Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Tíðindi síða 8 Lands­ sjúkra­ húsið fær 145 mió Tíindi síða 9 Skal flúgva alt árið Í morgin eru sjey mánaðir síðani, at bretska fólkið atkvøddi fyri, at Bretland skal fara úr Ev­ropa­sam­ veldi­num. Hendan avgerðin kom dátt við hjá fleiri, bæði í Bretlandi og ikki minst í Evropa. Atkvøðugreiðslan var ein boom­ e­rangur hja bretska for­sæt­is­ráð­ harr­a­num, David Cameron, ið legði frá sær sum avleiðing av av­gerð­ini hjá bretska fólkinum. Nýggja forsætisráðfrú Bret­ lands, Theresa May, avdúkaði um dag­ar­nar, at talan ikki verður um ein »bleyt­an hjúnaskilnað«, soleiðis um mong hava væntað og vónað. Hon hevur fyrr sagt, at »Brexit me­ ans Brexit«, og tað merkir, at Brexit means Brexit. Sum skilst ætlar hon • At Bretland skal fara úr toll­ sam­gong­uni, har vørur fritt kunnu flyt­ast landanna millum uttan papp­írs­ar­beiði og avgjøld. • At hava fult marknaðareftirlit – eis­ini um tað merkir, at Bretland skal fara úr innara marknaðinum. • At avgerðir hjá ES dómstólinum ikki longur skulu vera galdandi fyri Bretland. Teir bretar, ið vilja sleppa úr Evropasamveldinum fegnast helst um hesa avgerð – eins nógv og tað harmar tey, ið høvdu vónað, at stjórnin kortini fór eftir eini skipan við so tøttum samstarvi við ES, sum til ber. Og tá hevði innari marknaðurin verið ein týðandi partur. Tað er óiva ein trupul uppgáva, sum Theresa May hevur átikið sær, tí hon má finna javnvágina. Hon stríddist sjálv fyri, at bretar skuldu atkvøða fyri at varðveita limaskapin í ES. Nú skal hon standa fyri útlimanini, samstundis sum hon skal gera ES skeptiska veingin í Konservativa flokkin nøgdan. Um hon roynir at halda Bretlandi ov tætt at ES, so verður hon uttan iva løgd undir at snýta veljaran. Samstundis skal hon sissa bretska vinnulivíð, so sum er sesra ES vinarligt og sum fyri alt í verðini vil verða verandi í innara marknaðinum, har serliga bankagrein, sum størsta útflutningsvøran hjá Bretlandi. Ein týðandi partur av Konservativa flokkinum vil varðveita ES limaskapin. og tey halda, at leiðin hjá Theresu May er búskaparligt sjálvmorð. Í morgin vita vit øll meira – og tað hvessist orðaskiftið millum brestka fólkið, politikarar, vinnulív. Brexit me­ans Brexit Um prestar kunnu liva í ó­sam­svari við bíb­ilskt hjúna­ lag, er kirkjan so eisini skrubb­ forvirrað? Prestur talaði við stórum bók­stav­um í Hests kirkju í gjár, tá Bergur Debes Jo­ en­sen út­legði tær stóru synd­ir­nar í sam­bandi við, at dag­urin í gjár var dag­ur hjúna­bands­ins. Barnalærdómurin lær­ir okk­um, at vit øll eru synd­ ar­ar. Men ávísir sam­fel­ags­ bólk­ar fingu nøkur orð við á vegn­um frá presti í gjár: – At liva saman ógift sam­svar­ar ikki bíbilskum hjúna­lagi. Tað er synd! – At liva saman maður og mað­ur ella kona og kona sam­svar­ar ikki bíbilskum hjún­a­lagi. Tað er synd! – At vera ótrúgvur sínum hjúna­felaga samsvarar ikki bíb­ilsk­um hjúnalagi. Tað er synd! – At leita til porno ella at líta at aðrari kvinnu enn sín­ ari egn­ari við girndarhuga sam­svar­ar ikki bíbilskum hjún­a­lagi. Tað er synd! – At skiljast frá hjúna­fel­ aga sínum og at giftast øðr­ um sam­svarar ikki bíb­ilsk­ um hjúna­lagi. Tað er synd! Prestur helt fyri, at tíð­in, vit liva í er skrubb