Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, segði við Miðlahúsið fyrr í vikuni, at niðurstøðan frá Taks einans kemur Eik banka við og tí er tað bert Eik, sum fær innlit í niðurstøðuna. Juridiskt er tað ein meginregla – at skattaviðurskifti ikki eru fevnd av innlitslógini og eru ein privatsak millum juridisku eindina og skattamyndugleikarnar. Men spurningurin er, um hetta málið kann setast so einfalt upp. Eitt torgreitt mál: Partarnir í skattamálinum Fíggjarligt Støðufesti – Vil einki siga TF Holding: Arni Brattaberg – Hevur ikki tikið støðu Gamla leiðslan í Eik: Odd Bjellvåg – Eg skal nokk síggja tað, men haldi tað burdi verið alment Jørn Astrup Hansen – Vænti Taks ella Eik fer at kunna okkum At skilja vavið av hesum málinum er ikki einfalt, tí skattamálið er ein serstøða upp á fleiri ymiskar mátar. Hasar 500 milliónirnar, sum nýggi Eik banki metir seg hava rætt til, vera av Fíggjarligum Støðu­festi mettar at hoyra tí gamla bank­anum til og harvið fella undir stats­garantiið í banka­pakkanum. Tí tá ið fíggj­ ar­kreppan herjaði og mill­um ann­að gamli Eik fór á heys­in, so varð samtykt politiskt at upp­ rætta bankapakkar, sum høvdu til endamáls at bjarga kund­unum í teimum ymisku bank­unum, sum vóru í vanda. Bank­ar­nir í danska ríkinum (eisini før­oyskir) og ríkiskassin bundu seg til at fíggja sín part av bankapakka gar­antinum. Eik banki varð bjargaður av hasum bankapakka, men upp á ein øðrvísi máta enn flest aðrir bank­ar. Tí Fíggjarligt Støðufesti stovn­aði eitt nýtt partafelag og rak bankan víðari. Í flest øllum øðr­um málum hevur Fíggjarligt Støðu­festi einans partvíst bjarga kund­un­um í bankunum, meðan sjálvt bankavirksemi er farið av knór­an­um. Fíggjarligt Støðufesti og tá­ ver­andi oddamaður teirra í Eik sam­anhangi – Jørn Astrup Han­ sen – eru av tí fatan, at hasar 500 milli­ón­ir­nar eru tap hjá Fíggj­ ar­ligum Støðu­festi og als einki hava við nýggja bankan at gera. Tað merkir so, at bankarnir í banka­pakkanum hava fingið og rind­að rokningina fyri kollsilgda Eik – eisini hasar 500 milli­ónir krónurnar. Um Taks tí kemur til tað nið­ ur­støðu, at nýggi Eik banki hevur grein í sínum máli, ja so merkir tað, at Fíggjarligt Støðufesti hev­ ur gjørt eitt sera umfatandi mis­ tak, sum skal rættast upp aftur – tí sama upphædd kann ikki trekkkjast frá fleiri ferðir. Vikuskiftis Sosialurin hevur ver­ið í samband við Fíggjarligt Støðu­festi síðani tað gjørdist greitt, at Taks ikki ætlar at kunna tey um mál­ið. Men Fíggjarligt Støðufesti hev­ur onga viðmerking til málið í ver­ andi løtu. Odd Bjellvåg og hini í leiðsluni í gamla Eik Banka eru stevnd av Fíggj­arligum Støðufesti orsaka av hend­ingum, sum leiddu til, at Eik fór á heysin afturi í 2010. Í rættarmálinum eru eisini tær 500 milliónir krónurnar, sum nýggi Eik metir seg hava rætt til. Tað hevur tí beinleiðis ávirkan á rætt­ar­málið móti gomlu leiðsluni, um Taks vendir tummilin upp ella niður í skattamálinum. Er nið­ ur­støðan, at Eik fær viðhald, so merkir tað, at rættarmálið móti Odd Bjellvåg og hinum skal broyt­ ast. Fær Eik hinvegin ikki viðhald, so er einki at broyta. – Fyrst vil eg siga, at eg síggi í kom­andi rokniskapinum hjá Eik, um teir hava fingið frádráttin ella ikki, sigur Odd Bjellvåg. Men tá ið tað er sagt, so heldur hann tað vera sera áhugavert at frætta juridiska