Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 21 RTIR KLÍVIÐ av álvara er á veg fram innan metaltónleik, og teir fáa nú møguleikan at vitja spælistøð í stórbýum í fleiri londum. Barren Earth og Insomnium hava konsertir á góðum og virdum spælistøðum, sum kunnu hýsa áhoyrarafjøldum úr 300 og upp í 850 fólk. Eitt nú spæla teir á O2 Academy í Islington, sum tekur um 800 fólk. Fleiri av konsertunum eru longu útseldar, og tað er ikki so vanligt, tí kappingin á konsertmarknaðinum er blivin sera hørð, eftir at fløgusølan misti flogið. – Hetta er ein góður møgu­ leiki hjá okkum at koma inn á europeiska pallin, og eftir øll hesi árini hjá Barren Earth er hetta eitt stórt stig, sum vit nú taka, sigur Jón Aldará. Størri leiklut Tá ið Jón Aldará kom upp í Barren Earth fyri trimum ár­ um síðani, var tað eitt sindur sum at verða skiftur inn mitt í einum fótbóltsdysti, tí bólkurin var mitt í innspælingum til nýggja útgávu, og Jón hevði tí avmarkaðan møguleika at verða við til at mynda út­ gávuna. Nú er støðan ein heilt onnur, tí Jón Aldará hevur bæði í sambandi við nýggju útgávuna og konsertferðina verið við at taka avgerðir um sangir og annað. – Mín leiklutur er ein annar nú, tí eg havi verið við frá byrjan. Eg skrivi nógvar av tekstunum, og eg arrangeri røddirnar. Hetta hevur givið mær ein møguleika at ávirka tónleikin hjá bólkinum og mín part í tónleikinum, sigur Jón Aldará. – Eg kenni tað, sum at bólkur­ in hevur fingið eitt ordilig boost við hesari konsertferðini og nýggju útgávuni, og tað hevur longu víst seg aftur í vaksandi áhuga frá fólki, sigur hann. Drúgv ferð Restina av januar mánaði skal Jón Aldará brúka á ferð kring Europa. Konsertir eru so at siga hvønn dag, og millum kon­ sertirnar skulu teir ferðast frá einum staði til annað. Tað er helst ikki so gla­ mou­røst at verða á slíkari konsertferð, sum fólk kanska ímynda sær, tí tað er eisini hart arbeiði og nógv ferðing. – Vit koyra vanliga í bussi langar teinar millum spæli­ støðini, sum kunnu liggja uttan fyri miðbýin í tómligum økjum. Men tað kann eisini verða spennandi, og tað er spennandi at fáa møguleikan at spæla so nógvar konsertir, sigur Jón Aldará. Sangararnir í tung­málms­ bólkum skulu veruliga arbeiða fyri føðini, tí teir eru í front, og tað verður kravt nógv av teirra rødd, sum bæði skal kunna ljóma reint og skal kunna brøla – growla, tey kalla. – Eg havi roynt onkra kon­ sertferð av hesum slagnum áður. Fyrstu tríggjar-fýra kon­ sertirnar kunnu verða krevj­ andi fyri røddina, men tá ið tú ert komin ordiliga í gongd, so koyrir tað bara, og eg fari ikki at fáa trupulleikar við at syngja til tær mongu konsertirnar, sigur Jón Aldará. Lívið sum rocktónleikari er tiltikið, men tað ræður eisini um at verða førur fyri at spæla allar konsertirnar. – Mann skal ansa eftir sær sjálvum, tí tú skalt verða førur fyri at spæla konsertirnar. Tí verður tað ikki so nógv rock ’n roll hjá mær. Eg vil heldur verða væl fyri til framførslurnar, sigur Jón Aldará, sum við­ ur­kennir skemtandi, at tað stundum er trupult at halda sær í skinninum, tá ið allir hinir tónleikararnir eru finlendingar. EYDUN@SOSIALURIN.FO – Eg havi roynt onkra konsertferð av hesum slagnum áður. Fyrstu tríggjar-fýra konsertirnar kunnu verða krevjandi fyri røddina, men tá ið tú ert komin ordiliga í gongd, so koyrir tað bara, og eg fari ikki at fáa trupulleikar við at syngja til tær mongu konsertirnar, sigur Jón Aldará, sum skal spæla 17 konsertir innan 18 dagar Lív í Hamferð Jón Aldará er eisini sangari í føroyska tung­málmsbólkinum Hamferð, sum hevur gjørt vart við seg á altjóða pallum. Ham­ ferð hevur gjørt innspælingar til nýggja fløgu, sum skal koma út í næstum. – Vit eru í samráðingum við eitt gott plátu­ ­felag, og tað sær lovandi út. Vit eru ikki komnir heilt á mál enn, men vit rokna við, at tað fer at lukkast, sigur Jón Aldará. Dato er ikki sett á, nær nýggja útgávan hjá Hamferð kemur, men teir í bólkinum vóna, at teir skjótt kunnu kunngera útgávu­ dagin.