Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PREMIER LEAGUE Fleiri føroyingar vóru á Old Trafford í gjár. Teirra millum var Jákup á Borg, sum hevur árskort til heimadystirnar hjá Manchester United. Tað spældi so væl av, at sonurin slapp at møta Paul Pogba Tróndur Arge Tað er ikki ókent, at føroyskir áskoðarar eru at síggja til stóru dystirnir í Premier League. Soleiðis var eisini, at Manchester United í gjár tók ímóti Liverpool. Jákup á Borg hevði givið soninum, Fríða á Borg, eina ferð til dystin í fermingargávu. Við sær hevði hann eisini fyrrverandi málverjan hjá HB og Liverpool viðhaldamannin, Bárð Johannesen og soninum Andrias Bárðarson, sum somuleiðis heldur við Liverpool. Møttu Paul Pogba Fermingargávan bleiv upp aftur størri fyri Fríða á Borg, tá hann og pápin, sum eins og liðið hjá Manchester United búgva á The Lowry gistingarhúsinum, enda í lyftini saman við fleiri av spælarum hjá Manchester United. – Vit fóruí lyftina og har stóðu Zlatan Ibrahimovic, Antonio Valencia, Sergio Romero og Paul Pogba. Teir vóru ikki serliga sinn­ aður at tosa og prátaðu mest sína millum, men tá vit skuldu av á okkara hædd, so vísti tað seg, at Paul Pogba búði á somu hædd sum vit, so Fríði og ein vinmaður fingu selfie, greiðir Jákup á Borg frá, meðan hann gongur til gistingar­ húsið eftir dystin. Jákup á Borg tiltikin íðin, tá hann hyggur eftir Manchester United, men róligur eftir dystin, hóast tað ikki blívur til ein sigur. Tað er ikki bíligt at búgva á The Lowry, har tað mangan standa áskoðarar uttanfyri, tá spælararnir gista undan einum dysti. – Tað kostar í meira lagi, men nú var hetta ein gáva til sonin, so tað ger einki, sigur Jákup á Borg. Liverpool áskoðari tveittur út Stóra avbjóðingin var hjá Bárði Johannesen og soninum at halda sær, um Liverpool skoraði. Tað eydnaðist væl, tá James Milner legði Liverpool á odda í fyrra hálv­ leiki. – Bárður spældi sum hann bleiv óður, men tað var hansara máti at sleppa av við gleðina, greiðir Jákup á Borg frá. Aðrastaðni gekk minni væl, tí ein Liverpool viðhaldsmaður bleiv tveittur út, tí hann ikki kláraði at halda sær. – Fótbóltur í Premier League er fyri familjuna og tað er ikki so, at fólk ganga og berjast á gøtuni. Har sat ein Liverpool fjeppari millum okkum, men tá hann bleiv ov glaður, so fóru fólk at peika eftir honum. Tað endaði við, at hann mátti út av leikvøllinum, fortelur venjarin hjá B36. Ein stórur partur av upplivingin, av at hyggja eftir fótbólti í Premier League er upptaktin. Tað merkist eisini kring Old Trafford undan dystinum í gjár. – Tað blívur bygt upp til nakað stórt. Vit vóru á staðnum hálvan annan tíma áðrenn. Tá var longu nógv fólk og tað er lekkurt at fáa sær ein einfaldan burgara og eina kalda. Vit sótu eisini við síðuna av einum, sum dugdi allar sangirnar. So eg gjørdi mítt at syngja við, sigur Jákup á Borg. Paul Pogba kostar dýrrt Liverpool kemur á odda, tá heim­ sins dýrasti fótbóltsspælari, Paul Pogba, brúkar hondina í egnum brots­teigi. Franski miðvallarin spældi sum heild ein vánaligan dyst. – Onkur hevur sent mær ein stikk-pillara, um at Paul Pogba brúkar ov nógva tíð at taka selfie við føroyskum áskoðarum, enn at spæla fótbólt, sigur Jákup á Borg og flennur. James Milner er tryggur úr ellivu metrum. Tað merkist eisini á Old Trafford, at tað er arvafíggindin, sum hevur skorað. - Tað kemur sum eitt sindur av einum sjokk, tá Liverpool skorar. Tað kendist sum Manchester united hevði tamarhald á dystinum, men so skorar Liverpool brádliga. Tá er tøgn eina løtu, sigur Jákup á Borg. Manchester United ger sítt fyri at koma inn í dystin aftur. Eina løtu í seinna hálvleiki kringseta teir brotssteigin hjá Liverpool, men fáa ikki mál, hóast møguleikarnir eru stórir. – Tað broytir nógv, tá Philippe Coutinho kemur inn fyri Liverpool. Hann hevur nakrar góðar aktiónir, men eg helt allatíð at Manchester United var omaná, sigur venjarin hjá B36. Seks minuttir fyri tíð bragdar, tá Zlatan Ibrahimovic skorar við høvdinum. – Stutt frammanundan verður Marouane Fellaini skiftir inn. Sjálvt tá jublaðu áskoðararnir, so teir royndu veruliga at stuðla liðnum, sigur Jákup á Borg. Liverpool vann fyrra hálvleik Eftirmetingin av dystinum er, at Liverpool vann fyrra hálvleik, meðan Manchester United vann seinna halvleik. Stóri spælarin í seinastuni hevur verið miðvallarin Michael Carrick, men tað Jurgen Klopp hevði lagt soleðis upp fyri, at hann ongantíð slapp á bóltin. Miðvallarin bleiv eisini tikin úr dystinum í hálvleikinum. Tá kom Manchester United fyri seg. Móti endanum setti Manchester United nógv fyri við longum bóltum, men tað var fyri at sleppa undan trýstinum hjá Liverpool. Hetta riggaði og Manchester United at kalla trýsti bóltin í málið seinastu minuttirnar. Tað endaði við einum stigi í part, sum Liverpool nokk betri kann liva við. trondur@sosialurin.fo Jákup á Borg á Old Trafford: STUTTLIGT HJÁ AT MØTA PAUL