partin av málinum. – Tað kann undra, at eitt mál, sum hevur so stóra ávirkan á sam­ fe­lagið, ikki verður alment, tí jura­ in í málinum er áhugaverd – ser­ stak­liga fyri komandi mál. Hvat er tað fyri praksis, sum man leggur til grund í hesum málinum. Um man ikki hevur fingið nøktandi upp­lýs­ingar til at taka røttu avgerð fyrstu ferð málið var til viðgerðar, hvat merkir tað so. Nær eru ov fáir upp­lýsingar skattasvik og nær ikki, spyr Odd Bjellvåg. Víðari sigur hann, at tað skatt­ liga fyri so vítt ikki er áhugavert, tí Eik kann ikki hava fingið viðhald í mál­inum. – Tað, at bankin einaferð hev­ ur fingið frádráttin kann bara vera tí, at avgerðin varð tikin út frá skeivum upplýsingum og tí Taks snøgt sagt ikki fylgir við í sam­fe­lagnum, sigur Odd Bjellvåg og speiskliga staðfestir, at tað er loyvt at fylgja við í samfelagnum, tá ið man arbeiðir við almennari um­sit­ing. Eftir ætlan hittast Jørn Astrup Han­sen, fyrrverandi stjóri í Eik og nevndarlimur fyri Fíggjarligt Støðu­festi í Eik, og leiðslan í Eik í rættinum í Keypmannahavn í nærmastu framtíð. Har verð­ ur greitt, um bankin fær við­hald í ákærunum móti Astrup, sum í ringasta føri geva fyrr­ver­andi stjóranum tvey ára fongs­uls­ revsing. Niðurstøðan í málinum hevur tí beinleiðis ávirkan á Jørn Astrup Han­sen og spurningin um, hvørt hann hevur forbrotið seg móti Eik ella ikki. – Skattamálið er eitt mál, sum hev­ur fleiri áhugapartar. Tað er Fíggj­arligt Støðufesti, og leiðslan, sum í 2010-11 bygdi nýggja bankan upp, sigur Jørn Astrup Hansen og held­ur fram. – Tí hevur niðurstøðan hjá Taks beinleiðis ávirkan á rætt­ar­ sakina móti mær um æru­meið­ ing, og ivaleyst eisini fyri end­ur­ gjaldskravið móti gomlu leiðsluni í Eik. So ivaleyst fer Taks ella bankin sjálv­ur at syrgja fyri, at allir partar, sum hava ein legitiman áhuga í mál­inum, fáa innlit í niðurstøðuna, sig­ur Jørn Astrup Hansen. Samstundnis visir hann á, at tann skattliga viðgerðin av rekonstruktiónum av bank­um í tráð við lógina um fíggj­ar­ligt virksemi, ivaleyst hevur prin­si­pi­ ell­an áhuga fyri almenningin. Arni Brattaberg er formaður í nevndini í TF Holding og vald­ur í umboðsráðið hjá Trygg­ing­ar­fe­ lag­num. Tað merkir, at hann er vald­ur av tryggingartakarunum at um­boða tey umframt, at hann situr við ovastu leiðslu í samtakinum. Arni Brattaberg er eisini nevnd­ar­limur í Eik. Hann sigur við Sosialin, at tey enn ikki hava tikið støðu til, hvør skal fáa kunning um niðurstøðuna hjá Taks. – Tá hon fyriliggur, so fara vit at taka støðu til, hvussu vit gera, sig­ur Arni Brattaberg. Spurdur um, hvørja støðu hann sum fólkavaldur hevur til, at tey hann umboðar hava rætt til at vita nið­urstøðuna, er hann ikki í iva. – Er nakað ólógligt farið fram, so skulu fólk sjálvandi vita tað og so skal tað fáa avleiðingar. Men mær vitandi er einki ólógligt farið fram. Um fólkið hevur rætt til at vita um Eik fær skattafrádrátt ella ikki, havi eg onga viðmerking til í løtuni, sigur Arni Brattaberg og staðfestir, at antin verða allir áhuga­partar kunnaðir ella eingin. Torben Nielsen, nevndar­formaður í Eik vil ikki svara Sosialinum, tá ið vit spyrja, um Eik ætlar at kunna ávikavist miðlarnar, Fíggjarligt Støðufesti, gomlu leiðsluna í Eik ella Jørn Astrup Hansen um niður­støðuna. FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 9