hósdagur 12. januar 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
18
TEMA Fiskivinnan
ÁRNI GREGERSEN
Í
dag stendur hann at vera
reiðari á 16 føroyskum fiski
skipum, sum taka lut í før
oyskum fiskiskapi av øllum
handa slag.
Harumframt eiga teir part í
øðrum skipum, sum aðrir reka og
gera út.
Hanus Hansen, reiðari, er ein av
teimum, sum hevur virkað undir
galdandi fiskivinnuskipan, síðani
hann tók við sum stjóri í JFK í 1996.
Frammanundan hevði hann
verið fiskimaður og skipari á stóru
føroysku trolarunum.
– Eg haldi eg kann siga, at tað
mesta hevur virkað við teirri
skipan vit hava, men mistøk eru
sjálvandi gjørd – bæði av vinnuni
og av myndugleikunum, sigur
hann í dag.
Hann ásannar, at tað var eitt
bragd, tá ið føroyingar fingu eina
risastóra makrelkvotu til landið.
Tað broytti fiskivinnuna nógv.
Hann heldur, at tá ið vit fáa
nýggj rættindi ella munandi størri
kvotur, so átti ein skipan at verið,
sum hetta kundi lutast út eftir.
– Eg haldi, at táverandi lands
stýrismaður við fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard, gjørdi eitt
megnararbeiði. Vit fingu so stór
virðir inn í føroyska samfelagið
sum ongantíð fyrr, sigur Hanus
Hansen.
Tí heldur hann, at vit áttu
at havt eina skipan, sum ásetir,
hvussu stóran part verandi skip
eiga at fáa av hesum og so eina
skipan fyri, hvussu restin varð lut
að út til flotan.
Fjølbroytt virksemi
Hanus Hansen hevur fingist við
reiðaravirksemi síðani 1996 og tað
virksemi má sigast at hava verið
ógvuliga fjølbroytt.
Hann er reiðari á trolarum,
sum fiska av føroysku kvotuni í
Barentshavinum, í løtuni hevur
hann trolarar, sum fiska gulllaks
undir Føroyum, umframt hann
hevur ísfiskalínuskip og frysti
línuskip.
Eisini hevur hann Næraberg,
sum fiskar uppsjóvarfisk, so hann
kennir væl til føroyska fiskivinnu.
– Vit royndu við nýggja Skála
berg at fornýggja okkum í Barents
havinum, men tá var oljan dýr og
fiskaprísirnir munandi lægri enn
í dag, so vit fingu ikki endarnar at
røkka saman og noyddust at selja
Skálaberg og keypa Gadus í staðin
fyri, sigur Hanus Hansen.
Síðan JFK seldi Skálaberg av
landinum, er farið at ganga betur
við fiskiskapinum í Barentshav
inum. Oljuprísirnir eru nógv lækk
aðir og tað fæst meira fyri hvørt
kilo av fiski.
– Hetta hevur verið stabilt, men
í fleiri ár leyp ikki tað stóra av,
sigur reiðarin í Klaksvík.
Um fiskiskapin undir Føroyum
sigur hann, at sum støðan er nú, so
verður ikki farið undir at endur
nýggja tann flotan.
Fiskiskapurin er ov lítil hjá
hvørjum einstakum skipi.
– Eg haldi framvegis, at tað er
rætt, at vit hava ísfiskalínuskip
undir Føroyum. Eg veit væl, at
tað gevur meira í løtuni at fiska
við frystilínuskipum og tað haldi
eg eisini við eiga at gera á fjar
leiðunum og møguliga eisini undir
Íslandi, men vit eiga at hava bæði
sløgini av skipum, sigur hann.
Nýtt uppsjóvarskip
Í løtuni arbeiðir reiðaríið í Klaksvík
við at royna at fáa eitt annað skip
inn í flotan til uppsjóvarfiskiskapin
fyri Næraberg og hitt loyvið, sum
felagið hevur.
Tað er ikki greitt enn, men alt
bendir á, at ein sáttmáli verður
gjørdur um eitt annað skip.
– Eg veit væl, at hetta er eitt
sindur ímóti tí, sum Reiðarafelagið
hevur sagt: at ótryggleikin í vinn
uni er so stórur at ongan nýíløgur
verða gjørdar. Hinvegin so eru vit
í einari vinnu, har kvoturnar í ár
eru risastórar. Fiskurin skal fiskast
og sjálvt um politiska skipanin enn
ikki hevur sett greitt út í kortið,
hvussu tað fer at síggja út eftir
nýggjár, so kunnu vit ikki sita
hendur í favn, sigur Hanus Hansen.
Hann sigur, at tey hava tikið
eina støðu um, at tey halda á við
arbeiðnum, hóast bíðað verður
eftir einari nýggjari skipan.
– Vit hava eini 500 fólk í arbeiði,
so vit kunnu ikki bara gevast. Tað
havi eg í hvussu so er ikki hug til,
sigur Hanus Hansen.
NÓGV VIRKAR Í FISKI
VINNUSKIPANINI MEN
MISTØK VÓRU GJØRD
VIÐ MAKRELINUM
Sum reiðari og útgerðarmaður á nógvum skipum síðani 1996 er Hanus Hansen
ein av teimum, sum hevur arbeitt mest undir núverandi fiskivinnuskipan
Hanus Hansen:
Hanus Hansen, reiðari, hevur
virkað sum reiðari síðani 1996 og
er útgerðarmaður hjá 16 skipum
Gadus er eitt av
skipunum hjá JFK,
sum fiskar av kvotuni
í Barentshavinum