hósdagur 12. januar 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
24
FORSETI
HALLUR AV RANA
20. januar er dagurin, tá republi
kanska forsetavalevnið Donald
Trump tekur við sum ameri
kanskur forseti, og er sostatt
eisini endin á átta árum við
Barack Obama sum forseta.
Barack Obama vann fram í
tilvitskuni hjá amerikanarum,
tá hann til demokratiska lands
fundin í 2004, har John Kerry
alment varð valdur til forseta
valevni hjá flokkinum, helt eina
minniliga røðu við nú kenda
boðskapinum um vón og einleika.
– Tað er einki liberalt Amerika
ella konservativt Amerika – men
Sameindu Statirnir í Amerika.
Tað er einki svart Amerika, einki
hvítt Amerika, latín ella asiatiskt
Amerika – men Sameindu
Statirnir í Amerika, segði tá
lítið kendi senatorurin í einum
boðskapi, ið fýra ár seinni vakti
eini politiska rørslu í Amerika,
ið bar hann allan vegin til Hvítu
Húsini.
Barack Obama gjørdist
longu søguligur, tá hann móti
øllum útlitum vann á Hillary
Clinton og gjørdist fyrsta
svarta forsetavalevni hjá Demo
kratunum, men tað var nakrar
fáar mánaðar seinni, at hann
av álvara staðfesti sína støðu
í amerikanskari søgu, tá hann
gjørdist fyrsti svarti forsetin í
USA.
Eingin ivi er um, at Barack
Obama kom sum eitt frískt
lot inn í amerikanskan og al
heims politikk. Á politiska
heimavøllinum
prædikaði
hann ein boðskap um politiska
grøðing og ynskti at sameina
politiskt tvíbýtta samfelagið,
meðan hann í alheims politikki
lovaði at gera upp við linjuna
hjá undanmanninum í forseta
embætinum, republikanska
forsetanum George W. Bush.
Høgu lyftini og framúr góðu
retorisku evnini gjørdu, at hann
ikki bara vann amerikanska
forsetavalið, men fekk eisini
stjørnustatus um mestsum
allan heim. Stórar fólkamongdir
møtti honum á hansara ferðum í
útlondum, og stutt eftir, at hann
tók við sum forseti, fekk hann
handað friðarvirðisløn Nobels
fyri hansara friðarboðskap.
Búskaparliga betri fyri
Átta ár eftir at Barack Obama
tók við sum forseti, kunnu
spurnartekin setast við, um
eftirmælið stendur mát við høgu
vónirnar, ið vóru til hansara
tvey skeið sum forseti. Altjóða
stjørnustatusið er nevniliga
følnað og fólkamongdirnar
eru minkaðar, meðan politiski
vígvøllurin í USA tykist at vera
meira tvíbýttur enn nakrantíð
áður.
Tóri Højgaard, løgfrøðingur
og politiskur viðmerkjari, vísir á,
at reint búskaparliga, so stendur
tað væl til í USA í dag.
– Búskaparliga er støðan góð
eftir átta ár við Barack Obama.
Virðisbrævamarknaðurin klár
ar seg væl, og arbeiðsloysið er
tað lægsta í nógv ár, tó at mót
støðufólkini vilja vera við, at
tølini fyri arbeiðsloysið ikki
eru eftirfarandi, sigur Tóri
Højgaard, ið tó leggur afturat,
at tað er ivasamt hvussu stóra
ávirkan forsetin hevur havt á
búskapargongdina.
– Tá hann kom til, var heims
búskapurin øgiliga illa fyri, og
nú tá hann fer frá, er heims
búskapurin øgiliga væl fyri. So
spurningurin er, hvussu stóran
part av æruni hann eigur av
búskaparligu uppgongdini í USA,
sigur Tóri Højgaard.
Obamacare størsti sigurin
Politiski viðmerkjarin er ikki eina
løtu í iva, tá hann verður spurdur
um størsta avrikið hjá Barack
Obama, men vísir á Obamacare,
nýskipanin innan amerikanska
heilsuverkið, ið skuldi gera tað
lættari hjá øllum amerikanarum
at fáa heilsutrygging.
– Av teimum málum, ið Barack
Obama lovaði áðrenn hann
varð valdur, var Obamacare tað
størsta og tyngsta málið at fáa
gjøgnum. Tað kann hann í dag
fegnast um at hava klárað, sigur
Tóri Højgaard, ið tó leggur aftrat,
at skipanin ikki eydnaðist eins
væl og vónað.
– Móttøkan millum borgarar
hevur ikki verið so góð, tí
Obamacare hevur verið dýrari
enn væntað fyri vanliga ameri
kanaran. So hóast tað eydnaðist
at gjøgnumføra nýskipanina,
so er hetta nokk ikki akkurát
tann skipanin, ið Barack Obama
ynskti, sigur Tóri Højgaard.
Spurningurin er tó um, hvussu
leingi fráfarandi forsetin kann
fegnast um heilsunýskipanina,
ið ber hansara navn.
Republikanski flokkurin
hevur nevniliga frá byrjan av
verið hart móti nýggju heilsu
skipanini, og Donald Trump
hevur fleiri ferðir víst á, at hann
ætlar at avtaka stórar partar av
Obamacare. Tá republikanski
flokkurin eisini hevur meirilutan
í Umboðsmannatinginum og
Senatinum er spurningurin
nokk bara, nær broytingar verða
gjørdar í Obamacare.
Tóri Højgaard vísir tó á, at tað
er lættari sagt enn gjørt.
– Trupulleikin hjá republikan
arunum er, at allir vilja seta
Obamacare úr gildi, men eingin
veit hvat skal koma í staðin. Um
teir koma við onkrum betri, so
fer tað at skugga yvir eftirmælið
hjá Barack Obama, men um teir
avtaka hana ov skjótt ella koma
við onkrum verri, so verður tað
Tóri Højgaard
Hann var
forsetin, ið
drap Osama
bin Laden. Tað
er ein fjøður
í hansara
hatti, at hann
megnaði at
drepa størsta
fíggindan hjá
USA
LIVDI IKKI UPP
TIL VÓNIRNAR
Sum heild hevur Barack Obama ikki megnað at liva upp til tað, ið hann varð valdur
uppá. Hann lovaði millum annað at steingja Guantanamo fangaleguna, men
átta ár seinni er hon enn opin. Hann lovaði at eina nýggja kós í altjóða politikki
við færri kríggjum, men USA hevur aldrin verið partur av so nógvum kríggjum
sum nú. Tað sigur Tóri Højgaard, ið eftirmetir forsetaskeiðið hjá Barack Obama