hósdagur 12. januar 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
17
at fíggingarstovnarnr hava stóra
ávirkan á, hvussu tað gongur í
fiskivinnuni.
Áður var tað soleiðis, at hevði
tú til dømis virksemi í Klaksvík,
so kundi tú fara inn á deildina í
býnum og hitta bankaráðgevaran,
sum kendi til lokala vinnulívið.
Hetta er nógv broytt. Nú eru
tað vanliga fíggjarfólk úr høvuðs
deildini í Havn, sum skulu siga ja
ella nei til fígging.
– Uttan iva er talan um væl
skúlað fólk, men grundleggjandi
vantar teimum vitan um vinnuna
og hvussu hon gongur upp og
niður. Hetta er neyðug vitan, skal
ein fíggjarstovnur vera við til at
halda vinnuni gangandi uppá
langt sikt, sigur Eyðstein Poulsen.
Vinnan fyri øll
Eyðstein Poulsen hevur hoyrt at
talan er um, at øll skulu sleppa
framat vinnuni.
– Hetta ljóðar sum ein fagur
tanki, men hetta fer ongantíð at
rigga, heldur hann.
Hann sigur, at fyri at luttaka í
fiskivinnuni krevst so nógv vitan
og so stórur kapitalur, at hetta
ongantíð verður ein vinna fyri øll.
– Hetta er ein high risc vinna,
sum krevur nógva vitan og vilja
at seta nógv upp á spæl fyri at fáa
hana at rigga. Tí krevur tað vitan
frá aktørunum í vinnuni, men
so sanniliga eisini frá fíggingar
stovnum, sigur hann.
– So um eg skal siga, hvat
krevst til, so er tað at allir partar
í vinnuni fáa meira vitan um
vinnuna fyri at hon skal virka og
samstundis geva eitt gott avkast
til føroyska samfelagið, sigur
reiðarin í Klaksvík.
ARNIG@SOSIALURIN.FO
Upprunaliga
var talan um
eina neyðloysn
Kravið kom frá dønum um at gera eina nýggja lóg um
vinuligan fiskiskap, sum bygdi á eina kvotaskipan
ÁRNI GREGERSEN
S
tøðan var ómetaliga ring í
Føroyum fyrst í níti-árun
um.
Samfelagið var hart
rakt búskaparliga og peninga
stovnar fóru av knóranum. Bæði
hjá privatfólki og vinnuni stóð
ómetaliga nógv á og hópur av fólki
mátti fara frá húsi og heimi.
Vinnan lá í skeljasori. Fiskiskip
fóru av landinum, umframt at
landið mátti gjalda veðhaldini fyri
hesi skip. Vanligt var tá, at keypti
tú skip og tókst lán, so veðhildu
almennu Føroyar fyri lánunum.
Støðan var so hættislig, at
danska stjórnin legði uppí. Kravt
var, at vit gjørdu eina nýggja
fiskivinnulóg, sum bygdi á eina
kvotaskipan.
Tað bleiv eisini gjørt, men tað
vísti seg skjótt, at hetta ikki var
loysnin. Skipini fiskaðu og fingu
tey annan fisk, enn tey høvdu
kvotu til, so var tað blakað útaftur.
Bæði vinnan, føroysku eftirlits
myndugleikarnir og politiska
skipanin sóu skjótt, at hetta var
ein skipan, sum ikki kundi brúkast.
Tí var farið undir at arbeiða við
eini fiskidagaskipan, sum skuldi
tálma ovfiskingini.
Tá ið politisk semja skuldi ger
ast um skipanina, vísti tað seg,
at fiskidagatalið bleiv munandi
hægri enn vinnunevndin hjá Løg
tinginum ætlaði.
Men fyri at fáa skipanina sam
tykta, var hetta gjørt, og so var ætl
anin at lækka fiskidagatalið í ár 2
eftir at skipanina var farin at virka.
Landssýrismaðurin við fiski
vinnumálum hevði tá ætlan um at
minka samlaða fiskidagatalið við
20 prosentum, men aftur her kom
politikkur uppí. Ein av flokkunum,
sum tá var partur av samgonguni,
vildi ikki taka undir við so stórum
niðurskurði, so tað endaði við,
at niðurskurðurin bert var sjey
prosent.
Stríðsmál síðani
Tað er helst so, at var fiskidaga
skipanin regulerað rætt alla tíðina,
so hevði hetta verið ein skipan, sum
kundi brúkst til at stýra veiðuni á
landgrunninum.
Men soleiðis bleiv tað ikki.
Hvørt einasta ár, tá ið talið av
fiskidøgum skuldi ásetast, var
politiskt rok.
Løgtingið hevði heimildina at
áseta talið av fiskidøgum eftir
tilmæli frá landsstýrismanninum
við fiskivinnumálum. Skjótt
gjørdist tað meira ein regul heldur
enn eitt undantak, at Løgtingið
valdi at seta fiskidagatalið hægri
enn tað, sum landsstýrismaðurin
mælti til.
Mong árini hevur nógv staðið
á fleiri samgongum upp til 1. sep_
tember, tá ið fiskidagatalið varð
ásett.
So tað, at tað var ein politiskur
spurningur um, hvussu nógvar
dagar flotin kundi fiska, var ikki
nøkur skilagóð loysn
Makrelurin
Hóast hendan trupulleika, so eru
tað nógv sum halda, at lógin um
vinnuligan fiskiskap hevur virkað
hampuliga væl.
Semja er um, at mistøk eru
gjørd og millum teirra, sum vit
hava tosað við, er eitt av teimum
allarstørstu gjørt, tá ið vit fingu
risaastóru eyka kvoturnar av
makreli.
Tá valdu mynduleikarnir og
politikararnir at lata hesi virðir
fara til uppsjóvarflotan næstan
burturav.
Fleiri halda og teirra millum
ein fyrrverandi landsstýrismaður
við fiskivinnumálum, at hetta
var størsti brølarin, vit gjørdu í
undanfarnu árum við hesi lógini
um vinnuligan fiskiskap.
– Virðini sum komu inn og
sum vit politiskt fingu til landið
vóru so ógvuslig, at tey sjálvandi
áttu at fallið øðrum enn upp
sjóvarflotanum til góðar, sigur
fyrrverandi landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum
Fyrrverandi landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum heldur, at tá
ið nú ein nýggj fiskivinnuskipan
skal gerast, so hevði væl borið til,
at bygt á gomlu skipanina, men so
gjørt neyðugar broytingar, so lógin
hóskaði til tey viðurskifti, vit hava
í vinnuni í dag.
Ågot er ganga- og
fyrstilínuskip og er í
løtuni á Flemish Cap
Miðskeiðis í níti-árunum stóð nógv á. Danir kravdu at vit gjørdu eina nýggja fiskivinnuskipan, sum bygdi á eina kvotaskipan