Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 19 ÁRNI GREGERSEN U m 10 dagar fer Út­ norður­ráð­ið at hava tema­fund í Havn. Vanliga hevur Út­ norð­ur­ráð­ið ársfund í august og so eina evnisráðstevnu um veturin. Stevn­an verður hesaferð hildin í Havn í døgunum 24. til 26. januar. Á stevnuni hesaferð verður ljós varp­að á tær avbjóðingar, sum dreing­ir hava í nýmótans sam­fe­ lag­num. Tað vísir seg, at genturnar klára seg munandi betur enn dreingir, tá ið tað snýr seg um tær tyngru og longri útbúgvingarnar. Granskarar úr Føroyum og Ís­ landi og Grønlandi fara at varpa ljós á støðuna. Tað vísir seg eisini, at tá ið talan er um krabbasjúkur, sum bæði menn og vinnur kunnu fáa, so vísir tað seg, at kvinnur klára seg betur gjøgn­um hesar sjúkur enn menn. Eisini hesi viðurskifti verða við­ gjørd á ráðstevnuni í Havn. – Hetta er ein trupulleiki, sum vit hava valt at varpa ljós á á hesi evn­is­ráð­stevnuni, sig­ur Kári P. Høj­gaard, Nýtt Sjálv­stýri, sum um­ boðar Føroyar í for­mansskapinum fyri Út­norð­ur­ráð­num. Nýggj íslendsk stjórn Vanliga luttaka um 30 fólk á ráðstevnunum hjá Út­norður­ráð­ num, men enn er ikki greitt, hvussu nógv fara at luttaka hesu ferð. Tað er solediðis, at Ísland loks­ ins hevur fingið nýggja sam­gongu og tað vísir seg, at fyrsti al­tings­ fundurin verður 24. januar, júst sama dag, sum evniráðstevnan verð­ur sett í Havn. – Tí vita vit ikki enn, hvussu nógv­ir luttakarar koma til stevn­ una. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið fyrsti altingsfundurin eftir valið er sam­stundis, so er ivasamt, hvussu nógv tingfólk koma úr Íslandi. Unnur Brá Konráðsdóttir hevur ver­ið íslendskt umboð í ráðnum í fleiri ár, men tað sær út, sum hetta fær ein enda. Undir samráðingunum um nýggja samgongu í Íslandi sær tað út til, at kvinnan úr Sjálv­stæð­is­ flokk­in­um verður nýggj forkvinna í Altinginum. Tingarbeiðið stilt Í Føroyum kemur Løgtingið sam­an í næstu viku, men meðani Út­norð­ ur­ráðið hevur fund, verður ongin ting­fundur. Seks tingfólk úr Føroyum, Grøn­ landi og Íslandi manna Út­norð­ur­ ráð­ið. Føroyasku limirnir eru Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, Magni Laksá­foss, Sambandsflokkurin, Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, Annika Olsen, Fólkaflokkurin og Bill Just­ in­us­sen, Miðflokkurin. Annika Olen fer úr tinginum nú, so onkur nýggjur skal veljast í henn­ara stað. Lars Emil Johanseen úr Grøn­ landi er formaður í løtuni og ís­ lendska Unnur Brá Konráðsdóttir er fyrri næstformaðurin og Kári P. Højgaard, annar næstformaður. Millum fyrilestrarhaldararnar á evnisráðstenuni í Havn, eru mill­ um onnur Pál Weihe, arb­eiðs­medi­ sinari og granskari. Avbjóðingarnar hjá ungum dreingjum í nýmótans samfelagnum, verður høvuðsevnið á Útnorðurfundi í Havn í aðru viku UNGIR DREINGIR EVNIÐ Á ÚTNORÐURFUNDINUM POLITIKKUR Unnur Brá Konráðsdóttir verður eftir øllum at døma forkvinna í Altinginum. Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, umboðar Føroyar í fomrnasskapinum fyri Útnorðurráðnum. Evnisráðstevnan verður hildin á Hotel Hafnia í døgunum 24. til 26. januar.