Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 Eik málið Grannskoðarafyritøkan Spekt, sum ikki vildi skriva undir rokniskapin hjá Eik uttan átekning, fær nú durðafjóðringin. – Tað er vanlig mannagongd, sigur Súni Schwartz Jacobsen – Nú skal nýggj grann­ skoðan finnast SKATTAMÁLIÐ Barbara Holm Fyrst var Jørn Astrup Han­ sen stevndur fyri æru­ meið­ing við upp til tvey ára fongsulsrevsing. Síð­ani vóru Sosialurin og Kring­ varpið kærd fyri fjøl­miðla­ kærunevndina. Nú er tað so Spekt, sum skal fyrireikað seg upp á, at missa kjansin sum grannskoðarar hjá TF sam­takinum. Um ársskiftið 2015-2016 kom til skarpskeringar mill­ um Spekt og TF samtakið, tá ið rokniskapurin fyri Eik skuldi latast inn. Tá var skattafrádrátturin á 90 milliónir roknaður inn í rokniskapin sum goodwill yvir 10 ár. Hesum hevði Taks sagt gott fyri á sumri í 2015, eftir at skattamyndugleikin hevði havt málið til viðgerðar í tvey ár. Men Spekt vildi ikki góð­ taka niðurstøðuna. Grannskoðararnir vildu ikki skriva undir rokniskapin uttan átekning, tí mett var, at skattafrádrátturin var óheim­ilaður og tí kundi grann­skoðarafyritøkan ikki standa við avgerðina hjá Taks. Tað var ein av orsøkunum til, at Taks valdi at taka málið upp aftur til viðgerðar í febru­ar 2016. Ein viðger, sum nú nærkast endanum og iva­leyst hevur eina endaliga niðurstøðu innan stutta tíð. Men Spekt nýtist so neyv­ an at fyrihalda seg meira til skattafrádráttin ella TF sam­ takið longur, tí nú verður grann­skoðarafyritøkan skift út. Spekt hevur annars verið grann­skoðarar hjá TF Holding s a m ­ta k i n u m síð­ani 2011. – Grannskoðanin av TF Holding samtakinum varð bjóðað út millum grann­ skoðanar­fyritøkur í 2011. Grund­að á út­bjóð­ingina varð SPEKT valt sum grann­skoðari fyri sam­takið tá. For­ treytin fyri útbjóð­ ing­ini var, at talan var um tíðar­av­ mark­ing, tí tað hev­ur alla­tíðina ligið í kortinum at grann­skoðanin av sam­tak­inum skal bjóðast út við millumbilum. Tí verð­ur grannskoðanin av sam­tak­ inum nú aftur bjóðað út millum grann­skoðanarvirkir virk­andi fyri roknskaparárið 2017 og eina tíð fram, sigur Súni Schwartz Jacobsen í stutt­ari viðmerking. Av Spekt vilja tey einki siga um málið. Men Sosial­ urin hevur frættað frá fleiri keldum, at hetta er at meta sum ein revsing av Spekt, nú fyritøkan setti seg upp í móti TF Holding í skattamálinum. barbara@sosialurin.fo