forvirrað. – Fólk vita ikki hvat vend­ir upp og nið­ur. – Har eingin hald­góð grund er, har er EINKI at byggja á, segði prestur, men vísti so á, at tað er vón fyri okk­um øllum. – Eru vit trúgvandi verða vit búgvandi. Eru vit líðin verða vit signað av Gudi og tað ríkiliga. Prestur spurdi eisini, um hetta var hørð tala? og svar­ aði sjálvur: – JA um ein vil hoyra sann­leikan. – NEI um ein ikki vil. Og so bar hann saman ein lækna, sum staðfestir, at tú hevur krabba, ein sál­ ar­lækna, sum staðfestir, at tú hevur tung­lyndi og prest, sum sigur, at tú ert ein synd­ ari, sum treingir Guds náði. – Gera hesi annað enn tað, tey eiga, spurdi prestur. – Guds orð er tí hvørki hart ella lint. Tað er sann­ leiki. Talað til okkara í kær­ leika. So til tín, sum stríðist: – Tað er vón. – Tað er vón fyri tær, sum er einsa­mallur – Tað er vón fyri tær, sum ert skild­ur – Tað er vón fyri tær, sum upp­livir at børnini ikki trív­ ast – Tað er vón fyri tær, sum er bund­in at porno – Tað er vón fyri tær, sum hev­ur verið ótrúgvur – Tað er vón fyri tær, sum stríð­ist við samkyndari kenslu. – Tað er vón fyri tær, sum hev­ur tikið fosturtøku – Tað er vón fyri tær, sum hev­ur mist. – Tað er vón fyri tær, sum kenn­ir ringa samvitsku og lága sjálvkenslu – Tað er vón, tí Jesus vil koma inn, segði prestur. Í førysku fólkakirkjuni eru nógvir syndarar av hes­ um slagnum, sum prest­ur reks­ar upp om­an­fyri. Tá prest­ar kunnu eiga børn utt­ an fyri hjúnalag, sleppa at skiljast frá maka sín­um og sleppa at giftast upp­aft­ur, so má tað vera tí, at fólka­ kirkj­an ikki heldur, at tann synd­in er so stór. Ella hvat? Bæði á tingi og í lands­ stýri eru slíkir syndarar, og slík­ir syndarar prædika eisi­ ni í øðrum samkomum í Før­ oy­um – og kvinnur sleppa eisini at vera prestar! Spurningurin er so, um ein prestur ger, sum hann vil – og dømir sum hann vil, ella um føroyska fólkakirkjan er eins skrubb forvirrað, sum tíðin, ið prestur tosaði um í Hests kirkju í gjár. Er tað tíðin ella føroyska fólka­ kirkjan sum er skrubb forvirrað? Í morgin herðist stríðið um ES leiðina hjá Bretlandi Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Bergur Debes Joensen helt eina sanna dundurtalu til syndarar í Hests kirkju í gjár 1. desember búðu 49.820 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan. Sostatt er fólkatalið vaks­ ið 738 fólk hetta sein­asta árið og tað er størsti fólka­vøkstur hesi seinastu 15 árini. Hagstovan sigur, at størsta orsøkin til fólka­ vøkst­ur­in, er, at tað flutti 444 fólk fleiri til Føroya hetta sein­asta árið enn tað flutti úr Før­oy­um. Samstundis eru 294 fleiri børn fødd enn tað eru fólk, sum eru deyð. Hagstovan sigur, at ser­ liga er tað fráflytingin, sum er nógv minkað, men til­flyt­ ing­in er eisini vaksin eitt sind­ur. – Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna eitt ár við so lítlari fráflyting, sig­ur Hag­stov­an. Og verður frá­ flyt­ing­in sett eftir fólka­tali­ num, skulu vit heilt aftur til 1970 fyri at finna so lítla frá­flyting, leggur Hagstovan afturat. Verður tilflytingin sett eft­ir fólkatalinum, hevur hon ong­an­tíð verið so stór síð­ani 2003. Heldur gongdin fram, verður tað longu um hálvan annan mánað, at vit verða 50.000 fólk í Føroyum. 50.000 fólk í Føroyum í februar