hósdagur 12. januar 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
15
Veiðiloyvi og fiskiloyvi
Fyri at kunna reka vinnuligan fiskiskap, hevur eitt skip brúka fyri
einum veiðiloyvi og einum fiskiloyvi.
Veiðiloyvi: Eitt veiðiloyvi verður givið einum fiskifari og gevur tí
loyvi at veiða fisk á føroysku leiðunum. Eitt veiðiloyvi krevst fyri at
kunna reka vinnuligan fiskiskap.
Fiskiloyvi: Eitt fiskiloyvi er rætturin at fiska ávísar fiskidagar ella
ávísa nøgd av einum fiskaslagi. Fiskiloyvir verða útskrivaði árliga
og inniheldur millum annað treytir fyri reiðskap. Fiskiloyvir kunnu
seljast til aðrar aktørar í vinnuni.
Eitt skip kann bert hava eitt veiðuloyvi, men fleiri fiskiloyvir. Til
dømis hava fleiri skip í bólki tvey, fiskiloyvir á føroysku leiðunum,
umframt loyvi at fiska makrel í føroysum og útlendskum sjógvi.
Skipabólkar
Bólkur 2
Bólkur tvey eitur Trolarar.
Bólkurin er ein samanlagdur
bólkur av fyrrverandi bólki eitt,
lemmatrolarar, og fyrrverandi
bólki tvey, partrolarar. Teir báðir
bólkarnir blivu samanlagdir í 2011
í ein bólk, ið gjørdist bólkur tvey,
trolarar.
Fyrrverandi bólkur eitt
umfataði skip, ið fyri tað mesta
fiskaðu fisksløg sum kongafisk
og blálongu á djúpum vatni,
á ytru føroysku landleiðini.
Partrolarar royndu fyri tað mesta
longri inni og fiskaðu næstan
bert onnur fiskasløg sum upsa,
tosk og hýsu.
Við tíðini broyttist mynstri
serliga fyri djúpvatnstrolararnar
og teir fiskaðu meira av somu
sløgum sum partrolararnir. Í
2011 bleiv stig tikið til, at bólkur
eitt og tvey løgdu saman í ein
bólk, sum kallast bólkur tvey og
umfatar bæði djúpvatnstrolarar
og partrolarar.
Skipini í bólki tvey fiska
sambært fiskidagaskipanini. Tað
vil siga, at ein samlað nøgd av
fiskidøgum verður útskrivað til
skipabólkin og síðani verða dagar
eisini givnir reiðaríunum.
Bólkur tvey fekk tillutað
4114,77 dagar á innaru leið
og 1479,77 dagar á ytru leið í
fiskiárinum 2016/17.
Ávísir trolarar í bólki tvey
hava eisini loyvi at fiska av eini
felagskvotu av makreli.
Fiskiloyvini, ið verða útskrivað
í bólki tvey eru:
- Bólkur 2, trolarar 1: Loyvið
verður útskrivað til skip, ið fyrr
vórðu í bólki eitt. Loyvið heimilar
veiðu á ytru og innaru leiðunum
undir Føroyum, ið verður stýrt
við fiskidøgum.
- Bólkur 2, trolarar 2: Loyvið
heimilar veiðu á innaru leiðunum
undir Føroyum, ið verður stýrt
eftir fiskidøgum.
- Makrelveiða í altjóða,
føroyskum, norskum
og ES sjógvi: Loyvið hjá
ísfiskatrolarum at fiska makrel
í januar-februar og oktober-
desember. Trolararnir fiska av
eini heildarkvotu á góð 19.500
tons. Trolari skal hava tiløgn
frá Vørn um ætlanin er at
fiska í norskum ella ES sjógvi.
Treytin er, at felagsatgongdin
avtalað millum partarnar, ikki er
uppfiskað.
Hámarkskvotan er 1947 tons fyri
hvørt skip.
Bólkur 3 – Línuskip
størri enn 110 tons.
Bólkur trý er øll línuskip, ið eru
størri enn 110 tons. Sambært
teimum yvirlitum, sum vit hava,
so eru tað 18 línuskip, ið eru størri
enn 110 tons. Fimm av teimum
eru frystilínuskip, ið merkir,
at tey hava orku at frysta fisk
umborð, í mun til ísfiskalínuskip,
ið ikki kunnu frysta fisk umborð.
Ågot, Eivind, Kambur, Klakkur og
Stapin eru frystilínuskip, ið eisini
merkir, at tey kunnu gera longri
túrar uttan at tað gongur útyvir
góðskuna av fiskinum. Tað er ein
fyrimunur tá ein til dømis fer
yvir á Flemish Kap at fiska.
Fiskiskapurin í bólki trý er
skipaður eftir fiskidagaskipanini.
Tað vil siga, at ein samlað nøgd av
fiskidøgum verður útskrivað til
skipabólkin og síðani verða dagar
eisini givnir reiðaríunum.
Bólkur trý fekk tillutað 1924,71
dagar á innaru leið í fiskiárinum
2016/17.
Ávís skip hava eisini loyvi at
fiska brosmu og longu í ES sjógvi
av eini felagskvotu.
