Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-01-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. januar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. januar 2017 · Nr. 7 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað er ikki til at taka feil av væl. Spæælarar og venj­ arar hava upp til fleiri ferð­ ir sagt tað. Vantandi lands­ liðs­arbeiðið hevur gjørt tað trupult hjá A-landsliðnum at vinna seg fram. Gularótin, sum motivera spælarar, ið eitt nú fara til Danmarkar at spæla, er ikki har. Onkrir hava roynt í eina tíð, men teir enda allir í ÍF Før­oyum. Venjingin er ikki á elitu­stigi, men onkursvegna, so hevur tú eisini samhuga, tá spælararnir velja hond­ bólt­in frá, tí einki hæddar­ punkt er. Rókur Akralíð Nielsen er ein av teimum, sum hevur spælt á hægri stigi, men er dottin inn í aftur ÍF Føroyar um­hvørvið. Eftir dystin móti Grikklandi hoyrdist væl á málinum, at hann er argur um, at bestu árini hava verið uttan landsliðshondbólt og hasa eyka motivatiónina. - Ja, hetta er ein byrj­an. Landsliðsarbeiðið hevur verið í steðgi leingi. Gjøgnum allan hondbóltsleiðina hjá okkum hava fleiri av okk­um staðið spyrjandi um vant­ andi landsliðsarbeiðið. Tað hevur nærmast einki lands­ lið verið og tað er for vána­ ligt. Vit mugu bara staðfesta, at leiðslan í HSF ikki hevur verið nóg góð tá, sigur Rókur Akrálíð Nielsen við Rás2 eftir tapið fyri Grikkalandi. Tað nívur umskúlaðað striku­spælarin, at liðið ikki megnar at spæla upp við Grikka­landi í pørtum av dystinum, men serliga at tað ikki eydnast at vinna á Kýpros, sum hevði havt trupult við at staðið seg í oddinum í føroyskum hond­ bólti – meta fleiri hond­bólts­ ser­kønir. - Nú mugu vit taka tað positiva, at hetta er ein byrjan og at vit hava nógv at hyggja fram til. Teir ungu spælararnir gera tað gott, so nú mugu vit hyggja fram og gloyma tað, sum er farið. Nú hava vit eina umbering fyri at halda fram at spæla í nøkur ár afturat, sigur Rókur Akra­líð Nielsen víðari. A-landsliðini staðið seg illa Bæði A-landsliðið hjá monn­ um og kvinnum kundi spælt væl betri í undan­kapp­ing­ unum, sum tey hava lut­tikið í fyri og eftir árs­skift­ið. Mans­ lands­liðið vardi væl í løtum, men í álops­spælinum var ongin broddur. Liðið sá illa saman­spælt út og álopini gingu illa. Hjá kvinnunum mangl­ aðu nógvir spælarar, men eisini her sat tú við kenslu­ ni, at somu spælarar kunnu spæla á hægri stigi í lands­ kapp­ingini, tá nógv stendur á. Hinvegin, so megnaði U21 landsliðið at vinna seg víðari til HM endaspælið í Algeria. Hóast teir spældu móti stør­ri mótstøðumonnum og helst lut­fals­sliga sterkir mót­ støðu, so megnaðu teir altíð at finna eitt svar. Tað kom serliga til sjóndar í dystinum móti Sveis, sum var styrkismett hægst. Før­ oyar fingu eina góða byrjan, men hvørja ferð Sveis royndi at hála inn á okkum, so kom aftur­svarið. Liðið spældi sum ein eind og teir stuðlaðu hvørj­um øðrum. Út­skift­ing­ ar­nar viknaðu ikki um liðið - heldur tvørtur ímóti. Tað er sjálvandi torført at tosa um eitt greitt hví, men afturgangandi fyri spælarar og venjarar er, at tey halda at U21 landsliðspælararnir nutu gott av nógvum royndum saman. Landsliðsarbeiðið má halda fram Tað er av stórum týdningi, at landsliðið arbeiðið nú heldur fram. Spælararnir mugu vita, at teir hava eitt landslið, tí tað økir motivatiónina fyri spæla. Tað er harmligt at síggja nakrar av okkara bestu spælarum enda í ÍF Før­oyum og lægri deildum, tá teir kunnu so nógv meir. Vit hoyra eisini javnan at ÍF Føroyar, í eitt nú steypakappingini, vinnur á hægri styrkismettari mót­ støðu. Tú kundi tá ímynda tær, at tað er tí at spælararnir spæla á lægri stigi, enn teir hava evnir til. Her í Føroyum síggja vit eisini eina umskiftiliga lands­kapping. Nøkur lið eru afturgangandi við javn­ar styrki, men