mánadagur 16. januar 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD TÍÐINDI
Hitaskipanin sveik, men Mjølnir-kappingin varð avgreidd hóast tað. Eisini hava
kappingar verið í eitt nú hondbólti, borðtennis, svimjing og dart hetta vikuskiftið.
FLOGBÓLTUR Í
BÍTANDI KULDA
Pætur Albinus
Jón Krosslá Poulsen, sum í fjør
spældi við Víkingi, vendir heim
aftur til suðuroynna at spæla við
nýggja felagsliðnum. Tilveran í
Víkingi varð órógvað av einum
arbeiðsóhappi, sum kundi verið
endað nógv verri. Jón Krosslá
Poulsen er 27 ára gamal og hevur
skotið tilsamans skotið 90 mál í
vaksnamannadeildunum – 82 fyri
VB, VB/Sumba og FC Suðuroy, seks
fyri HB og tvey fyri Víking.
Finnur Justinussen, sum er farin
aftur til Danmarkar at spæla við
Fremad Amager í næstbestu donsku
deildini, kom á máltalvuna tá ið
hann og liðfelagarnir leygardagin
vunnu 3-2 í venjingardysti ímóti AB
Tårnby. Finnur stútaði bóltin í
málið til 2-0. Fremad Amager liggur
á fimta plássi í næstbestu deildini í
Danmark, einans trý stig frá
fremsta plássinum.
Fyrrverandi U21-landsliðsleik
arin, Leivur Joensen, sum higartil
einans hevur umboðað ÍF, er skift
ur til Skála. Tað boðar heimasíðan
hjá felagnum frá. Hann er hálvur
skálamaður og er fluttur á Strendur
at búgva. Skála hevur brynjað seg
til enn eitt ár í Effodeildini og hevur
eitt nú fingið tilgongd av André
Olsen, Mamuka Toronjadze, Valeri
Iobashvili, Andras Frederiksberg og
Michal Przybylski.
Tilsamans 19 lið vóru við til FM í
innandura
fótbólti,
sum
Giza
Hoyvík skipaði fyri í Hoyvíkshøllini
leygardagin. Tað eina liðið hjá HB
vann kappingina hjá monnum. Á
liðnum vóru Bárður Mittelstein,
Bárður Olsen, Tróndur Jensen og
Pál M. Joensen. Hjá kvinnunum
vann tað eina liðið hjá B68, og har
vóru leikararnir Rúna Olsen, Birita
B. Nielsen, Hansina Ronaldsdóttir,
Jónfríð Johannesen, Oddny Lind
Jacobsen og Eyðgerð R. Mikkelsen.
BORÐTENNIS
Leygardagin varð skipað fyri borð
tenniskapping í Havn, har fjórða
umfar í røðini av seks Grand Prix-
umførum varð avgreitt. Ikki allir
bólkar náddu at verða liðugt
spældir, men í teimum bólkum, ið
náddu at verða avgreiddir, gjørdust
úrslitini hesi:
Bólkur A: 1. Peter Niclasen (TÓR),
2. Kai Roest (TBF), 3. Pætur Albinus
(TÓR), 4. Anna Mikkjalsdóttir (TBF),
5. Knútur Jóannesarson (TÓR), 6.
Durita F. Jensen (TÓR), 7. Sveinur
M. Nolsøe (TÓR), 8. Helgi Ólavsson
(TBF), 9. Rói Hjaltason (TÓR), 10.
Tórur Eið Eliasen (TÓR) - Bólkur D:
1. Olivur Thomsen (TBF), 2. Heri
Láadal (TÓR), 3. Martin B. Jacobsen
(TÓR), 4. Bára Guttesen (TBF), 5.
Beinta Dalfoss (TBF), 6. Jósvá
Højgaard (TBF), 7. John Bærendsen
(TBF), 8. Tove L. Andreasen (TBF) -
Bólkur E: 1. Anja Wongwai (TBF), 2.
Mikal Tummasarson (TBF), 3. Fríði
Biskopstø
(TÓR),
4.
William
Klettheyggj (TÓR), 5. Elias Petersen
(TÓR), 6. Eva Anna Eyvindsson
(Royn) - Bólkur F: 1. Jógvan í Lon
(TÓR), 2. Ragnar Heinason (TÓR), 3.
Bartal Klettheyggj (TÓR), 4. Boas á
Skipagøtu (TÓR), 5. Maria Bruce
(Royn), Niclas Danielsen (TÓR), 7.
Ninna Holm (Royn), 8. Olivur
Joensen, TBF.
