hósdagur 12. januar 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
16
TEMA Fiskivinnan
ÁRNI GREGERSEN
– So at siga allar skeivar avgerðir,
sum verða tiknar í fiskivinnuni
ella fyri fiskivinnuna, byggja á, at
vitanin um fiskivinnuna er ov lítil.
Eyðstein Poulsen er reiðari og
hevur sjálvur fiskað nógv. Hann er
reiðari á frystilínuskipinum Ågot,
sum júst nú er á Flemish Cap og
fiskar av føroysku kvotuni har.
Hann og brøðurnir hava havt
skip síðani 1993. Í 2001 keyptu teir
sær skipið, sum teir hava í dag.
– Vit sóu, at skuldu vit halda
fram við línuveiðu, so máttu vit
annaðhvørt byggja gamla Ågot
um ella keypa okkum annað skip.
Vit valdu seinnu loysnina og hava
framvegis tað skipið, sigur Eyð
stein Poulsen.
Hann heldur, at gjøgnum árini
er tað vorðið torførari at reka
fiskivinnu, tí treytirnar eru mun
andi versnaðar. Til dømis vísir
hann á, at Ågot síðani 1993 hevur
mist 132 fiskidagar undir Føroyum.
Ågot hevur loyvi at royna við
línu og við gørnum. Skipið er sum
nevnt í løtuni á Flemish Cap, har
fiskiskapurin higartil hevur verið
góður. Skipið hevur eisini formliga
loyvi at fiska av føroysku kvotuni
undir Íslandi, men ikki meira enn
eitt tons.
– Vit keyptu tíðliga fiskidagar
undir Føroyum fyri hálva aðru
milljón krónur, men síðani er bert
minkað burturav, sigur Eyðstein
Poulsen.
Fiskivinnan gongur
upp og niður
Eyðstein Poulsen hoyrir til teirra,
sum ásanna, at fiskivinnan gongur
upp og niður. Viðhvørt er nógvur
fiskur og onnur ár er fiskaloysi,
sigur hann.
– Hetta vita øll, sum aktivt hava
tikið lut í fiskivinnuni og tað hava
vit eisini merkt hesi árini, vit hava
havt skip, sigur hann.
Hann sigur, at tað sum nú verður
ført fram um, at fiskastovnarnir
skulu goymast og ikki fiskast ov
hart, er ein leið, sum ikki er gongd.
– Veiðan av fiskastovnunum
hevur sjálvandi nakað at siga, men
tað eru so ómetaliga nógvir aðrir
faktorar, sum gera av um fiska
stovnarnir vaksa ella minka, sigur
Eyðstein Poulsen.
– Og at billa sær inn, at tað ber
til at goyma fiskin til at fiska árið
eftir, er ov bláoygt.
Fíggingarstovnarnir
Reiðarin í Klaksvík heldur eisini,
MEIRA VITAN UM
FISKIVINNUNA
ER TREYTIN
FYRI FRAMBURÐI
Størsti trupulleikin í verandi fiskivinnuskipan er manglandi vitan um, hvussu
fiskivinnan sum heild virkar – hetta er eisini galdandi fyri fíggingarstovnarnar
Eyðstein Poulsen:
Eyðstein Poulsen. reiðari á
Ågot, heldur at manglandi
vitan um fiskivinnuna er orsøk
til nógvar skeivar avgerðir