Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 Vilmund Jacobsen Tað var rættiliga órógvandi hjá føroyska skiparanum á grøn­lendska nýbygninginum – Svend C – at enda mitt í kvett­royndini í Turkalandi mið­skeiðis í juli mánaði í fjør, har fólk lótu lív. Ný­bygn­ ingurin er bygdur í Turka­ landi, og tað var mitt, meðan teir vóru úti á royndartúri, at kvettroyndin varð framd. Turkiski for­sæt­is­ráð­ harr­in, Binali Yildirim, segði, at Turkaland vil varðveita fólka­ræðið og ætlar ikki at lata kvettroyndina eydnast. Turk­iski forsetin, Erdogan, segði, at talan er um ein lítlan hern­aðarbólk, sum stendur aft­an fyri kvettroyndina og royn­ir at eggja fólkinum til upp­reistur. Mitt í øllum hesum rok­an­ um – og í allari óvissuni, sum var hesa náttina – var før­ oyski skiparin á Svend C, 55 ára gamli, Jørgen Jørg­en­sen, á royndartúri við ný­bygn­ inginum. Umborð vóru eis­ ini nakrir turkar, og her kom røringur í, tí teir vistu ikki, hvussu vorðið var í heim­ land­inum.   Eingin visti nakað Jørgen Jørgensen sigur, at hes­in royndartúrur gjørdist rætti­liga serstakur, og eingin visti við vissu, hvat fór at henda í landi. Tá teir vóru lidn­ir við tað, teir skuldu gera úti á havinum og skuldu inn aftur í turkiska havn, sluppu teir ikki til bryggju, tí havn­ir­ nar vóru stongdar. Teir máttu bíða í umleið eitt samdøgur, áðrenn teir sluppu til bryggju aftur. Før­oyski skiparin sigur, at teir vistu ikki, um teir vóru keyptir ella seldir, sum hann tekur til. Skipið er bygt beint við Istambul, og her var eitt øgiligt levind, tá teir komu aftur til lands. – Stjórnin hevði heitt á fólk um at fara út á gøtuna at mótmæla uppreistrinum, og her vóru stórir hátalarar ymsa­staðni, har fólk hildu tal­ur, og eingin friður var á fólki, men heldur róp og gangur víða um. Hetta var ikki serliga behagiligt, ásann­ ar Jørgen Jørgensen, skipari á Svend C. Vilmund Jacobsen Í donsku X-Factor send­ ing­ini fríggjakvøldið kom før­oyski, Jógvan Jacobsen, víð­ari. Í Danmark er hann best kendur sum Heed, og hetta navnið brúkar hann eis­ini í X-Factor høpinum. Jógvan er 36 ára gamal, upp­vaksin í Fuglafirði og er nú búsitandi í Esbjerg, har hann er giftur Onnu. Sam­ an eiga tey sonin, Luka. Jógvan Jacobsen hevur sín egna tónleikabólk,  og teir hava úr at gera við teirra tónleiki. Teir spæla mest countrytónleik. Fuglfirðingurin í Dan­ mark, sum í X-Factor send­ ing­ini í kvøld kom víðari, les­ur til lærara, samstundis sum hann ger nógv við tón­ leik­in. Jógvan Jacobsen skriv­ ar sjálvur tónleik og hevur eina útgávu í stoypi­ skeiðini. Men, fyrst skal X-Factor fepurin nú royn­ ast av álvara. Hann skrivar sjálvur tónleik og hevur eina útgávu í stoypiskeiðini Bæði tey nýggju skipini, Høgaberg (mynd) og Hoyvík, hava gjørt sín fyrsta makreltúr. Høgaberg hevur 1360 tons - og Hoyvík hevur 1200 tons Lítil roynd er undir Føroyum Sambært Fiskamarknaði Føroya fríggjadagin var bara eitt línuskip til fiskiskap undir Føroyum, og væntandi kemur hetta skipið inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Línuskipini, sum liggja, fara væntandi út aftur, tá veðrið batnar, og streym­ urin verður til vildar. Sum skilst, batnar streymurin, sum henda gongur. Væntandi verður nakað av útróðri hesa vikna, tá streymurin verður spakari, men treytin er sjálvsagt, at veðrið eisini verður til vildar. Seks línuskip eru til fiski­skap á Flemish Kap, fimm frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip. Ísfiska­ línuskipið er Váðasteinur. Sagt verður frá góðum fiskiskapi har yviri. Fríggjadagin vóru bara tvey partrolarapør til fiskiskap. Annað parið kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni, og hitt par­ið kemur væntandi seinni í vikuni. – Vit vænta, at fleiri pør fara til fiskiskap, nú veðrið batnar. Upsa­ fiski­skapurin hjá par­ trol­ar­unum er ikki góð­ur. Onkur pør eru farin at fiska makrel. Tveir djúpvatnstrolarar vóru til fiskiskap fríggja­ dagin, men teir koma neyv­an inn at landa fyrr enn síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku. – Allir teir smáu trolbát­ arnir liggja við bryggju, men teir fara væntandi út aftur, nú veðrið er betri. Lagt verður aftrat, at tvey skip fiska svartkalva við gørnum og annað skipið – og møguliga bæði – koma inn at landa síðst í hesi vikuni. Fiski­skapurin hjá garna­ skip­unum er brúkiligur. Vit kunnu nevna, at garnaskipini hava verið trý í tali í vetur. Vestur­ land, sum herfyri brendi, var á havtaskuveiði við gørnum, tá eldur kom í skipið. vilmund@sosialur Jógvan víðari í X-Factor Føroyski skiparin, Jørgen Jørgensen, endaði mitt í einari kvettroynd í Turkalandi í juli mánaði í fjør Óhugnalig uppliving hjá skipara Annfinn Brekkstein, býráðslimur, fýlist á kavaruddingina á Velbastað og heldur, at ruddingin er sera illa frágingin Hann sleit sinar barnaskógvar í Fuglafirði, og í dag lesur hann til lærara í Danmark