mánadagur 16. januar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fitt av virksemi hevur verið
í býráðsalinum á Tvøroyri,
síðan býráðsvalið hin 8.
november, og nýggja býráð
ið tók við 1. januar í ár.
– Eitt av fyrstu felags átøk
unum hjá nýggja býráðnum
var ein vitjan á Suðuroyar
Sjúkrahúsi. Borgarstjórin í
Tvøroyrar kommunu, Kristin
Michelsen, hevði tosað við
sjúkrahússtjóran, Ronnie Mid
jord. Teir komu ásamt um at
hava ein kunningarfund, har
sjúkrahússtjórin fekk høvi til
at heilsa uppá nýggju komm
unustýrislimirnir og greiða
teimum frá bygninginum og
virkseminum.
Tað veit heimasíðan hjá
Tvøroyrar kommunu at siga í
dag.
Lagt verður aftrat, at til
staðar á kunningarfundinum
vóru Ronnie Midjord, sjúkra
hússtjóri, Kristin Michelsen,
borgarstjóri, Anita Vibergs
dóttir, varaborgarstjóri, Bjarni
Hammer, Kristina Kambskarð
Sørensen, Bogi Johannesen,
Súsanna Bertholdsen og Alvi
Mortensen, øll úr býráðnum.
Henrik Weihe Joensen,
kommunustjóri og Bjarni Ny
gaard, trivnaðarfólk, luttóku
eisini vegna starvsfólkini hjá
Tvøroyrar kommunu.
– Suðuroyar Sjúkrahús er
eitt tað størsta arbeiðsplássið
í Suðuroy. Her eru umleið 66
fulltíðarstørv, og verða tey
tímaløntu tikin við, verða um
leið 120 lønarseðlar skrivaðir
út um mánaðin. Økið og bygn
ingarnir eru stórir og viðlíka
haldskrevjandi, og tað krevur
sítt at hava eitt væl virkandi
sjúkrahús.
Á
kunningarfundinum
greiddi Ronnie Midjord hegn
isliga frá um virksemið á
sjúkrahúsinum, um uppbygn
aðin innan ymisku fakøkini,
um tilbúgvingarskipanina og
um tey mongu, framkomnu
tólini, ið sjúkrahúsið hevur í
dag.
– Eitt, sum tey fæstu vita,
er, at Suðuroyar Sjúkrahús
hevur tvær rættiliga stórar
goymslur undir jørð, sum
skulu kunna ruddast innan 24
tímar, um okkurt heilt serligt
skuldi verið áfatt. Sjúkrahúsið
er eisini, so vítt, sum Ronnie
Midjord kennir til, einasti
bygningurin í Suðuroynni við
einari sprinklaraskipan. Hon
skal virka undir eldsbruna og
til sprinklaraskipanina hoyrir
ein stór vatngoymsla undir
jørð.
Á
kunningarfundinum
fingu býráðslimir høvið til at
spyrja um ymiskt, sum teim
um lá á hjarta, og hetta var
sambært heimasíðuni hjá
Tvøroyrar kommunu ein sera
konstruktivur fundur.
Suðuroyar Sjúkrahús hev
ur alstóran týdning fyri Suð
uroynna sum heild, men so
sanniliga eisini fyri Tvøroyri.
– Vit kunnu gleðast yvir at
hava eitt væl rikið og væl virk
andi sjúkrahús, siga tey í Tvør
oyrar kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Sprinklaraskipanin
á Suðuroyar
Sjúkrahúsi skal
virka undir
eldsbruna, og
til skipanina
hoyrir ein stór
vatngoymsla
undir jørð
Sjúkrahús við sprinklaraskipan
Bjørn Patursson hevur tikið myndir av einari jarðarkonu (rallus
aquaticus) í Koltri. Hann heldur, at hetta er ein vaksin fuglur
eftir litinum at døma og helst ein bøga. Andrias Reinert, ið veit
mangt um náttúru, sigur, at ein jarðarkona stundum sæst smýga
sær sum snarljós í veitirnar á trøðni hjá honum á Villingardals
vegnum
Vilmund Jacobsen
Skúlanæmingar á
Giljanesi hava sítt boð
upp á, hvussu meira
samband og fleiri tiltøk
kunnu skapast millum
ung í Vágum
Tríggir næmingar úr 8.
flokki í Skúlanum á Gilja
nesi hava gjørt eina for
vitnisliga
framløgu
um
”ungdómslív” í Vágum.
Framløgan er so áhuga
verd, at hon bæði hevur
verið hildin bæði fyri lærar
um og øðrum.
Eitt nú hava bæði borg
arstjórin í Vága kommunu,
onnur umboð fyri komm
ununa,
sernámsfrøðiliga
ráðgevingin, barnaverndin
og løgreglan verið til fram
løguna hjá næmingunum.
Í
framløguni
komu
næmingarnir inn á, hvussu
korini hjá teimum ungu
kunnu gerast betri, og eitt
nú høvdu tey útgreinað,
hvussu
ungdómshúsið
kann gerast meira áhuga
vert fyri tey ungu í komm
ununi.
Eisini høvdu næmingar
nir sítt boð upp á, hvussu
meira samband og tiltøk
kunnu skapast millum ung
í Vágum.
Tjaldrið kemur um
grækarismessu, 12.
mars, men nøkur tjøldur –
vetrartjøldur – eru her alt
árið. Myndina tók Turið
Vestergaard í Dali um
vikuskiftið
Poulina
fer at
hugleiða
Hóskvøldið 19. januar fer
Poulina Eliasen at
hugleiða á Sunda
Bókasavni.
Hon fer at hugleiða um
lívið á bygd við
hondarbeiði, undirvísing,
kirkjuklæðum og
føroyskum klæðum.
Tiltakið á Sunda
Bókasavni byrjar klokkan
19, og eftir
hugleiðingarnar hjá
Poulinu Eliasen verður
drekkamunnur.
Høvið verður eisini til
prát, eins og møguleiki
verður at læna bøkur.
vilmund@sosialurin.fo
Ungdómslív á breddan
Næmingarnir, sum
gjørdu framløguna um
ungdómin, vóru Jórunn
Døgg, Milia og Tóra.
Myndin er tilvildarlig