Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hallur av Rana Um tú misti onkran kæran í árun­ um frá 2007 til 2013, so eru sann­ líkindini rímiliga stór fyri, at viðkomandi doyði av krabbamein. Av teimum 1.401 deyðburðunum, ið landslæknin skrásetti í hesum tíðarskeiðinum, var krabbamein nevniliga deyðaatvoldin í 401 før­ um. Tað er millum triði og fjórði hvør føroyingur, ið er skrásettur hesi árini. Tað merkir, at helst allir før­ oyingar kenna onkran, ið er deyð­ur av krabbamein. Hendan eirinda­ leysa sjúkan, ið mannaættin, hóast øll síni stórbæru avrik, enn ikki hevur megnað at basa. Bara í 2015 vóru 235 tilburðir av krabbameini staðfestir í Føroyum. Tað eru fleiri skrásettir tilburðir enn í nøkrum øðrum ári í yvirlitinum hjá Krabbameinsfelagnum, ið fevn­ ir um árini 1995 til 2015. Sjúkan ger ikki mannamun, men kann raka ein og hvønn. Og eins og hon kann raka hvønn sum helst í samfelagnum, so kann hon raka hvar sum helst í likaminum. Av teimum 235 tilburðunum av krabbameini, ið vóru staðfestir í 2015, vóru 31 tilburðir av prostata­krabba, 25 tilburður av bróstkrabba, 6 tilburðir av undir­ lívs­krabba, 43 tilburðir húð- og móðir­merkjakrabba, 19 tilburðir lungna­krabba, 52 tilburðir maga- og tarmkrabba og 5 tilburður av krabba­mein í brisi. Visti lítið um sjúkuna Óttin fyri at fáa krabbamein sæst aftur í nýmótans samfelagnum. Í bløðum og greinum á netinum ber javnan til at lesa ráð frá væl­ mein­andi fólkum, ið halda seg vita hvørjar fruktir skulu etast og hvørjar venjingar skulu ger­ast, um man ynskir at halda krabba­ meininum burtur frá einum sjálvum. Harumframt eru ein rúgva av átøkum, ið felagsskapir sum Krabbameinsfelagið og Kræftens Bekæmpelse skipa fyri, ið skulu varpa ljós á krabbamein, so sum yvirskegg í november og ljósareyðar sloyfur í oktober, ið varpa ljós á ávikavist prostatakrabba og bróst­ krabba. Ein teirra, ið vanliga ikki gav sær far um slíka kunning áður var sumbingurin Daniel Johan Lisberg. Tað broyttist tó 2011, tá hann sjálvur fekk staðfest prostatakrabba, og hevur hann síðan gjørt sítt til at kunna onnur um herviligu sjúkuna. – Tað sum eg visti um krabba­ mein áðrenn eg sjálvur fekk stað­ fest prostatakrabba var øgiliga lítið, fyri ikki at siga einki. Tað er ikki fyrr enn man merkir tað á sínum egna likami ella sjúkan rakar ein av teim nærmastu, at man fær størri áhuga fyri tí, greiðir Daniel Johan Lisberg frá. Løgið at siga nei Tað kom heilt óvart á Daniel Johan Lisberg, tá hann ein dagin í 2011 fekk boðini um, at hann hevði krabbamein. Hann hevði stríðst við pínu ymsastaðni í likaminum, men einki, ið bendi á, at talan var um nakað so álvarsamt sum krabba­ mein. – Eg hevði ongar stórvegis trupulleikar við heilsuni, men eg hevði pínu í liðunum, øklunum og einum fingri. Kommunulæknin hjá mær bað meg tí fara til eina kanning fyri prostatakrabba. Tað skilti eg als ikki, tí eg hevði ongan trupulleikar tí viðvíkjandi, sigur Daniel Johan Lisberg. Hann fylgdi tó ráðunum frá læknunum. Tíggju blóðroyndir blivu tiknar, og vóru tað tær, ið av­ dúkaðu, at alt ikki ruggaði rætt. – Royndirnar vístu, at PSA-tølini vóru í hægra lagi í tí einu royndini. Fyri mítt viðkomandi var tað vorði so høgt, at eg fekk bjóða at leggjast undir skurð. Tá ið so seinnu royndirnar staðfestu tað sama sum tær fyrru, so mæltu læknarnir mær til at lata meg leggja undir skurð, greiðir Daniel Johan Lisberg frá. Hóast læknarnir mettur, at skurð­viðgerð var besti valið hjá Daniel Johan Lisberg, so var tað kortini hann, ið skuldi taka enda­ ligu avgerðina. Tað var tó ikki eitt trupult val fyri sumbingin. – Tá ið man hevur fingið staðfest krabbamein, og fær bjóða eina skurðviðgerð, ið læknarnir meta man verður frískur av, so er man løgin, um man sigur nei, greiðir Daniel Johan Lisberg frá. Gekk ikki sum tað skuldi Eftir at Daniel Johan Lisberg var komin til Keypmannahavnar, har hann skuldi leggjast undir skurð, vórðu nakrar nýggjar blóðroyndir tiknar. – Tá vóru PSA-tølini lægru aftur, men læknarnir mettu kortini, at tað ikki var nøkur orsøk at útseta ella avlýsa skurðviðgerðina, greiðir Daniel Johan Lisberg frá. Sostatt bleiv Daniel Johan Lis­ berg gjørdur klárur til eina skurð­ viðgerð, sum eftir ætlan skuldi taka tveir tímar. – Slíkar skurðviðgerðir hava sínar vansar, og tíverri so miseydn­ aðist mín lutvíst. Tað, sum skuldi taka tveir tímar, tók fimm tímar. Eftir tveimum tímum gav tann læknin, ið byrjaði skurðviðgerðina, skarvin yvir, og ein annar lækni kom í staðin. Enn tann dag í dag havi eg ikki fingið at vita hvat hendi, men eg stríðist enn við av­ leiðingarnar av tí, sigur Daniel Johan Lisberg. Komin heim aftur fór Daniel Johan Lisberg aftur til kommunu­ læknan, og bleiv bilsin, tá hann – Tað sum eg visti um krabbamein áðrenn eg sjálvur fekk staðfest prostatakrabba var øgiliga lítið, fyri ikki at siga einki. Tað er ikki fyrr enn man merkir tað á sínum egna likami ella sjúkan rakar ein av teim nærmastu, at man fær størri áhuga fyri tí. Tað sigur Daniel Johan Lisberg, ið fyri nøkrum árum síðan fekk staðfesta prostatakrabba Viðkomandi trýr, at hann er frískur. Tað geri eg sum so eisini, men eg má erligt viðganga, at tað eru løtur, tá ið eg føli eitthvørt í likaminum, at eg hugsi tað ringasta VITA OV LÍTIÐ UM KRABBAMEIN SAMRØÐA Daniel Johan Lisberg: