Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 22 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON T il sølu, til sølu! Turrir breyðmolar, einans 19,95 fyri 250 gram. Ljóðar tað freistandi? Nei? Tað er nú løgið, at vit keypa rasp í handlunum, tá ið rasp í grundini er turrir breyðmolar. Eg meini so við, tað kunnu ikki vera nógv húsarhald, sum ikki framleiða nóg nógvar breyðmolar til at ‘breyðføða’ seg? Sjálvsagt eru nógvir breyðmolar, hvørs lagna er, at enda millum fururnar í trægólvinum, men í breyðposum, á skeribrettum og í sofuni eru ein rúgva av øðrum breyðmolum, hvørs lagna kundi verið at klemma eitt deiligt hýsuflak. At vera sjálvbjargin er tað kula, tað modernaða, tað er hipp (ella hvat orð nú er tað ku-la/ modernaða/hippa at brúka beint nú - eg fylgi ikki við, havi ov nógv at gera við at brúka mínar gom-lu breyðrestir); og at vera sjálvbjargin í breyðmolum, tað kunnu næstan øll klára! So vilt tú vera ein av teimum kulu og taka títt møguliga fyrsta stig á sjálvbjargnisleið? Finn tær so fram nakrar turrar breyðflísar og ger RASP - áðrenn tú veist av, ert tú sjálvbjargin í turrum breyðmolum og sparir minst 19,95 kr um hálvárið. Ikki so galið, ha? Nei, skemt til síðis. Tað er ikki orsaka av pengum, at tað loysir seg at gera egið rasp (hóast ALT ger mun), men heldur kann man hugsa tað sum liður í einum størri arbeiði fram ímóti at minka um matoyðslið. RASP Tað ber til at brúka øll møguliga sløg av breyði til at gera rasp: myrkt ella ljóst, við ella uttan kjarnur. Tað raspið, vit keypa í handlunum, er oftast úr ljósum breyði. Hitt ‘heimabakaða’ rugbreyðið, sum er so vanligt her í Føroyum, er so ljóst, at raspið, sum verður gjørt av tí, líkist nógv tí sum keypt verður í handlunum. Breyðið, sum tú brúkar til rasp, kann t.d. vera sovorðið breyð, ið er vorðið ov turt at eta, ella møguliga eitt petti av nýggja breyðinum, sum tú veitst, at tit ikki fara at náa at eta upp. Breyðið má ikki vera mo-gið, tí at, ja… eg giti, at mogið rasp smakkar illa, umframt at tað allar helst er heilsuskaðiligt. Sker breyðið í flísar ella í terningar. Legg tað í einum lagi á eina bakiplátu. Tú kanst seta ovin á 150 stig og fylgja væl við, so at breyðini ikki brennast, men bara gerast turr. Mær dámar tó betur at brúka eftirhitan - tá ið eg havi bakað nýtt breyð (ella okkurt annað) í ovninum (á 200 hitastigum), sløkki eg ovnin og seti plátuna við gomlu breyðflísunum inn. Eftirhitin turkar breyðið. Tá ið ovnurin er kaldur, eru breyðflýsirnar turrar. Breyðflísarnar koyri eg í eina hvirlu ella ein góðan blendara og mali smátt. Nú er raspið klárt. Raspið goymist væl í eini lufttættari krukku. Tað er týdningarmikið, at breyðið er heilt turt, áðrenn tú melur tað til rasp, tí annars er vandi fyri, at raspið moðnar í krukkuni. Raspið kann brúkast júst sum keypt rasp. Til lukku, tú ert nú sjálvbjargin í turkaðum breyð­ molum! – VER SJÁLVBJARG Einans 19,95 kr fyri 250 gram Hvat brúki eg rasp til Raspað hýsuflak. At klemma eitt deiligt hýsuflak er nokk lagnan hjá mongu raspmola; og tað er ikki so galið. Men raps/ breyðmolar kannu brúkast til alt møguligt annað. Hetta er tað, eg oftast brúki turru breyðmolarnar til: 1. Sum knas í einum góðum pastarætti - Spagetti + leykur karamelliseraður á pannuni + neutralur smyrjiostur + breyðmolar = genialur náttarmatur, tá ið tú situr og drekkur vín saman við vinfólki langt út á náttina, og øll gerast svong. Ja, rasp er gott í rættum, sum annars høvdu manglað bit. Tað er lekkurt at steikja raspið í eitt sindur av olju saman við hvítleyki. 2. At gera skorpu á ovnrættir – Stroyð eitt sindur av turrum breyðmolum út yvir lasagnuna ella fis-kafatið; í ovninum verður hetta til eina deiliga skorpu oman á fatið. 3. Panerað. Tað ber til at panera annað enn hýsufløk (hóast tað er ógvuliga ógvuliga lekkurt við einum væl paneraðum og væl stoktum raspaðum hýsuflaki!). Royn at panera eina flís av kókaðari sellerirót - tú kanst ikki annað enn gerast ovfarin. 4. Í sjokolátakøkur. Eg brúki ofta rasp í sjokolátakøkur, tí at mær dámar væl, at sjokolátakøkur eru eitt sindur tungar, uttan at vera kleiggjuttar. Tá riggar væl at býta ein part av mjølinum um við rasp. 5. At koyra í grønmetisbúffar. 6. At irriterast inn á, tá ið eg leggi meg meg at sova um kvøldið, og gloymi at eg og lítlabarnið ótu morgunmat í songini tann morgunin - Oh well, irritatiónin varar styttri enn hugnaligi morgunmaturin, so tað man vera í lagi. Rasp – turrir breyðmolar