Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Mangan verður nevnt, at hetta ella hitt er størsta byggi­verkætlan í Føroyum, men tá ið tað snýr seg um bygningar á landið, so er út- og umbyggingin á lands­ sjúkra­húsinum helst all­ar dýrasta verkætlanin í Før­ oyum. Løgtingið fer nú undir at viðgera eitt lógaruppskot um at høvuðsumvæla, út­byggja og nútímansgera Lands­ sjúkrahúsið. Í uppskotinum verður biðið um, at játtanin verður hækkað við 145 mill­ jónum krónum afturat teim­ um 489 milljónum, sum sum frammanundan vóru játt­ aðar. Arbeiðið er í gongd og 205 milljónir eru longu brúktar av pengunum, men av tí at verklagslógin er framhald av galdandi verklagslóg, er part­ ur av útreiðslunum brúkt­ar. Sostatt eru í árunum 2009-2016 nýttar 205,8 mió. kr. av upphæddini av samlaðu verklagsupphæddini. Árini 2017-2021 verða brúktar 427,6 mió. kr. til bygging, útgerð, innbúgv, list, umvælingar, prísvøkstur og leingjan av verkætlanartíðarskeiðnum. Ein annar partur, sum ikki er tikin við er tann prís­vøkstur, sum er, tá ið ein verkætlan røkkur yvir so mong ár. Prís­vøkst­urin hevur higatil ikki verið inn­ roknaður í verkætlanar­prís­ in. Grundgevingin var, at tað varð ikki mett rætt at veita upphædd til prísvøkst­ur so tíðliga í verkætlanar­til­ gongdini. Tilboðini frá arbeiðstakar­ unum eru nú komin, og sátt­ málasamráðingar eru ávegis. Tí verður við hesum upp­ skoti til løgtingslóg upp­ hædd til prísvøkstur og leingj­an av byggitíðini løgd aft­ur­at løguupphæddini í verk­lags­lógini. Harafturat verður skotið upp at gera tvær háisola­ sjóns­stovur, sum ikki vóru partur av verandi verklags­ lóg, og upphæddin til viðlíka­ hald er longd við tveimum árum. Alt nýtt Nýggi H-bygningurin skal hava nýggjan psyki­atrisk­ an depil, nýggja medi­sinska seingjadeild við eina­stov­ um og nýggja føði- og bar­ silsdeild. Køkur og kantina eru eisini við umframt hølir til rehabili­tering. Landssjúkrahúsið hevur mælt til at byggja tvær há­ isolasjónsstovur í nýggja bygn­inginum. Háisolasjónsstovur eru sjúkra- og viðgerðarstovur, sum tekniskt eru serliga væl frábyrgdar, og tí eru egn­aðar til viðgerð av serliga smitt­ andi sjúkum. Háisolasjónsstovurnar kunnu brúkast til vanligar seingjastovur, tá tørvur ikki er á háisolasjón. Hesar stovurnar vóru ikki partar av upprunaligu byggi­ ætlanini og tí vóru pengar heldur ikki settir av til hesar stovurnar. Mett verður nú, at tær fara at kosta 13,4 milljónir krónur. Hear milljónirnar eru uppí teimum 145 milljónunum, sum landsstýriskvinnan við heilsumálum biður Løg­ tingið um afturat til samlaðu verkætlanina. Nýggi H-bygningurin fer at innihalda: • Tvær seingjastovur verða útgjørdar sum há­isolasjónsstovur. Til­ sam­ans vera 64 somat­isk seingja­pláss í bygning­ inum. • Seingjaplássini á psyki­ atriska deplinum verða minkað úr 30 niður í 24 fyri at geva pláss fyri fleiri tilboðum um virk­ semi til sjúklingin. • Hálvur kjallari verður gjørdur undir bygning­ inum fyri at fáa flutning og logistikk at hanga betur saman. Í niðasta kjallaranum vrður vaskarí til sengur, tøknirúm og goymslur. Talan er um einar 1200 fermetrar. Á næstu hæddini verður køkur og kantina – einar 1400 fermedtrar og seingjadeild til psykiatriska depilin við 24 seingjaplásum á tilsamans 1500 fermetrum Á hædd 0 verður rekabili­ tering umfram dagdeild hjá psykiatriska deplinum. Tilsamans 2200 fermetrar. 33 seingjapláss eru á næstu hæddini, sum er 2100 fer­metrar. Har vera tær báðar háisolatiónsstovurnar eisini. Ovast uppi er eisini tøknirúm, við millum øðrum ventilatiónsskipanini. Við nýggja bygninginum er eisini neyðugt at taka støðu til, hvat skal gerast við tey hølir, sum nú leypa av. Tað eru politikararnir, sum skulu taka støðu til hvat skal hendan við C- og E-bygninginum, eygna­ deild­ini, goymsluni, sjúk­ linga­hotellið skrivstovu og fyristingini og øðrum bygn­ ingum – til dømis íbúðar­ bygningunum. I uppskotinum frá lands­ stýriskvinnuni stendur, at longda byggitíðin ger byggingina 23 milljónir dýrari og at prísvøksturin er 91 milljónr. Í 2013 var hann mettur til 63 milljónir krónur. Tilsamans fer útbyggingin av Landssjúkrahúsinum at kosta minst 634 milljónir krónur og tað verður ikki alt liðugt fyrr enn í 2021 145 MILLJÓNIR AFTURAT TIL ÚTBYGGINGINA AV LANDSSJÚKRAHÚSINUM TÍÐINDI Soleiðis fdr nýgggi bygningurin at síggja úr. Tingið fer í morgin at viðgera verklagslógina av nýggjum