Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-12, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. januar 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. JANUAR 2017 SOSIALURIN 6 28 TRÓNDUR ARGE – HØLLIN Á HÁLSI A ltjóða gula hondbólts­ gólvið liggur framvegis í Høllini á Hálsi. Tað er ein lítil vika síðani, at U21 landsliðið framdi eitt tað størsta ítróttarbragdið í føroyskari søgu, tá teir vunnu á Sveis, Ísrael og Finnalndi – og vunnu seg víðari til HM endaspælið í Algeria. Nú skal A-landsliðið spæla tveir dystir í undankappingini til EM-undankappingina 2020. Onkrir ganga aftur. Kári Nielsen er venjari saman við Birgiri Hansen, meðan spælarar sum Helgi H. Hoydal, Fríði Weyhe, Kjartan Johansen og Niklas Simonsen eisini eru á A-landsliðnum. Uttanfyri situr Áki Egilsnes. Hann hevur trupulleikar við fót­inum og er ikki úttikin til A-landsliðið, hóast evnini røkka til tað. Tað er gott lag á monnum. Bæði speiskar og spískar viðmerkingar fella javnan til venjingina, men alt í einum góðum tóna. U21 spælararnir skulu kenna sítt pláss Tróndur Kragesteen er liðskipari á A-landsliðnum. Hann er longu troyttur av at hoyra reyp frá U21 landsliðsspælarunum. Tað er ikki til at taka feil av, at tað er alt meint í einum góðum anda, tá hann sigur, at hann er troyttur av at hoyra teir reypa. – Vit ætla ikki, at U21 spælararnir skulu fara við øllum rósinum, sigur Tróndur Kragesteen. Handan kraftiga skeggið hóm­ ast eisini eitt smíl. Eftir eina lítla løtu viðurkennur hann tó U21 lands­liðsavrikið, sum ein hvør annar. – Tað er ótrúliga flott klárað av U21 landsliðnum at vinna seg víðari, men vit orka ikki at hoyra upp á teir meir. Nú eru teir á A-landsliðnum og skulu bólkast hareftir, sigur liðskiparin og heldur fast í skálkabrosinum. Hann ásannar, at yvirleggjarin brádliga er settur nakað hægri, men vil ikki leggja ov stórt trýst á liðið og siga, at víðari luttøka er krav – Eg veit ikki um eg vil leggja so stórt trýst á okkum. Eg tori at droyma um tað, men vil helst ikki siga ov nógv. Vit fara tó at spæla fyri at vinna og gera alt vit kunnu, sigur Tróndur Kragesteen, sum til dagligt spælir við ÍF Føroyum. Vil víðari til EM undankappingina Meiri bersøgin er Birgir Han­sen. Hann er nøgdur við fyrireik­ ingarnar, sjálvt um tað endaði við at Rúni Vest Højgaard bleiv skaddur mánadagin. Hann er ikki við í hópinum. – Vit eru væl nøgdir við fyri­ reikingarnar. Ein er dottin úr hópinum, men vit hava tíbetur eitt gott U21 landslið, sum gevur okkum fleiri møguleikar, sigur Birgir Hansen. Tað eru fýra spælarar við á A-landsliðnum, sum spældu við U21 landsliðnum farna vikuskiftið. Tað var annars ikki meiningin at byrja við, men góðu avrikini geva venjaraparinum fleiri møguleikar. – Ætlanin var ikki at brúka so nógvar av teimum, men nú eru vit í hesu støðuni og tá er tað gott. Vit vilja hava breidd í og hava fleiri eldri spælarar. Tú kundi sagt, at U21 hevur longu sloppið at royna seg, sigur Birgir Hansen, ið ætlar sær víðari úr undankappingini til veruligu EM-undankappingina. – Vit hava rætt til at droyma, tí spæla vit upp til okkara besta, so kunnu vit spæla upp ímóti bæði Kýpros og Grikkalandi. Vit hava alla orsøk at vilja koma víðari. Gott nokk hava mótstøðuliðini fleiri royndir enn vit, men vit kunnu spæla fult upp til teir, sigur Birgir Hansen. “Besta landsliðið eg havi spælt á” Tróndur Kragesteen hevur í fleiri ár verið partur av landsliðnum. Hann metir, at talan er um eitt gott landslið, sum skal spæla móti Kýpros og Grikkalandi um viku­ skiftið. – Eg havi verið við í nøkur ár eftirhondini. Hetta landsliðið er í miðal tað besta eg havi verið á. Tað eru nógvir góðir spælarar, men uttan teir heilt stóru skjúttarnar. Tað sær út til, at landsliðsarbeiðið er í fastari legu. Tað er ein spenn­ andi tíð og tað er spennandi at verða við, sigur liðskiparin og spælskiparin á A-landsliðnum, nú meiri álvarsamur á málinum. Birgir Hansen letur eisini væl at standinum á landsliðnum, sum hóast óstøðugt landsliðsarbeiði í nógv ár, hevur liðið fingið væl av fyrireikingarmøguleikum til hesar dystirnar. – Vit vóru í Kosovo í summar í 2015, og spældu tríggjar landdsystir í novembur í fjør í Póllandi. Tað hevur sæð gott út, sigur lands­liðs­ venjarin og leggur afturat: – Vit koma at síggja eitt rímuliga væl samanspælt lið, sum spælir við nógvari orku. Eg haldi vit kunnu vænta okkum, at síggja eitt væl skipað lið. Vit hava innarbeitt nøkur ting, sum byrjar at sita væl, sigur Birgir Hansen. Tá føroyska liðið er uttan ein stórskjútta, so verður neyðugt at skipa spælið øðrvísi. – Vit mugu breiða spælið út og koma við ferð í bóltin, so vit kunnu seta mótstøðumannin. Tá kunnu vit vónandi spæla teir tunnar í verjuni, og so spæla út til vengurnar, tí vit hava góðar A-LANDSLIÐIÐ VIL EISINI VÍÐARI Upptakt: Hondbóltslandsliðið hjá monnum skal nú endurtaka bragdið hjá U21 landsliðnum. Tað hevur sett síni spor, at U21 landsliðið spældi seg víðari til HM endaspælið. Ungu dreingirnir reypa og yvirleggjarin er settur hægri Birgir Hansen(t.v) og Kári Nielsen eru venjarar hjá A-landsliðnum Tróndur Kragesteen í dysti fyri ÍF Føroyar. Her við nakað minni av skeggi enn í dag ÍTRÓTTUR