hósdagur 12. januar 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
25
Úrslitið av amerikanska
forsetavalinum hevur elvt
til stúran um allan heim, sum
m.a. sæð í hesi tekningina
hjá Christian Bloom, ið bleiv
prentað í norska blaðnum
VG síðsta vikuskiftið, men
hevur síðan gingið sína
sigursgongd um allan heim.
ein politiskur vinningur fyri
Obama, tí so kann hann vísa á,
at hann hevði rætt, sigur Tóri
Højgaard.
Drap bin Laden
Umframt at hava fingið búskapin
í rættlag og fingið Obamacare
samtykt, so eru tað eisini fleiri
onnur mál, ið fráfarandi forsetin
kann gleðast yvir.
Tað var millum annað undir
hansara tíð sum forseti, at ameri
kanski hægsti rættur staðfesti,
at hjúnabandið eisini fevnir um
tveir persónar av sama kyni.
– Hóast tað ikki var eitt av
málunum, ið Barack Obama
førdi fram í valstríðnum, so er
tað eingin ivi um, at bæði hann
og demokratiski flokkurin
síggja tað sum ein sigur. Tað var
m.a. eyðsýnt, tá hann lýsti æla
bogalitirnar á Hvítu Húsini, sigur
Tóri Højgaard.
Tað er tó á uttanríkispolitiska
pallinum, at ein tann størsti sig
urin hjá fráfarandi forsetanum
kann finnast.
– Hann var forsetin, ið drap
Osama bin Laden. Tað er ein
fjøður í hansara hatti, at hann
megnaði at drepa størsta fígg
indan hjá USA, sigur Tóri Høj
gaard.
Brotin lyftir
Hóast 44. forsetin sostatt kann
fegnast um sigrar á fleiri økjum,
so eru tað eisini fleiri mál, har
forsetin ikki megnaði at liva
upp til stóru orðini, metir Tóri
Højgaard.
– Sum heild hevur Barack
Obama ikki megnað at livað
upp til tað, ið hann varð valdur
uppá. Hann lovaði millum
annað at steingja Guantanamo
fangaleguna, men átta ár seinni
er hon enn opin. Hann lovaði at
eina nýggja kós í altjóða politikki
við færri kríggjum, men USA
hevur aldrin verið partur av so
nógvum kríggjum sum nú, sigur
Tóri Højgaard.
Størsta vónbrotið er tó mangl
andi eginleikin at savna eitt
tvíbýtt politiskt samfelag.
– Hann førdi seg fram við
slagorðinum: ”Change you can
believe in,” og vildi gera upp við
politisku ósemjurnar. Man skuldi
steðga at tosa um politikk og egin
áhugamál, og heldur hugsa um
hvat var best fyri landið, sigur
Tóri Højgaard, og heldur fram.
– Men tað er nokk langt síð
an, at demokratarnir og repu
blikanararnir hava verið so
ósamdir sum síðstu átta árini.
So at broyta politiska klimaið,
ið hann snakkaði um, megnaði
hann aldrin.
Manglandi royndir
Tóri Højgaard metir, at ein av
størstu vansunum hjá Barack
Obama hevur verið, at hann
hevði sera avmarkaðar royndir
í politikki, tá hann varð valdur
sum forseti.
– Tá hevði hann bara verið
senatorur í Illinois í eitt skeið.
So hann hevði ongar royndir og
tað sást aftur. Hann hevur havt
trupult at fáa mál gjøgnum og
hevur klárað seg illa í politisku
telvingina. Tað hevur verið ein
veikleiki øll árini, sigur Tóri Høj
gaard.
At tað verður Donald Trump
og ikki Hillary Clinton, ið verður
tikin í eið sum forsetin 20. januar,
má fráfarandi forsetin eisini taka
part av skyldini fyri, metir Tóri
Højgaard.
– Hillary Clinton førdi seg
fram sum ein, ið fór at halda fram
við politisku kósini hjá Barack
Obama. Men tann kósin var ikki
serliga væl dámd. Tað eru longu
tvey ár síðan, at demokratarnir
mistu meirilutan í Senatinum,
meðan teir mistu meirilutan í
Umboðsmannatinginum í 2011. Í
alt hava demokratarnar mist yvir
1.000 í amerikanskum politikki í
tíðini hjá Barack Obama. So hóast
hann hevur verið væl umtóktur,
so hevur veljarin vrakað førda
politikkin, vísir Tóri Højgaard á.
Eigur pláss í
søgubókunum
At Barack Obama eigur eitt
serlig pláss í søgubókunum er
Tóri Højgaard tó ikki í iva um,
men vísir á, at fólk vanliga ikki
minnast forsetar fyri teirra poli
tikk, men onnur viðurskiftir.
– Í dag minnast við ikki hvønn
politikk Richard Nixon førdi,
men fyri Watergategøluna og
at hann eftirfylgjandi legði frá
sær. Vit minnast John F. Kennedy
fyri Kubakreppuna og at hann
varð skotin, meðan Lyndon B.
Johnson var hann, ið tók við
eftir Kennedy. Politisku avrikini
verða vanliga gloymd eftir nøkur
ár, sigur Tóri Højgaard.
Hvat eftirtíðin fer at minnast
Barack Obama fyri er Tóri Høj
gaard ikki í iva um.
– Hann var tann fyrsti svarti
forsetin. Tey politisku avrikini, ið
ikki vóru nógv meira enn miðal,
fara fólk at gloyma so líðandi,
sigur Tóri Højgaard.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Hann hevði
ongar royndir
og tað sást
aftur. Hann
hevur havt
trupult at fáa
mál gjøgnum
og hevur
klárað seg
illa í politisku
telvingina