Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 20 VELUR KONSE FRAM UM ROC Jón Aldará Jón Aldará av Norðoyri er farin á drúgva kon­sert­ ferð við finska tungmálms­bólki­num Barren Earth. Bólkurin hevur 17 konsertir í 18 dagar kring Europa. Tað er krevjandi uppgáva hjá sangaranum, sum bæði skal kunna syngja reint og brøla, og hann velur framførslurnar fram um rock ’n roll lívið TÓNLEIKUR EYÐUN KLAKSTEIN E ftir at hava eygleitt og kannað kjógvin úti í Fugloy er Jón Aldará farin á europeiska kon­ sertferð við finska tungmálms­ bólkinum Barren Earth. Tað er nakað av einum pall­ skifti fyri 30 ára gamla sangaran av Norðoyri, men saman­tvinn­ ingin av lívfrøði og rocktónleiki hevur verið partur av hansara lívi seinastu árini. Jón Aldará er kendur sum sang­ari í føroyska metal­bólki­ num Hamferð, og síðani 2014 hevur hann eisini verið sangari í finska bólkinum Barren Earth. Samstundis hevur hann tikið útbúgving innan lívfrøði, og tað er í tí sambandi, at hann hevur kannað støðuna hjá kjógvi, sum reiðrast í Fugloynni. Kann­ ingarnar skulu brúkast í serritgerðini, sum hann nú er farin undir at skriva. Komandi vikurnar skal Jón Aldará tó brúka á ferð kring Europa saman við hinum tón­ leikarunum í Barren Earth og saman við rockbólkinum In­ somnium, sum Barren Earth hitar upp fyri á 17 konsertum í 18 dagar. Konsertferðin byrjaði í Boc­ hum í Týsklandi mikukvøldið, og konsertir verða komandi tíðina í eitt nú París, Man­ chester, Islington, Berlin, Prag, Wien, Zürich og München. Frustererandi byrjan Progressivi tungmálmsbólkurin Barren Earth varð stovnaður í 2008. Bólkurin er mannaður við tónleikarum, sum allir eru virknir í øðrum kendum tung­ málsbólkum. Fram til 2013 var Mikko Kotamäki sangari í bólkinum. Tá ið hann valdi at hugsavna seg um annan bólk, gjørdist Jón Aldará sangari í bólkinum ístaðin. Jón hevði hitt tveir av lim­un­ um í Barren Earth, tá ið hann var á konsert saman við Ham­ ferð, og sambandið teirra millum slóðaði fyri, at Jón gjørdist sangari í Barren Earth. Finsku tónleikarunum dámdu ræddarspennið og klangin hjá Jón, og tað viðvirkaði eisini, at Jón kundi skriva tekstir og útseta røddirnar hjá bólkinum. – Tá ið eg kom upp í bólkin­um, vóru teir í gongd við at innspæla eina nýggja útgávu, og megin­ parturin av sangunum vóru skrivaðir. Tí kom eg mitt inn í eina prosess og royndi at fóta mær sum frægast, sigur Jón Aldará. Úrslitið av innspælingunum var útgávan On Lonely Towers frá 2015, har Jón Aldará er sangari. – Ætlanin var, at vit eftir útgávuna skuldu fara á kon­ sert­ferð og sum heild gera meira við at spæla saman, men tað bleiv ikki til tað stóra, tí tónleikararnir høvdu aðrar bólkar at hugsa um, og tað riggaði ikki at savna bólkin. – Tí var tað eitt sindur fru­ stererandi, at tað ikki hendi meira við bólkinum, eftir at eg var komin uppí, men nú er meira lív í, og tað sær heilt spennandi út, sigur Jón. Stórur kjansur Seint í fjør var Barren Earth á konsertferð í Finlandi, sangir eru skrivaðir til nýggja útgávu, sum skal takst upp í vár, og nú er Barren Earth umsíðir farið á konsertferð í Europa. – Barren Earth hevur spælt síðani 2008, bólkurin hevur givið tríggjar útgávur út, men hevur bert verið á einari kon­ sertferð í USA og í Finlandi hesi 9 árini. So bólkurin hevur ikki verið so virkin live, men tað hevur stóran týdning at koma út at spæla, tí tað ber ikki longur til at dúva uppá fløgu­ sølu, sigur Jón Aldará. Hann fegnast tí um, at Barren Earth hevur fingið gyltan møguleika at spæla konsertir kring Europa. Bólkurin skal hita upp fyri Imsomnium, sum