serliga í kvinnu­ deildini er lítið skil á. Jú, havn­ar­liðini standa seg væl, men tey flestu kring kvinnu­ hondbóltin halda, at hond­ bólturin er á lægri stigi enn fyri fáum árum síðani. Tað er tó hugaligt at síggja, at Stjørnan við nýggjum venjara sær út sum eitt lið, ið ætlar at blanda seg aftur. Aftur her er týdningarmikið, at spælararnir hava eitt landsliðspláss at spæla fyri. U-landsliðsarbeiði ger munin Tey allarflestu brøgdini hava eina søgu. Um tú so leitar út í heim ella bara okkara egna C-HM ella Lands­ krona ævintýr, so hendir tað næstan aldrin av sær sjálv­ um. Tað var eisini niðurstøðan á U21 landsliðnum, eftir at teir vunnu seg víðari til HM endaspælið. Teir hava síðani 10-12 árs aldurin vant saman og hildið sam­an. Í hesum førinum er talan foreldur, sum hava tikið stig til arbeiðið, men lands­liðs­ ung­dómsarbeiðið liggur nú í fastari legu. Tekur tú fótbóltin og góðu gongdina hjá A-lands­ lið­num, so er hon ikki komin av sær sjálvum. Í nógv ár hevði FSF U15, U17 og U19. Tá duttu fleiri spælarar niður í millum, tá teir blivu ov gamlir til U-landsliðsfótbólt. Í 2007 kom so U21 lands­ liðið sum seinasti prikkurin í spælinum. Síðani tá er ongin spælari komin á A-landsliðið uttan at hava spælt á minst U21 landsliðnum. Ikki allir eru komnir ígjøgnum, men fleiri og fleiri taka av altjóða møgu­leikanum og royna lívið sum yrkisspælarar. U21 lands­liðið er eisin við at gera menn til reiðar. Hugsar tú fótbólt, so hugsa Hall Hansson, Jóan Símun Edmundsson, Brand H. Olsen og Sonna Ragnar Nattestad. Teir hava allir spælt U-landsliðsfótbólt og vunnið sær fast pláss á landsliðnum, áðrenn teirra tíð er farin á U21 lands­lið­ num. Somuleiðis hava teir allir spælt væl sum ungir, tá teir hava fingið møguleikan á A-landsliðnum. Nú fingu U21 lands­liðs­ spælararnir ikki so stór­an leiklut á A-lands­lið­num, og tað var eisini ein partur av eini ætlan, har lands­liðs­venj­ ar­ar­nir ynsk­tu at halda so nógvum til sum gjørligt. U21 lands­liðs­spælararnir hava jú úr at gera við at spæla á U21 landsliðnum. Gott ung­dóms­lands­liðs­ arbeiði tykist eisini geva motivatión til at royna meiri. Hyggja vit eftir A-landsliðnum í hond­bólti­ num og U21 lands­lið­num, so tykist sum fleiri á U21 landsliðnum ikki hava slept dreyminum um at spæla yrkishondbólt. Tað er ilt at fáa eyga á ein, sum ætlar sær tað á A-landsliðnum. Hondbólturin á landakortið Tað er sjáldan, at lands­liðs­ hondbóltur hevur fylt so nógv í hugaheiminum hjá vanliga føroyinginum, sum tað hevur seinasta mán­aðin. Fyrst A-landsliðið hjá kvinn­ um, síðani U21 lands­liðið og nú A-landsliðið hjá monnum. Hondbólturin hevur víst seg fram og tað skulu vit ikki undirmeta. Hvørki spælar­ arnir á kvinnu- ella mans­ lands­liðnum kunnu lastast fyri avrikini, men tey mugu nú verða við til at lyfta í felag, so føroyskum lið- og landsliðshondbóltur kemur á eitt hægri stig. Flestu venjararnir kring landið hava verið at sæð í høllini og hava sæð, at føroyskir hondbóltsspælarar vilja meiri enn vit síggja til dagligt. Lykilin er ein lands­liðsgularót. Tað er ikki óhugs­andi, at áskoðaratalið til komandi dystirnir veks­ur nakað, tí onkrir av spælar­ unum eru nú kend andlit. A-landsliðið hevur ongan beinleiðis profil, men heldur landsliðsarbeiðið fram, so verð­ur tað ikki leingi. Føroyskur lands­liðs­hond­ bólt­ur er aftur har hann hoyr­ir heima – í altjóða kapp­ ing! trondur@sosialurin.fo Føroyska A-landsliðið í hondbólti sá eins ráðaleyst út, og kvinnulandsliðið gjørdi í desembur mánaða. Bæði A-landsliðini rindaðu prísin fyri vánaligt landsliðsarbeiði í nógv ár. U21 landsliðið prógvar hinvegin, at gjøgnumgangandi landsliðsarbeiði er vegurin fram RINDAÐU PRÍSIN FYRI VANTANDI LANDSLIÐSARBEIÐI HONDBÓLTUR Nú hava vit eina umbering fyri at halda fram at spæla í nøkur ár afturat