Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 10 TEMA Fiskivinnan O kkara tema hesa vikuna snýr seg um føroysku fiskivinnuna. Orsøkin er, at løgtingið í mars mánaði skal taka støðu til eina fiskivinnunýskipan. Í samband við alt tosið um fiskivinnunýskipanina hevur nógv verið tosa um hvussu fiskivinnan skal síggja út, í mun til hvussu hon sær út í dag. “Fámannaveldið skal burtur“, “fleiri aktørar inn í fiskivinnuna“ og “rættindi skulu seljast á uppboði“. Hesar vendingar verða ofta slongdar út, men tær siga okkum hvussu nøkur ynskja, at fiskivinnan skal skipast í framtíðini í mun til hvussu fiskivinnan sær út í dag. Kom­andi tvær vikurnar fara vit at seta fokus á fiskivinnuna og royna eftir førimuni at lýsa hana og greiða nøkur orð og hugtøk, ið ofta verða brúkt í kjakinum um fiskivinnuna. Tað eru nógv viður­ skiftir, ið kunnu takast fram í einum tema sum hesum. Tí er tað meiri ein spurningur um at avmarkað tað, heldur enn at velja fleiri evnir til. Vit kundu til dømis tikið lønesmi í heimaflotanum í mun til uppsjóvarflotanum ella minkandi arbeiðsfjøldin í fiskivinnuni á landi og sjógvi, men vit hava valt ikki at taka tað við hesuferð. Av tí at vit máttu av­markað okkum eitt sindur, hava vit valt ikki at taka bólk 5, útróðrar­ bátar undir 15 tons, við í viðgerina hesuferð. Vit byrja við at gera ein støðumynd av fiski­ vinnuni. Royna at fortelja hvussu sær út nú, uttan at taka støðu til hvat er rætt ella skeivt og hvat átti at verið gjørt. Vit hava eisini gjørt tríggjar samrøður við menn, sum hava drúgvar royndir innan fiskivinnu. Teir siga frá um skip­ anina og hvussu tað er at virka undir henni. Vit halda áfram við evninum í næstu viku eisini, har vit seta sjóneyguna eitt sindur øðrvísi og hyggja at øðrum tættum úr fiskivinnuni. Góðan lesihug. Sólvit Nolsø journalistur Meðan vit bíða eftir nýskipanini Yvirlit HESI ER Bólkur 2 – Trolarar Fram – VN449, Vestmanna. Eigari; P/f Jókin. Útgerðarmaður: Tummas Christophersen. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 1,02 á innaru leið og 0,47 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) og makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi. Beinisvørð –TG440, Vágur. Eigari: P/f Sancy Trawl. Útgerðaraður: Aleksander Vilhelm. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 42,76 á innaru leið og 132,48 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) Brestir – VA705, Sørvágur. Eigari: P/f Brestir. Útgerðarmaður: Tummas Henriksen. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 103,90 á innaru leið og 190,93 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) Kúrberg – TN1440, Tórshavn. Eigari: Sp/f TN1440. Útgerðarmaður: Hans Andrias Kelduberg. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 52,36 á innaru leið og 111,96 á ytru leið. Makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi Niels Pauli – TG405, Hvalba. Eigari: P/f Niels Pauli. Útgerðarmaður: Jacob Pauli Hammer. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 74,77 á innaru leið og 144.59 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) og makrelveiðu í altjóða , føroyskum, norskum og ES sjógvi. Phoenix – VN152, Hósvík. Eigari: P/f Thor. Útgerðarmaður: Hans Andrias Kelduberg. Tillutaðir fiskidagar 2016/17:38,22 á innaru leið og 109,62 á ytru leið. Fiskiloyvir: Makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi. Rankin – FD108, Syðrugøta. Eigari: P/f Hvanngarður. Útgerðarmaður: Jákup Jacobsen. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 68,85 á innaru leið og 114,12 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) og makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi. Sjagaklettur – TG964, Hvalba. Eigari: P/f Jókin. Útgerðarmaður: Mikkjal Hammer. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 63,83 á innaru leið og 104,08 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) og makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi. Steintór – TG304, Hvalba. Eigari: P/f Steintór. Útgerðarmaður: Jacob Pauli Hammer. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 105 á innaru leið og 169,89 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) og makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi. Suðringur – TG600, Tvøroyri. Eigari: P/f Suðringur. Útgerðarmaður: Marner Lisberg. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 28,53 á innaru leið og 142,47 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) og royndarloyvi eftir stinglaksi í føroyskum sjógvi. Vesturleiki – VA404, Sørvágur. Eigari: P/f Vesturleiki. Útgerðarmaður: Tummas Henriksen. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 102,44 á innaru leið og 102,44 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (1) Kappin – VN668, Hósvík. Eigari: P/f Thor. Útgerðarmaður: Hans Andrias Kelduberg. Fiskiloyvir: Makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi. Sardis – TN1429, Tórshavn. Eigari: Sp/f TAN. Útgerðarmaður: Hans Andrias Kelduberg. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 69,40 á innaru leið og 92,40 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (2) og makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi Topas – TN1428, Tórshavn. Eigari: Sp/f TAN. Útgerðarmaður: Hans Andrias Kelduberg. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 69,40 á innaru leið og 92,40 á ytru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (2) og makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi Ametyst – TN1420, Tórshavn. Eigari: P/f Ametyst. Útgerðarmaður: Hans Jákup Joensen. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 238,96 á innaru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (2) og makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi Bakur – FD1201, Runavík. Eigari: P/f Faroe Origin. Útgerðarmaður: Jógvan Dávid Jacobsen. Tillutaðir fiskidagar 2016/17: 170,50 á innaru leið. Fiskiloyvir: Bólkur 2, trolarar (2) og makrelveiðu í altjóða, føroyskum, norskum og ES sjógvi Yvirlitið yvir føroysku fiskivinnuna vísir, at tað er ikki av leið tá sagt verður, at Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður í Føroyum. Umleið triðjahvørt skip er skrásett í Klaksvík