DART
7. umfar í FM-røðini hevur verið
í hølunum hjá Havnar Dartfelagi
um vikuskiftið. Remy G. Hansen,
sum í løtuni er á odda í samlaðu
kappingini, vann kappingina hjá
monnum, og ávegis í finaluna vann
hann á bæði Peturi Thomsen, sum
er nummar tvey, og Jens Albert
Simonsen, sum er nummar trý.
B-kappingina vann Uni Árting eftir
ein finalusigur á Jørgen Meitelberg,
meðan vinnararnir hjá kvinnum
gjørdust Maibritt Hvíthamar og
Gunnbjørg Thomasen. Samlaða
FM-støðan hjá kvinnum er ikki
dagførd enn, men FM-støðan hjá
monnum er: 1. Remy G. Hansen,
Kongshavn, 308 stig - 2. Petur
Thomsen, Tofta Dart, 268 stig - 3.
Jens Albert Simonsen, VDF, 151 stig
- 4. Oddfinn Hansen, HDF, 131 stig
- 5. Bogi Isaksen, KDF, 127 stig. FM-
støðan hjá kvinnum er:
FLOGBÓLTUR
Árliga Mjølnir-kappingin fór av
bakkastokki um vikuskiftið, har
eldru deildirnar nú eru avgreiddar
áðrenn yngru deildirnar skulu dyst
ast komandi vikuskifti. Vegna brek í
hitaskipanini var Badmintonhøllin
í Klaksvík ísakøld, men hetta
forðaði tó ikki leikarunum í at
avgreiða dystirnar við góðum huga.
Leiðslan fyri Badmintonhøllina
hevur funnið brekið, og tey lova,
at skipanin skal rigga komandi
vikuskifti, har 127 lið hava teknað
seg til Mjølnirkappingina fyri
yngri
deildir.
Vinnararnir
av
Mjølnir-kappingini um vikuskiftið
gjørdust:
Meistaradeild,
menn:
Fleyr.
Meistaradeild,
kvinnur:
Dráttur. 1. deild, menn: SÍ. 1. deild,
kvinnur: Mjølnir. 2. deild, kvinnur:
Mjølnir motión.
HONDBÓLTUR
Fult umfar hevur verið í Hvonn
deildini um vikuskiftið. Neistin og
Kyndil, sum eru stavn um stavn
sum greið oddalið, vunnu bæði
sínar dystir. Tað var tó ikki uttan
stríð, at Neistin fekk sín sigur í
hús, tá ið tær vitjaðu Stjørnuna í
Klaksvík. Hálvleiksstøðan var 11-11,
men í seinna hálvleiki dró Neistin
longra stráðið og vann 25-23. Bára
Hansen gjørdist toppskjútti hjá
Neistanum við seks málum, meðan
Jansy Jacobsen og Tóra Eliasen
eisini skutu hvør síni seks mál fyri
heimaliðið.
Kyndil var á vitjan hjá StÍF í
høllini á Skála, og gjørdist tað til ein
greiðan 26-18-sigur til Kyndil, sum
var á odda 13-7 í hálvleikssteðginum.
Súna K. Hansen var besti málskjútti
hjá gestunum við sjey málum,
meðan Ninna K. Johansen skeyt
fýra mál fyri StÍF. Triði dysturin
hetta vikuskiftið var suðuri í Vági,
har VB hevði vitjan av VÍF. Talan
gjørdist um ein sera málríkan dyst,
sum endaði við javnleiki 33-33 eftir
at VÍF annars hevði verið á odda 20-
18 í hálvleikssteðginum. Ema Bosa
novic skeyt heili 10 mál fyri VÍF,
meðan Danijela Mistric og blað
unga Maria H. Weyhe eisini skutu
nógv mál fyri VB. Tær skutu hvør
síni níggju mál.
Stjørnan hevur longt um sátt
málan við danska venjaran, Per
Klarup, sum harvið eisini verður
við stýrisvølin hjá klaksvíkskvinn
um í kappingarárinum 2017/2018.
Annika Ljósstein, sum í ár er
hjálparvenjari, hevur valt at royna
aðrar leiðir, og nýggjur í starvinum
sum hjálparvenjari verður Carsten
W. Andersen.
SVIMJING
Sára Ryggshamar Nysted setti
leygardagin stórt nýtt føroyskt
met og juniormet í 200 metra
firvaldasvimjing á langgeil, tá ið
hon á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í
Vági svam teinin uppá 2:29.98. Hon
átti sjálv tað nú farna føroyska
føroyskt metið og juniormetið,
sum var 2:32.04 frá fyrstu føroysku
meistarastevnu á langgeil í 2016.