Fiskiloyvini, ið verða útskrivaði í
bólki trý eru:
- Bólkur 3, línuskip yvir 110 tons:
Loyvið heimilar veiðu á innaru
leiðunum undir Føroyum, ið
verður stýrt eftir fiskidøgum
- Toskur á Flemish Kap: Loyvið
gevur línuskipum loyvi at fiska
av eini felagskvotu á 3114 tons av
toski.
- Brosma og longa í ES sjógvi:
Loyvið gevur línuskipum loyvi
at fiska av eini felagskvotu á 200
tons av brosmu og longu í ES
sjógvi. Loyvt er eisini at hava upp
til 20% sum hjáveiðu, tó í mesta
lagið 75 tons.
Bólkur 4 –
Útróðrarbátar
Bólkur fýra er býttur upp í
tríggjar undirbólkar: bólkur 4A
(bátar millum 15-40t), bólkur 4B
(bátar størri enn 40t við línu),
bólkur 4T (bátar størri enn 40t
við troli).
Sambært okkara upplýsingum
eru tað tilsamans 27 skip skrásett
í bólki fýra.
Skipini í bólki fýra fiska
sambært útskrivaðum fiski
døgum. Tað vil siga, at ein samlað
nøgd av fiskidøgum verður
útskrivað til skipabólkin og
síðani verða dagar eisini givnir
reiðaríunum.
Bólkur 4A fekk tillutað 571,03
dagar á innaru leið í fiskiárinum
2016/17.
Bólkur 4B fekk tillutað 749,92
dagar á innaru leið í fiskiárinum
2016/17.
Bólkur 4T fekk tillutað 1172,61
dagar á innaru leið í fiskiárinum
2016/17.
Eisini hava ávís skip í bólki
4T loyvi at fiska makrel av eini
felagskvotu
Fiskiloyvini, ið verða útskrivaði í
bólki fýra eru:
- Bólkur 4A – útróðrarbátar
millum 15-40 tons: Loyvið
heimilar veiðu á innaru leiðunum
undir Føroyum, ið verður stýrt
eftir fiskidøgum
- Bólkur 4B, útróðrarbátar størri
enn 40 tons á línuveiðu: Loyvið
heimilar veiðu á innaru leiðunum
undir Føroyum, ið verður stýrt
eftir fiskidøgum
- Útróðrarbátar størri enn 40
tons á trolveiðu: Loyvið heimilar
veiðu á innaru leiðunum undir
Føroyum, ið verður stýrt eftir
fiskidøgum
- Makrelveiða í altjóða, føroysk
um, norskum og ES sjógvi:
Loyvið hjá trolarum í bólki 4T at
fiska makrel í januar-februar og
oktober-desember. Trolararnir
fiska av eini heildarkvotu á
góð 1905 tons. Trolari skal hava
tiløgn frá Vørn um ætlanin er at
fiska í norskum ella ES sjógvi.
Treytin er, at felagsatgongdin
avtalað millum partarnar, ikki er
uppfiskað.
Bólkur 6 – Ymiskt
Tað eru í løtuni trý skip, ið fiska
við gørnum undir Føroyum:
Oknin, Thor og Vesturland.
Tað vórðu fýra skip, ið vórðu í
bólkinum, men Anita hevur í
løtuni einki góðkent fiskiloyvi.
Fiskiskapurin við gørnum eftir
havtasku og svartkalva verður
stýrd eftir kunngerð nr. 105 frá
5. august 2013, ið gevur fýra
førum loyvi beinleðis at royna
eftir svartkalva og havtasku við
gørnum.
Fiskiloyvi bleiv latið teimum,
sum í 2012 høvdu fingið fiskiloyvi
ella rætt til fiskiloyvi.
Leiðirnar, ið loyvdar eru at
fiska á eru nærri greinaðar í
kunngerðini.
Fiskiloyvini, ið verða útskrivaði í
bólki seks eru:
- Fiskiskapur eftir svartkalva og
havtasku við gørnum á føroysku
landleiðunum
Sí omanfyri fyri frágreiðing.
Nótaskip, Rækjuskip,
Verksmiðjuskip og Ídnaðarskip
Allur fiskiskapur hjá hesum
skipabólkum er eftir kvotaskipan,
bæði undir Føroyum og uttan
lands. Tað vil siga, at millum
landasamráðingar og ásetan av
kvotum av landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum, ásetir hvussu
nógv skipini hava at fiska.
Í millumlandasamráðingum
verða kvotur av ávísum
fiskaslagið givnar til onnur lond
afturfyri atgongd til teirra sjóøki.
Skipini fáa í stóran mun ásett
eina eginkvotu. Tað merkir, at
hvørt skip hevur eina ávísa nøgd
at fiska, ið eingin annar kann
fiska av. Tó er tað ikki skipað
á tann hátt í øllum fiskiskapi.
Summi skip, ið hava makrelloyvi,
men ikki eru nótaskip, Ran og
Næraberg til dømis, fiska av eini
felagskvotu.
Rækjuveiðan við Svalbard hjá
Havborg og Arctic Viking verður
stýrd eftir fiskidøgum. Har eru
922 felags fiskidagar við Svalbard,
ið skipini deila millum sín.