiskir uppíblandaðir
partar róptu varskó, tí mett
varð ikki, at Eik átti rættin til
handan frádráttin. Samstundis
varð heldur ikki mett, at
bankin hevði givið skatta
myndugleikunum nøktandi
kunning í málinum.
Umboðið hjá Fíggjarligum
Støðufesti í nevndini í Eik, Jørn
Astrup Hansen, trekti seg úr
nevndini stutt fyri upprunaliga
ætlað, tí hann vildi ikki góðtaka
skattafrádráttin, sum tá skuldi
førast í rokniskapin. Fíggjarligt
Støðufesti sendi eftirfylgjandi eitt
skriv til Fíggjarmálaráðið, har heitt
var á landsstýrið um at fáa málið
til viðgerðar enn einaferð.
Samstundis gjørdist greitt, at
grannskoðarafyritøkan hjá Eik,
Spekt, ikki vildi skriva undir rokni
skapin við skattafrádráttinum, utt
an átekning.
Tað merkir, at Spekt vildi ikki
leggja navn til, at skattafrádrátturin
var í lagi, hóast Taks varð komið til
tað niðurstøðuna áðrenn.
So var tað í fjør – nú 350 dagar
síðani – at
Taks
tók
málið til viðgerðar enn einaferð
og enn er eingin niðurstøða
komin í málinum.
Sosialurin og Kringvarpið hava
varpað ljós á hetta málið síðani tíð
liga í fjør og í tí sambandi hevur
Taks váttað, at fleiri nýggir upp
lýsingar eru komnir fram í miðl
unum, sum Taks ikki hevði vitan
um áðrenn.
Tíðliga í heyst sendi Taks so
ætlanarskriv til Eik, har fyribils
niðurstøðan varð fráboðað. Tá er
vanlig mannagongd, at fyritøkan
fær høvið at svara aftur, áðrenn
skattavaldið tekur eina endaliga
niðurstøðu. Eik skuldi
upprunaliga svarað fyrst í
oktober, men bað um at
fáa longda svarfreist, til
1. desember.
Tá er nærliggjandi
at halda, at Taks ikki
hevði í hyggju at
geva Eik viðhald í
málinum.
Spurningurin er
tó, hvat tað merkir
akkurát. Tí málið kann
býtast í tveir partar.
BARBARA@SOSIALURIN.FO
– Skattamálið liggur nú til endaliga viðgerð hjá føroysku skattamyndugleikunum,
men í vikuni greiddi Eyðun Mørkøre, stjóri in.fo frá, at hann hevði ongar ætlanir
um at geva niðurstøðuna til aðrar partar enn Eik banka sjálvan. Sostatt er
tað upp til nevndina í Eik at gera av, um upp í blandaðir partar fáa innlit.
350 dagar síðani Taks tók málið til viðgerðar
– ÓVIST UM
FØROYINGAR
FÁA INNLIT Í
NIÐURSTØÐUNA
Fakta:
FÍGGJARLIGI OG JURIDISKI
PARTURIN
Hetta málið skal síggjast í tveimum pørtum. Øðrumegin er
spurningurin um tær 90 milliónirnar í skattafrádrátti. Eigur Eik
at fáa tær ella ikki.
Hinumegin er spurningurin um, hvørt eitt møguligt noktandi
svar uppá skattafrádrátt merki, at talan er um lógarbrot ella bert
eitt hendiligt óhapp.
Í hesum málinum er tað so, at Taks upprunaliga er komið til
eina niðurstøðu, sum gav Eik játtandi svar til skattafrádráttin.
Men eftir at Fíggjarligt Støðufesti og Spekt vístu sína ónøgd í
málinum, hevur Taks tikið málið til viðgerðar fyri aðruferð.
Samstundis er váttað, at nýggir upplýsingar komu fram í
miðlunum, sum Taks frammanundan ikki kendi til. Og sambært
lógini er tað so, at tað er brot á lógina, um upplýsingar verða
hildnir aftur fyri skattamyndugleikunum við tí fyri eyga, at fáa
fíggjarligan vinning burturúr tí.
Tí er áhugavert at spyrja – um so er, at Eik ikki fær
skattafrádráttin kortini, merkir tað so, at Eik hevur brotið
lógina? Sær Taks tað sum eitt hendiligt óhapp og rættar mistakið,
fær Eik eina bót fyri at hava latið ov fáar upplýsingar inn, ella
útloysir tað eitt rættarmál? Tað vita vit ikki, fyrr enn Taks er
komið til eina endaliga niðustøðu. Og eftir øllum at døma er
ivasamt, um vit yvirhøvur fáa nakað at vita tá.
Súni Schwartz
Jacobsen vil ikki
svara Sosialinum, tá ið
vit spyrja, um Eik ætlar at
kunna ávikavist miðlarnar,
Fíggjarligt Støðufesti,
gomlu leiðsluna í Eik ella
Jørn Astrup Hansen um
niðurstøðuna.
SKATTAMÁLIÐ