Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 14 TEMA Fiskivinnan SÓLVIT E. NOLSØ A llur fiskiskapur verður skipaður eftir eini lóg frá 1994, sum er løgtingslóg nr. 28 frá 1994: Lógin um vinnuligan fiskiskap. Lógin avloysti fýra aðar lógir, ið annars vórðu nýttar at stýra fiskivinnuni eftir: Lógin um føroyska veiðu á ytru landleiðini frá 1978; Lógin um útlendska veiðu á føroysku landeiðini frá 1978; Lógin um føroyska veiðu uttan fyri land­ leiðirnar frá 1978 og lógina um føroyska veiðu á innaru land­ leiðini frá 1990. Hesar fýra lógirnar blviu all­ ar lagdar saman í eina lóg um vinnuligan fiskiskap í 1994 sostatt umfatar hon veiðu hjá føroyskum skipum á føroysku landleiðunum og uttan fyri landleiðirnar og hjá fremmandum skipum á føroysku landleiðunum. Lógin um vinnuligan fiskiskap er umfatandi og drúgv. Har eru nógvir hættir og nógv amboð, ið verða nýtt til tess at stýra fiskiskapinum. Vit hava valt nøkur burturúr og royna at greina eitt sindur nærri hvat tey merkja. Vit hava valt orð og hugtøk, sum ein hoyrir ofta í kjakinum og prátinum um fiskivinnuna. SOLVIT@SOSIALURIN.FO POLI­ TIKKUR STÝRIR FISKI­ VINNUNI Tað er politiska skipanin, sum setir treytirnar fyri fiskivinnuna. Til dømis verða bæði kvotur og fiskidagar ásettar politiskt. Vit hava hugt eitt sindur nærri at nøkum hugtøkum, ið ofta verða nýtt og greina tey eitt sindur nærri Kvotur eru nøgdir av ávísum fiskasløgum, sum kunnu fiskast. Kvotur kunnu lutast út sum eginkvotur til feløg ella einstaklingar, ella sum felagskvotur. Ein ávís nøgd av hjáveiðu er eisini loyvd. Felagskvotur kunnu ikki seljast, meðan eginkvotur vanliga kunnu avhendast í eitt ár í senn. Landsstýrismaðurin ásetur vanliga heildarkvotur, ofta í samráð við onnur lond, men undantøk eru gjørd. Føroysku myndugleikarnir hava fleiri fiskiveiðuavtalur um ávísar nøgdir av fiski, ið kunnu fiskast inni á økjum hjá hvørjum øðrum. Talan er um bæði botnfisk og uppsjóvarfisk. Avtalur er gjørdar um sínamillum fiskiveiðu við ES, Norra, Russland, Ísland og Grønland. Sí heimasíðuna hjá Fiskimálaráðnum fyri nærri upplýsingar og nøgdir, ið kunnu fiskast. Kvota fiskiskapurin verður fyrst og fremst reguleraður við at hækka ella lækka mest loyvdu veiðu av ávísum fiskasløgum. Kvotur eru nærri allýstar í lógini um vinnuligan fiskiskap §5. Fiskidagar: Ein fiskidagur er ein dagur, ið eitt skip kann brúka at fiska í, á fiskileiðunum undir Føroyum, í einum fiskiári. Fiskiárið er galdandi frá 1. september til 31. august fylgjandi ár. Fiskidagar eru ikki tengdir at einum fiskaslagið, men tað er álagt skipum at taka tað til lands, ið tey fáa. Tó royna skip eftir ymsum fiskasløgum, ofta upsa, hýsu og toski. Sambært lógini um vinnuligan fiskiskap er ein fiskidagur ‘hvørjir 24 tímar, fiskifarið hevur verið til fiskiskap í fiskiárinum. Hvør túrur verður roknaður at byrja, tá farið verður úr havn og at enda, tá komið er aftur í havn. Hvør byrjaður túrur telur tó minst 24 tímar. Fyri fiskifør í bólki 5 sambært § 28, stk. 1 telur hvør túrur ein fiskidag, hóast túrurin er meir enn 24 tímar’. Løgtingið ásetur fiskidagar fyri hvønn skipabólk og samlaða talið verður so býtt út á fiskiførini í bólkinum eftir tí lutfalli, sum dagatalið var hjá tí einstaka farinum við endan á farna fiskiári og/ella við byrjan av tí nýggja. Í summum førum eru er ymiskt hvussu nógv ein dagur telur: - Í bólki fýra, útróðrarbátar, telja tveir dagar fyri ein dag um fiska verður við snellu - Um eitt skip hevur roynt á fjarleiðum av kvotum, sum vit hava við Grønland og í altjóða sjógvi, verða tríggir fiskidagar roknaðir sum ein. Onnur undantøk eru eisni, sum til dømis at landsstýrismaðurin kann tilluta eyka fiskidagar milllum teirra í høvuðsbólki tvey, trý og fýra, sum arbeiða livur. Fiskidagar fyri eitt fiskiár verða ásettir av Løgtinginum, sum fær tilmælir frá Havstovuni og frá fiskidaganevndini, ið umboðar vinnuna. Fiskidagar eru umsetiligir og kunnu sambært lóg verða seldir frá einum skipi til eitt annað, tó skulu tey verða í sama undirbólki. Fiskiskapurin verður reguleraður við at hækka ella skerja fiskidagar. Fiskiskapurin undir Føroyum verður eisini reguleraður við at steingja leiðir, ið verða mettar at verða ov nógv troyttar. Til dømis hevur tað ikki verið loyvt at fiska á Føroya Banka síðan 2008 uttan serloyvi frá Fiskimálaráðnum. Hetta fyri at verja stovnin á leiðini. Kvotur og fiskidagar