hósdagur 12. januar 2017síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017
SOSIALURIN 6
29
vengur. Hin møguleikin er, at
verjan kemur út og so er møguligt
spæla inn á strikuna, greiðir
liðskiparin, Tróndur Kragesteen
frá.
Kýpros er fyrsta royndin
Bæði Kýpros og Grikkaland lendu
mikukvøldið. Spælararnir hjá
Kýpros koma í høllina, meðan Kári
Nielsen og Birgir Hansen leggja
seinastu hond á venjingina.
– Vit hava sæð sjónbandabrot av
teimum, tá teir spældu móti Ísrael
herfyri. Tað kom væl við, tí vit sóu
at teir spæla nógv við sjey mans í
álopsstøðu, sigur Birgir Hansen.
At spæla við sjey í álopsstøðu
merkir, at liðið velur at skifta
málverjan út, tá liðið fer í álop.
Tað gevur ein spælara í yvirtal
í álopsstøðu, men revsingin er
hørð, um mótstøðuliðið fær fatur á
bóltinum, áðrenn hitt liðið megnar
at skifta málverjan innaftur.
– Tað vóru vit ikki fyrireikaðir
upp á, at teir gera. Tað eru vit nú,
sigur landsliðsvenjarin og leggur
afturat:
– Raka vit dagin, so er hetta eitt
lið, sum vit heilt víst kunnu spæla
upp ímóti, sigur Birgir Hansen.
Liðskiparin, Tróndur Krage
steen, er eisini til reiðar at spæla
móti Kýpros fríggjakvøldið.
– Teir eru á einum stigi, har
vit kunnu verða við. Teir spæla
ein ágangandi spælistíl, verja við
nógvari kropsstyrki og ræðast ikki
at berjast, sigur Tróndur Kragsteen
og leggur afturat:
– Eg havi ikki spælt á heimavølli
í langa tíð. Hetta verður ótrúliga
spennandi og stuttligt at verða
partur av, sigur hann at enda.
Um lagið er nakað at meta eft
ir, so hevur A-landsliðið góðar
møguleikar. Nú spurningurin um
teir klára at endurtaka bragdið hjá
U21 landsliðnum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Hópurin:
Lars Larsen Black, ÍF Føroyar
Ári Egason Dam, H71
Niklas Simonsen, Skjern Håndbold
Rókur Akralíð, ÍF Føroyar
Hjalti Mohr Jacobsen, Kyndil
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Tony Hammer Weyhe, KÍF
Bogi Gaard Davidsen, H71
Rúni Joensen, KÍF
Tróndur Kragesteen, ÍF Føroyar
Nicklas Selvig, TMS Ringsted
Allan Norðberg, StÍF
Andrias Eriksen, VÍF
Kjartan Johansen, Team Sydhavsøerne
Julian Olsen, VÍF
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Rói Lamhauge, VÍF
Fríði Hammer Weyhe, KÍF
Venjarar:
Birgir Hansen
Kári Nielsen
Bogi Henriksen
Liðleiðari:
Jákup Durhuus
Fysioterapeut:
Beinta Bendix Laursen
Skráin:
Fríggjadagin 13. jan
Kl. 20.00 Kýpros - Føroyar
Leygardagin 14. jan
Kl. 18.00 Grikkaland - Kýpros
Sunnudagin 15. jan
Kl. 16.00 Føroyar - Grikkaland
Helgi H. Hoydal er ein av fýra U21
landsliðsspælarum, sum eru á A-landsliðnum
Kjartan Johansen, sum spælir í Danmark, er
ein av fýra U21 landsliðsspælarunum