mánadagur 16. januar 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7
SAMRØÐA
hoyrdi hansara meting.
– Har fekk eg at vita, at eg aldrin
skuldi verði lagdur undir skurð,
tí at PSA-tølini vóru lækkaði.
Kommunulæknin metti, at tá tey
sóu tølini í Danmark, skuldu tey
hava avlýst skurðviðgerðina, sigur
Daniel Johan Lisberg.
Tung boð
At fáa boðini um, at ein hevur
krabbamein, verður mangan lýst
av sjúklingum sum ein serstakliga
tung og døpur løta. Tað kann Daniel
Johan Lisberg taka undir við, og er
løtan inni hjá kommunulæknanum
fest fast í minnið.
– Eg minnist væl løtuna, tá
læknin gav mær boðini. Tað var
øgiliga tungt at fáa tey. Men man
má bara royna at síggja tað ljósa
í lívinum, sigur Daniel Johan Lis
berg.
Hóast fleiri ár eru liðin síðan
Daniel Johan Lisberg varð skurð
viðgjørdur og lýstur frískur, so
er hann ikki heilt komin fyri seg
aftur. Likamliga er einki spor eftir
at hóma av krabbameini, men tað
skal lítil til áðrenn hann fer at stúra
fyri heilsuni.
– Tað liggur alla tíðina og spøkir
í huganum. Eg tosaði nú ein dagin
við ein annan persón, ið hevur
fingið somu skurðviðgerð sum eg.
Viðkomandi trýr, at hann er frískur.
Tað geri eg sum so eisini, men eg má
erligt viðganga, at tað eru løtur, tá
ið eg føli eitthvørt í likaminum, at
eg hugsi tað ringasta, sigur Daniel
Johan Lisberg.
Kunnar nú onnur
Síðan skurðviðgerðina hevur Daniel
Johan Lisberg lagt seg eftir at upp
lýsa onnur um krabbamein og í tí
sambandi stuðla virkseminum hjá
Krabbameinsfelagnum. Tað ger
hann millum annað við at luttaka
í átakinum Grannakaffi.
Grannakaffi er eitt átak hjá
Krabbameinsfelagnum,
har
persónar bjóða grannum, vin
um ella øðrum á gátt til eina
hugnaløtu. Til hesa løtuna fáa
gestirnir so møguleikan at lata
pening í stuðul til virksemið hjá
Krabbameinsfelagnum.
Granna
kaffi verður vikuskiftið 11. - 12.
mars, og ber til at venda sær til
Krabbameinsfelagið fyri at bjóða
seg fram sum vert.
– Seinastu tvey árini havi eg
saman við trimum øðrum sumb
ingum skipað fyri Grannakaffi í
Sumba. Undirtøkan fyri átakinum
hevur verið øgiliga góð, og fólk úr
allari oynni hava verið røsk at møta
upp og stuðla, sigur Daniel Johan
Lisberg, ið metir at tiltakið samlar
umleið hundrað fólk í bygdini, ið
telur umleið 300 íbúgvar.
Á tiltakinum í Sumba fáa gest
irnir eisini møguleikan at uppliva
eitt sindur av hvørjum.
– Í fjør var eitt kór á gátt og sang
fyri gestunum, meðan vit vanliga
eisini plaga at hava onkran, ið
antin hevur havt krabbamein ella
er avvarðandi til onkran sjúkling,
at greiða frá teirra lívi og sjúkuni.
Harumframt ber til at keypa kaffi
og kakur, lutakast verður um ym
iskar vinningar og nógv annað,
sigur Daniel Johan Lisberg.
Fyri Daniel Johan Lisberg er
drívmegin fyri at hjálpa hansara
egna søga.
– Eg geri hetta fyri at stuðla
Krabbameinsfelagnum við pengum
og upplýsa føroyingar um krabba
mein, so at vitanin um krabbamein
verður størri. Sjálvandi hugsaði
eg um sjúkuna áðrenn eg fekk
hana, men als ikki í sama mun sum
aftaná. Eg var ikki so áhugaður í
slíkum fyrr, men tá man hevur havt
hana sjálvur, so brúkar man meira
tíð at hugsa um hana og fylgjurnar
av henni. Tá ynskir man at gera sín
part, sigur Daniel Johan Lisberg.
hallur@sosialurin.fo
Tá ið man hevur fingið
staðfest krabbamein, og fær
bjóða eina skurðviðgerð, ið
læknarnir meta man verður
frískur av, so er man løgin, um
man sigur nei